mikudagur 26. mars 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
18
nr. 58 • 26. mars 2008
Anarki eftir kríggið
Eftir kríggið hevði Hans Petur
sokallaða siviltænastu. Tað var
tó ikki so lætt hjá dønum at fáa
eitt skipað samfelag aftur. Hetta
vísti seg eisini innan politiið.
Serliga kend er tann sokallaða
Eiturkoppagølan, har eitt lið av
brotsmonnum hevði rottað seg
saman við nøkur løgreglufólk, og
her var talan um mutur av eini
aðrari verð.
Ein gøta, sum minnir um hesa
tíð, er júst gøtan, har Nomi og
Hans Petur búgva, og tað er Peter
Bangsvej á Frederiksberg. Júst í
hesi gøtu hendi 19. februar1948
eitt dupultmorð, har hjúnini Inger
og Vilhelm Jacobsen vórðu myrd.
Hetta morð varð ongantíð alment
uppklárað. Tað er vanliga fatanin,
at tað vóru sterkar kreftir, sum
ikki vildu hava morðið uppklárað,
tí tað hevði samband við umrøddu
viðurskifti.
Hans Scherfig skrivaði eina stutt
liga skaldsøgu um hesa tíðina, og
kallaðist hon Skorpionen.
Hans Petur og Nomi minnast
væl hesa sakina. Hans Petur
sigur, at har pengar eru, er altíð
korruptión, og tað var eisini tað,
sum var galdandi her. Eftir eina
upprudding hjá politinum kom tó
skil á aftur.
Arbeiðið aftaná
kríggið
Sum frá leið gjørdust viðurskifti
num aftur meira normal. Eitt
tíðarskeið hevði Hans Petur vakt
á Høvuðsjarnbreytastøðini.
Eftir eina tíð søkti Hans Petur
starv sum politiassistentur á
Amagar, og hann fekk tað. Her
var uppgávan at sita á vakt og
geva boð til hendan og handan,
eisini til slíkar, sum fyrr høvdu
verið yvir honum. Hans Petur
legði frá sær sum politistur í 1980
eftir 40 ár í tænastu.
Bjargaði ótilvitað
landsmanni undan
parkeringsbót
Johan Restorff á Hafnia greiðir
frá hesi stuttligu hending:
Hann og pápi hansara Christian
Dahl Restorff vóru á handilsferð í
København í 1967 og høvdu teirra
Volvo vøruvogn við.
Um middagsleitið parkeraðu
teir á høgru síðu á Nørrebrogade,
har mangir aðrir bilar stóðu
parkeraðir.
Teir vistu ikki av, at aftaná
kl.15.30 varð parkeringsforboð á
vegastrekkinum.
Teir komu aftur til bilin kl. 16,
og á rútinum framman lá ein
parkeringsbót.
Teir skuldu heim við Tjaldrinum
dagin eftir, so teir fóru beinanveg
in at leita eftir næstu politistøð,
og hon lá á Vesterbro Torv.
Teir komu inn í móttøkuna, og
søgdu frá, at teir vóru føroyingar
og av somu grund ikki so væl
kunnaðir um parkeringsviðurskifti
í København. Teir høvdu tískil
fingið bót fyri óregluliga
parkering.
Vagthavandi politistur tók
orðið: ”Er De fra Færøerne? Vi
har en kollega ved navn Øregaard
fra Færøerne ansat her. Han ville
blive meget ulykkelig, hvis en af
hans landsmænd under et besøg i
København blev "premieret" med
en parkeringsafgift. Lad mig lige
se anmeldelsen.”
Hann tók hesa í hondina, og
skræddi hana í pettir, koyrdi
hana í pappírskurvina, og segði
brosandi: "God hjemrejse i
morgen".
Hetta komu feðgarnir ikki
at gloyma Hans Petur! Hann
sigur sjálvur, at hóast tað er
ein grundregla, at øll skulu
viðgerðast líka, so er kortini pláss
fyri at taka slík fyrilit.
Aftur í Føroyum
Hans Peturi hevur altíð dámað
væl í Føroyum, og hann hevur
nýtt tey høvi, hann hevur havt, at
koma aftur higar.
Beint eftir kríggið var hann
eitt ár i Havn. Tað vóru føroyskir
politistar, ein teirra var Henry
Djurhuus, sum skuldu fara til
Danmarkar á skúla í eitt ár, og
Hans Petur fekk í boði at fara upp
at loysa av. Hetta dámdi teimum
sera væl.
Serliga minnist hann sýslu
mannin Gunnar Dahl Olsen.
Hann kundi greiða nærum allar
fløkjur við at tosa viðkomandi
til rættis. Hann gjørdist
eisini seinni semingsmaður á
arbeiðsmarknaðinum.
Hans Petur var eisini í Føroyum
sum eina avleiðing av læknastríð
num í Klaksvík. Hetta stríð kom
í hæddina í 1955, tá ið danska
stjórnin tvær ferðir sendi skip við
politistum til Føroya. Tað fyrra,
Parkeston, kom ikki á Klaksvík,
men tað gjørdi tað seinna, Rolf
Krake, sum eisini bardi ófriðin
niður við harðari hond.
Danir vildu tryggja seg ímóti
endurtøkum, so teir høvdu støð
ugt politistalið í Klaksvík árini
aftaná. Teir vildu helst hava, at í
minsta lagi onkur føroyingur var
við í hesum liðinum, og tískil varð
Hans Petur fleiri ferðir í Klaksvík
árini aftaná. Men tað spældi alt
friðarlaga av.
Ein uppgáva var at fáa dansin
steðgaðan leygarkvøld á mid
nátt, so ikki varð dansað inn í
sunnudagin. Hetta var ikki altíð
so væl dámt, men tað gekk eisini
við lagaligheit, hóast klokkan
kundi blíva hálvgum eitt.
Hesa tíðina lá eisini væl fyri
at fara á flot, eisini saman við
beiggjanum Jákup Frederik.
Familjan
Tá ið Hans Petur kom til Danmark
ar búði hann hjá Poulinu Hansen,
sum var ættað úr Kvívík. Hon
fekk hann at fara á samkomu
hjá KFUM í Valdemarsgade.
Her hitti hann Nomi, og tey
blivu trúlovað. Tey blivu so gift í
Mattheuskirkjuni í 1941, og her
eru børnini eisini doypt.
Nomi arbeiddi tá á Magasin du
Nord. Seinni kom hon at arbeiða
sum laborantur við Statens
Frøkontrol í 30 ár.
Nomi og Hans Petur eiga tvær
døtur. Tann eldra Thurid er 65 ára
gomul, og tann yngra Kirsten er
60 ár.
Kirsten er lærari, hon eigur trý
børn. Elsti sonur hennara Jacob
Bloch Jespersen, uppkallaður
eftir langabbanum í Lorvík, er
viðurkendur operasangari. Hann
hevur sungið í nógvum londum.
Síðan kemur Rasmus, sum er
grannskoðari. Yngst er Marie,
sum verður liðug sum lærari í
summar.
Thurid eigur eina dóttir Mal
ena, uppkallað eftir langommuni
í Føroyum Maluni. Hon er
fyrsta barnabarn hjá teimum
báðum. Malena hevur lisið
sjónleikaravísindi.
Beiggin Jákup
Frederik
Ein beiggi Hans Petur var sum
sagt Jákup Frederik Øregaard,
sum gjørdist ein av okkara
týdningarmestu politikkarum sum
løgtingsmaður frá 1940 til 1978.
Hans Petur greiðir eisini frá um
beiggja sín.
Jákup Frederik var føddur í
1906. Sum aðrir dreingir fór hann
eisini at sigla sum ungur. Jákup
Frederik var við Prinsessu Mariu
og við Verdandi, har Elias Sofus í
Køkinum í Norðragøtu var skipari.
Hann giftist við Helgu, sum var
ættað úr Kvívík, og sum kom til
Gøtu at vera lærarinna.
Tey bygdu í fyrsta umfari hús
ovast uppi í Gøtudali, og var hetta
nærum í oyðimørk tá. Ætlanin var,
at konan skuldi arbeiða i Gøtu,
og sjálvur skuldi hann rógva út í
Lorvík. Til flutningin fingu tey sær
Ein beiggi Hans Petur var kendi politikkarin Jákup Frederik Øregaard, sum var
giftur við Helgu, sum var lærarinna í Gøtu
Døturnar hjá Hans Petur og Nomi, Thurid og Kirstin, á vitjan í Leirvík
Hans Petur var ein av teimum úr danska poltinum, sum kom til Klaksvíkar
aftaná læknastríðið at tryggja lóg og landaskil. Hesin kransur við mynd er á
Politihistorisk Museum sum eitt minni um hesa hending