Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-26, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. mars 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 vinnan Nr. 58 - 26. mars 2008 - Vit bora enn, men vit siga framvegis einki um, hvussu gongur. Tað einasta eg kann siga er, at vit hava verið sera óhepnir við veðri- num, sum hevur tarnað boringini nógv. Hetta sigur Hjarnar Djurhuus, stjóri hjá BP í Føroyum Williambrunnurin Jan Müller jan@sosialurin.fo Leygardagin 22. mars vórðu júst fimm mánaðir farnir, síðani pallurin Trans­ ocean Rather setti borin í undirgrundina, tvs. at BP hevur nú sett hol á sætta mánaðin í Williamboriverk ætlanini, ið Shell, Anadarko og Faroe Petroleum eisini eru partur av. Harumframt hevur eitt oljufelag í fjar­ eysturi eisini keypt seg inn í brunnin. Boringin er rættiliga óvan­ lig í føroyskum høpi. Hetta er tann sætti brunnurin, sum verður boraður á land­ grunninum, og ongantíð áður hevur tað tikið so drúgva tíð at bora ein brunn. BP metti undan boringini, at tað fór at taka einar 3 til 4 mánaðir at bora. Hjarnar Djurhuus, sum helst ikki vil gera viðmerkingar yvirhøv­ ur til brunnin, vil tó siga so mikið sum, at veðrið hevur ikki verið til vildar part av tíðini. Sosialurin veit so mikið, at BP ætlar sær ikki at sleppa endanum her og nú men fer helst at halda fram við boringini inn í apríl mánaða. Hvussu leingi er tó óvist. Upprunaliga var ætlanin at bora niður á 4750 metrar. Einki er likið út um, hvussu langt BP hevur bor­ að, men eftir boritíðini at døma og um vit draga frá ta tíð, tá ódnarveður hevur tarnað boringini, kunnu vit loyva okkum at gita, at borað er niður á millum 3500 til 4000 metrar. Ringa veðrið hevur helst gjørt, at BP hevur mist kanska ein mánaða í boritíð umframt at basaltið og heldur ókend og óvantað jarðfrøði eisini hevur spælt eitt puss. Oljuvinna bíðar í spenningi Ikki bert almenningurin í Føroyum er spentur um úrslitið. Eisini onnur oljufe­ løg, sum hava leitiloyvi við Føroyar, eru tað. Tey vilja sera fegin fáa innlit í, hvussu jarðfrøðin sær út heilt niðri á 4500 til 5000 metra dýpi, tí henda vitan kann hava týdning fyri tey, tá og um tey skulu til at bora á landgrunninum í framtíðini. Um so er at BP gevst at bora væl áðrenn ætlaða málið á 4750 metrum verður tað tí eitt vónbrot eisini fyri tey feløg, sum ikki eru við í boringini, tí tey uttan iva ynskja at keypa sær vitan frá boring­ ini. Sosialurin hevur spurt hjá Jarðfeingi, hvussu av­ talan millum BP og Jarð­ feingi sær út, men tað fáa vit ikki innlit í. Ein áhuga­ verdur spurningur í hesum sambandi er, um avtalan byggir á tíð heldur enn á dýpi. Aðrar avtalur millum oljufeløg og føroyskar myndugleikar hava allar bygt á, at oljufeløg binda seg til at bora niður á eitt ávíst dýpi. Áhugaverdi spurningurin, sum vit tó ikki fáa nakað svar uppá, er: er tað hugsandi, at BP í avtalu síni hevur tryggjað sær, at tað kann gevast at bora, tá so og so nógvir dag­ ar eru farnir – og sjálvt um tað ikki hevur borað niður á ætlaða dýpið? Hálv milliard Fyri BP og tess samstarvs­ feløg er talan um eina sera kostnaðarrmikla boring. Tøl sum 350 mió. kr. vórðu nevnd undan boringini. Hon man fara at nærkast tí hálvu milliardini, tá avtorn­ ar. – Tað er einki at fjala yvir, at talan verður um eina megadýra boring sigur stjórin hjá BP í Føroyum, sum bara staðfestir, at ar­ beiðið heldur fram. Sum skilst hevur BP sum fyri­ støðufelag eisini ynskt at leiga tyrluna hjá Atlantic Airways inn í apríl. Vit spurdu Hjarnar Djur­ huus, hví teir ikki heldur bíðaðu til út á várið í ár at bora. Til tað sigur hann, at teir høvdu ein boripall tøkan, og í eini tíð tá tað er sera torført at fáa boripall, varð mett, at tað var skila­ best at byrja at bora á vetri, tí tað hevur verið roynt fyrr uttan, at tað hevur skapt trupulleikar. Tað eru umleið 100 fólk umborð á Transocean Rath­ er. Sum skilst hevur BP gjørt avtalu um flutning millum boripall og Vágar inn í apríl mánaða. Hetta kundi bent á, at BP ætlar sær ikki at gevast á hálvum gekki men halda fram so leingi til ber. Alcoa kannast fyri mutur Amerikanska aluminiumsfyritøkan Alcoa, sum samstarvar við grønlendska heimastýrið um byggja eitt stórt aluminiumsverk í Grønlandi, er nú undir illgruna fyri mutur. CNN veit at siga, at ákæruvaldið hevur biðið ein dómstól leggja sak ímóti Alcoa, sum skal hava brúkt mutur fyri at fáa avgerandi ávirkan á eitt stórt aluminiumsfelag í Bahrain. Sagt verður, at málið byrjaði longu í 1993, og at Alcoa hevur goldið næstan 10 mia. krónur í mutri síðani. Alcoa skal hava mutrað embætismenn og politikarar í Bahrain (Mynd: KNR) BP borað í fimm mánaðir Hjarnar Djurhuus, stjóri hjá BP: -Veðrið hevur tarnað boring men vit arbeiða enn Transocean Rather, sum nú hevur borað í fimm mánaðir og harvið sett ”Føroyamet” í oljuboring