Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-26, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. mars 2008síða 23

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 vinnan Nr. 58 - 26. mars 2008 øki, umframt at tað er ein virkin partur av bæði leiting og framleiðslu vestan fyri Hetland. Harvið hevur Shell ein týðandi leiklut í oljuleiting og framleiðslu á Atlantsmótinum sum heild. Broyting hjá Shell Herfyri var sokallaði down­ streamparturin av Shell í Føroyum seldur øðrum. Har vóru leitiloyvini hjá Shell á føroyska landgrunn­ inum umsitin. Nú eftir søl­ una verður uppstreampart­ urin, tvs. leitiloyvini hjá Shell umsitin av Shell UK, Faroe Branch, har Tummas Hansen er deildarleiðari, tó at hann arbeiðir hjá Shell í Danmark. Eisini Shell í Noregi hevur týðandi leik­ lut í umsitingini av føroysk­ um leitiloyvunum. Tann tøkniligi parturin av um­ sitingini av loyvunum fer fram har. Umframt Føroyar so umsitur Shellskrivstovan í Danmark eisini leitivirk­ semið hjá Shell í Grøn­ landi. Men tað er toftamaðurin Tummas Hansen, sum hev­ ur fingurin á pulsinum. Bæði hvat viðvíkur før­ oysku loyvunum og fíggjar­ umsitingini av oljuvirksem­ inum hjá Shell í Norð­ sjónum. Shell við frá byrjan Shell var við, tá fyrstu leiti­ loyvini vórðu latin í 2000, saman við BP og boraði tá Svínoyarbrunnin í ”Gull­ horninum”. Tað var eisini við, tá Statoil boraði Long­ anbrunnin í 2001 somuleiðis í Gullhorninum, eftir at tað keypti upp felagið Enter­ price, sum var við í leitiloyvi við Statoil sum fyristøðu­ felag. Shell var tí eisini við í Brugdubrunninum, har Statoil somuleiðis var fyri­ støðufelag. Shell er loksins eisini við í Williambrunn­ inum, sum verður boraður í løtuni. Hyggja vit eftir hesi áhugaverdu søguni, so er Shell tað altjóða oljufelag, ið hevur verið við í flest brunnum, sum eru boraðir á Føroyaøkinum, tó at tað ongantíð hevur havt leiklut­ in sum fyristøðufelag. Fe­ lagið hevur í dag eisini partar í tveimum øðrum loyvum, har Statoil er fyri­ støðufelag. Eru framvegis við Herfyri seldi Shell part av sínum Williamloyvi til Faroe Petroleum og til suð­ urkoranska oljufelagið STX. Tá vórðu gitingar frammi, um Shell var við at taka seg úr føroyskari olju­ leiting. ­ Tað eru vit sjálvandi ikki. Tað er heilt vanligt í altjóða oljuleiting, at feløg fyri at spjaða váðan selja burtur av loyvum. Vit ætla okkum ikki at rýma úr Før­ oyum. Tummas Hansen hevur tó onga viðmerking, tá vit spyrja hann, um Shell fer at søkja um nýggj leiti­ loyvi í 3. útbjóðing. –Mær vitandi liggur uppskotið til hesa útbjóðing í løgtingin­ um, og tí vita vit ikki, hvat endaliga úrslitið av henni verður. Vit fara sjálvandi til ta tíð at hyggja uppá tað, sum verður lagt fram. Hetta fer tó at innganga sum part­ ur av raðfestingini hjá Shell ”Woldwide”, og endaligar avgerðir um framtíðar leiti­ íløgur hjá Shell verða tiknar á høvuðsskrivstovuni í Hálandi. Týðandi lut í donsku oljuvinnuni Høvuðsuppgávan hjá Tumm­ asi Hansen er at røkja fíggj­ arstjórastarvið hjá Shell í Danmark. Shell er partur av Dansk Undergrund Con­ sertinum saman við Mærsk og Chevron. DUC umsitur umleið 90% av oljufram­ leiðsluni í Danmark, og harav eigur Shell 46%, tó at tað er Mærsk, sum er fyri­ støðufelag. Árligu inntøk­ urnar frá hesi framleiðsluni eru umleið 20 milliardir krónur, ið Tummas skal tryggja eru í góðum hond­ um og vera væl umsitnar. Á skrivstovuni eru umleið 20 fólk. Tummas Hansen býr í dag uttanfyri Keypmanna­ havn. Hann hevur konu og tvey børn. Hann byrjaði at arbeiða hjá Shell í Føroyum í 1982 og var her í fimm ár. Haðani gekk leiðin til Bret­ lands og Danmarkar og hevur hann verið partur av Shellsamtakinum í samfull 25 ár. Vit spurdu Tummas, um hann hevur hugsað at koma heimaftur til Føroya at arbeiða, eitt nú um olja verður funnin her. –Eg havi tað sera gott, har eg eri, men hvat framtíðin hevur at bjóða í Føroyum vil tíðin so vísa. Vónandi verður olja funnin fyrr ella seinni, og tað fer so at økja um eftir­ spurningin eftir fólki. maður umsitur 20 oljumilliardir Nýtt sjóverjuskip Seinnapartin annan páskadag kom nýggja danska sjóverju­ skipið Knud Rasmussen til Grønnedal í Grønlandi. Tann næsta mánaðin skal skipið roynast í grønlendskum sjóøki, og ætlanin er serliga at vita, hvussu tað skikkar sær í skiftandi ísviðurskiftum, sigur KNR. Nýggja skipið er tann fyrsti avloysarin hjá teimum smáu sjóverjuskipunum Agdlek, Tulugaq og Agpa. Knud Rasmussen er nógv størri enn hesi skipini og nógv betur útgjørt. Knud Rasmussen skal sýnast fram í Nuuk fyrst í apríl (Mynd: KNR) Eldgos undir jørð Síðani í august í fjør hava fleiri veikir jarðskjálvtar verið við Upptyppinga í Íslandi, og nú siga íslendsku jarðfrøðingarnir, at skjálvtarnir standast av einum eldgosi niðri í jørðini har á staðnum. Upprunaliga hildu jarðfrøðingarnir, at skjálvtarnir kundu vera byrjanin til eitt eldgos, sum kundi koma um stutta tíð, men nýggjar mátingar vísa, at gosið kemur valla fyrr enn um nøkur ár. Sum skilst er røringur í einar 15 kilometrar undir jørð. Shellfólk á kunningarferð í Føroyum. Tummas Hansen, fíggjarstjóri hjá Shell í Danmark her saman við PR-kvinnuni, Regitze Reeh og ovasta leitistjóranum hjá Shell í Danmark, Simon Daman Willems Mynd Jan Müller