Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-26, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. mars 2008síða 22

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 vinnan Nr. 58 - 26. mars 2008 Tummas Hansen av Toftum man vera tann føroyingurin, sum umsitur flest milliardir. Sum fíggjarstjóri hjá Shell skal hann hava eyguni eftir teimum 20 milliardunum, sum er parturin, ið oljufelagið fær burtur úr danska oljuævintýrinum. Hann umsitur eisini leitiloyvini, sum Shell hevur í Føroyum Olja Og búskapur Jan Müller jan@sosialurin.fo Hann er føddur og uppvaks­ in á Toftum. Er útbúgvin á hægri handilsskúla. Er 50 ára gamal og hevur starvast hjá Shell í Føroyum, Bret­ landi og Danmark í 25 ár. Í dag er hann fíggjarstjóri í eini av heimsins størstu fyri­ tøkum. Tummas Hansen umsitur tær 20 milliardirnar, sum Shell í Danmark fær burtur úr sínum oljuvirksemi í Norðsjónum saman við Mærsk og Chevron. Tummas hevur júst verið heima í Føroyum og vent. Saman við bretska leitistjór­ anum hjá í Shell Danmark, Simon Daman Willems og nýggja miðlastarvsfólki­ num hjá Shell har, Regitze Reeh, hevur Tummas Han­ sen vitjað Jarðfeingi og tos­ að við fólkini har. Eisini hava tey vitjað á skrivstov­ unum hjá BP og Statoil. Shell, sum hevur verið partur av oljuleitinini við Føroyar frá fyrstu byrjan, tað var eitt tað fyrsta felag­ ið, sum søkti um loyvi at gera kanningar her, er fram­ vegis virkið á føroyskum Bíleggja í góðari tíð Danir hava lætt við at ferðast av landinum, og teir eru eisini óførir at leggja ferðaætlan í góðari tíð. Donsku ferðaskrivstovurnar siga, at longu nú hava tær selt umleið 50.000 ferðir til næsta vetur. Jan Vendelbo hjá MyTravel sigur við JydskeVestkysten, at tað finnast eisini dømi um fólk, sum longu nú hava bílagt ferðir til veturin 2009­2010. Tað eru serliga Teiland og Kanarisku Oyggjarnar, sum eru vetrarferðamál hjá dønum, sigur hann. Danir keypa longu ferðaseðlar til 2010 (Mynd: JydskeVestkysten) Banna royking Hóast tað eru minni enn 12 mánaðir, síðani Danmark fekk nýggja lóg um royking, ætla politikararnir longu nú at skerja møguleikarnar hjá roykjarunum eitt sindur afturat. Sum er er tað loyvt at roykja á vertshúsum, sum eru minni enn 40 fermetrar, men nú er ætlanin at banna tí eisini. Politikararnir vænta ikki, at tað fer at noyða tey smáu vertshúsini at lata aftur, tí tað er ikki hent í Írlandi og Spania, sum longu hava tílíkt bann, siga teir. Tofta Tummas Hansen á vitjan í Vágsbotni. Dagliga umsitur hann oljumilliardirnar, sum koma upp úr donsku undirgrundini og enda í kassanum hjá Shell. Mynd Jan Müller