mikudagur 26. mars 2008síða 21
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
vinnan
Nr. 58 - 26. mars 2008
Tekur seg aftur
Tann 94 ára gamli Mærsk Mc-Kinney Møller hevur valt at siga seg úr starvinum
sum nevndarformaður í reiðarínum A.P. Møller, sum umsitur viðurskiftini hjá
øllum teimum umleið 6.600, sum arbeiða umborð á skipum og oljupallum
felagsins. Men hóast tann høga aldurin heldur Mærsk Mc-Kinney Møller fram
sum formaður í sjey feløgum, og enn er einki likið út um, at hann umhugsar at
siga seg úr nøkrum teirra á aðalfundinum 29. apríl.
Mærsk Mc-Kinney Møller er 94 og formaður
í sjey feløgum (Mynd: DR)
Ein turrur William
brunnur verður eitt
bakkast fyri føroyska
oljuleiting. Men
ikki neyðturviliga
nøkur katastrofa. Tí
fleiri aðrir brunnar
standa fyri framman
báðumegin markið. Á
bretskum øki verður
tosað um stórar
útbyggingarætlanir.
Serstakt fokus er her
á Rosebankkelduna
skamt frá føroyska
markinum
Oljuanalysa
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Tað er ikki hvønn dag, at
Atlantsmótið, te. økið mill-
um Føroyar og Hetland,
sleppur á forsíðurnar í teim-
um kendu og stóru olju-
bløðunum. Tað hendi tó í
farna mánað, tá stóra og
vælrenomeraða
blaðið
”Deepwater International”
umrøddi virksemið vestan
fyri Hetland. Blaðið um-
røður verkætlanina, sum
fleiri stór altjóða oljufeløg
og bretska oljumálaráðið
hava sett út í kortið, har
endamálið er at finna eitt
felags stev og samstarv
soleiðis at farast kann undir
at fáa tað nógva gassið í
undirgrundini til høldar.
Umframt tær tríggjar stóru
oljukeldurnar,
Foinaven,
Schiehallion og Clair, so
eru eisini gjørd nógv smærri
gassfund millum Hetland
og føroyska markið. Higar-
til hevur tað ikki verið mett
lønandi at fara undir at
byggja tey út, serstakliga or-
sakað av manglandi infra-
strukturi í øllum økinum.
Fyri at kunna framleiða
gass á leiðum sum hesum
er neyðugt við rørleiðing at
flyta gassið til lands ella
mugu aðrar loysnir so sum
við framleiðslu á staðnum
finnast.
Tað er henda problema-
tikkin,
sum
Deepwater
International umrøður.
Blaðið skrivar, at tað í
løtuni verða gjørdar kann-
ingar og metingar av, hvør
er skilabesta og bíligasta
loysnin skulu tey mongu
gassfeltini og eisini eitt týð-
andi oljufund sum Rosebank
koyrast av bakkastokki og
gerast framleiðandi felt.
Stóra oljufelagið Total, sum
stendur fyri gasskeldunum
Laggan og Tormore er eitt
av lyklafeløgunum í hesi
spennadi ætlan. Eisini eru
feløg
sum
BP,
Dong,
ExxonMobil, Chevron og
Statoil
við
í
hesum
kanningum. Umrøtt verður
hvat slag av framleiðslu-
útbúnaði er best hóskandi
til at kunna lata upp fyri
bæði gass- og oljufram-
leiðslu á hesum rættiliga
fjarskotnu leiðum vestan
fyri Hetland.
Týdning fyri
Føroyar eisini
Tað er áhugavert at síggja,
at altjóða oljublaðið Deep-
water International, skrivar,
at ein tann mest lovandi
útbyggingarverkætlan vest-
an fyri Shetland, er tann,
sum liggur heilt upp at før-
oyska markinum, nevniliga
Rosebank
økið,
sum
VINNAN
í
Sosialinum
fleiri ferðir hevur umrøtt.
Her verður eisini sagt, so-
leiðis sum vit kunnu tulka
tað, at um onnur felt verða
funnin, kunnu tey bindast í
Rosebank. Hetta ger, at
smærri felt, sum fyrr ikki
hava verið burðardygg at út-
byggja, kunnu blíva áhuga-
verd. Her kunnu felt á Før-
oyaøkinum tí eisini verða
áhugaverd í framtíðini.
Tá Rosebank var funnið,
segði m.a. Statoil í sínum
tíðindaskrivi, at hetta kundi
fáa positiva ávirkan á leit-
ingina við Føroyar eisini.
Somu feløg, sum eru við í
Rosebank verkætlani, hava
eisini loyvi 008 á Føroya-
økinum, sum liggur heilt
uppat Rosebank feltinum.
Tey eru Chevron, Statoil,
DONG og OMV.
So tað kann óivað væl
hugsast, at nú sannlíkindini
eru størri og størri fyri, at
Rosebankfeltið verður fult
útbygt, og vit koma at
síggja stóran framleiðslupall
liggja heilt upp at føroyska
markinum og framleiða
olju, at hetta kemur at gera
økið fram við føroyska
markinum meira áhugavert.
Bæði føroysku megin og
bretsku megin markið. So
tað er óivað ikki av ongum,
at somu feløg sum eru við í
Rosebank-verkætlanini,
hava lagt seg á eitt stórt øki
føroysku megin markið.
Fleiri brunnar
aftaná William
Nú Willambrunnurin óivað
skjótt er komin á mál, verð-
ur spennandi at síggja, hvat
víðari hendir á Føroyaøki-
num. Vit vita, at 3. útbjóð-
ingarumfar verður í ár, og
at ENI skal bora ein brunn
næsta ár. Umframt hetta,
hevur Chevron áður sagt, at
stór sannlíkindi eru fyri, at
somu feløg, sum bora á
Rosebankøkinum, fara at
bora føroysku megin mark-
ið, um ikki so langa tíð,
kanska í 2008 ella 2009.
Sambart keldum VINN-
AN í Sosialinum hevur tos-
að við so verða avmark-
ingarbrunnar boraðir í vetur
bæði á Cambo og Rosebank-
fundunum, sum liggja tætt
við
markið.
So
hóast
Williambrunnurin
verður
turrur, hvat vit enn einki
vita um, so fer framhaldandi
at vera borivirksemi báðu-
megin markið. Fyri framtíð-
ar føroyska oljuleiting er
tað av ómetaliga stórum
týdningi sigur ein kelda við
blaðið.
Atlantsmótið jaliga
umrøðu í altjóða
oljublað
Kortið er frá blaðnum Petroleum Economist og
vísir olju- og gassleiðirnar millum Hetland og
føroyska markið. Brunnar verða boraðir á Cambo og
Rosebankfundunum seinni í ár og tíðliga næsta ár.
Møgulig avgerð um útbygging verður helst tikin í 09.
Gassfeltini Tormore, Laggan, Torridon og Victory
standa nú fyri tørni. Møguliga verða tey útbygd.
Ein útbygging av Rosebank kann fáa stóran týdning
fyri alla menningina her í framtíðini, og skamt fra
Rosebank, inni á føroyska landgrunninum, er ætlanin
at bora møguligan brunn møguliga í 08.
Deepwater International, eitt av teimum mest seriøsu altjóða
oljubløðunum umrøður spennandi framtíðina hjá økinum
vestan fyri Hetland á forsíðu.