Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-26, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. mars 2008síða 24

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 vinnan Nr. 58 - 26. mars 2008 Atlantic Petroleum hevði eitt hall í 2007 á 76 mió. krónur. Framleiðslan á Chestnut-leiðini er nógv seinkað, men nú bendir nógv á, at nøgdin av kolvetni er tvífalt so stór, sum upprunaliga hildið. Leygardagin heldur Atlantic Petroleum sín 10. ársaðalfund. Oljuvinna Hilmar Simonsen hilmar@sosialurin.fo Tað hevur drigið nógv út hjá Atlantic Petroleum og tess samstarvspørtum at fáa gongd á framleiðsluna við Chestnut. Á seinasta árs­ aðalfundi, sum var í mars í fjør ljóðaði, at felagið fór at koma út við einum yvirskoti longu í 2007, tí framleiðslan á Chestnut skuldi byrja longu í fjør. Men so gjørdist ikki, og í staðin kom felagið út við einum halli á 76 mió. krónur. Nýggjari metingarnar í triðja ársfjórðingi høvdu annars ljóðað upp á eitt hall á 55 mió. krónur. Sambært stjóranum í felagnum eru natúrligar orsøkir til, at tað hilnaðist soleiðis. ­ Økta hallið stendst mill­ um annað av, at útreiðslurnar í sambandi við Balgownie­ boringina vórðu útreiðslu­ førdar í fjør, sigur Wilhelm Petersen, stjóri í Atlantic Petroleum. Balgownie boringin í Central Grøvini í Norðsjó­ num var ein turr boring, sum gjørdist ein útreiðsla fyri Atlantic Petroelum á umleið 34 mió. krónur. Tvífalt so nógv olja í Chestnut Men nú sær betri út hjá før­ oyska oljufelagnum. Fruktir­ nar av innkeypinum í 2003 av trimum oljuleiðum í bretskum sjógvi, meðan oljuprísurin var í botni, verða nú heystaðar. Fyri­ reikingarnar at seta hol á Chestnut eru komnar væl áleiðis, og um væl veit við, so byrjar framleiðslan eina­ ferð í 2. ársfjórðingi. Tó er stjórin so mikið varin nú, eftir tær nógvu seinkingarnar higartil, at hann tekur tey fyrivarni, at framleiðslan møguliga ikki byrjar fyrr enn í 3. ársfjórðingi. Ein or­ søkin til nógvu seinkingina er ringa veðrið í vetur. Sambært fyribils meting­ um, so fær Atlantic Petrol­ eum eitt pluss á botnlinjuni á 100 mió. í 2008. Spurn­ ingurin er so, um tað fær negativa ávirkan á úrslitið, at fyrsta framleiðslan er so nógv seinkað? ­ Hesar útrokningarnar eru grundaðar á ein oljuprís á 70 dollarar fyri tunnuna. Vit vita jú, at oljuprísurin í dag er 100 dollarar, so hóast vit fáa færri framleiðslu­ dagar, so rokna vit við, at tann hægri oljuprísurin fer at viga væl upp ímóti tí, sigur Wilhelm Petersen. Nýliga kom fram, at ein øking – ella ”upside” – av oljuleiðini var funnin sunn­ an fyri verandi brunnar í Chestnut, og hetta merkir, at munandi meiri olja kann fáast úr brunninum enn higartil hildið. ­ Hetta merkir, at virðið á samlaðu verkætlanini økist munandi. Chestnut var upp­ runaliga mett at hava 7­10 mió. tunnur av olju, men við hesari øking rokna vit við nærum eini tvífalding, ella umleið 15 mió. tunnum, sigur Wilhelm Petersen og leggur afturat, at arbeiðið er í gongd við at bora ein framleiðslubrunn afturat í samband við hetta. Atlantic Petroleum luttek­ ur eisini í eini aðrari verk­ ætlan í hesum døgum, og tað er Ettrick oljuleiðin. Men hóast Chestnut er seinkað, so er ikki vist, at Ettrick verður tað. ­ Tað eru tveir ymiskir operatørar í hesum báðum verkætlanunum. Vit vóna at framleiðslan í Ettrick byrjar miðskeiðis í hesum árinum, men eisini her noyðast vit at taka fyrivarni fyri møgu­ ligum seinkingum, sigur Wilhelm Petersen. Luturin hjá Atlantic Petroleum í Ettrick er 8,3 prosent, meðan hann í Chestnut er 15 prosent. Men av tí at Ettrick er ein størri oljuleið, so verður samlaða nøgdin hjá Atlantic Petroleum væntandi størri í Ettrick enn í Chestnut. Partabrævakursir svíða Tað var tann tíð í fjør, tá kursvirðið á partabrøvunum hjá Atlantic Petroleum sá út til at vaksa inn í himmalin. Frá byrjan til endan av ári­ num hækkaði kursurin úr 570 til 1975 á keypskálanum í Keypmannahavn. Tá kurs­ urin toppaði á heysti í fjør var hann uppi á 2550 krón­ um. Men í skrivandi løtu er hann niðanfyri 1300, hóast oljuprísurin er omanfyri 100 dollarar fyri tunnuna. Ein partur av orsøkini til nógv lækkaða kursin skal nokk finnast í altjóða krepp­ uni á partabrævamarknað­ inum sum heild. Men Wilhelm Petersen útihýsir ikki, at seinkaða framleiðslan á Chestnut eis­ ini hevur havt sína ávirkan, hóast hann velur at kalla tað eina ”psykologiska ávirkan”. Hetta tí at virðini hjá felagnum eru ikki mink­ að, heldur tvørturímóti. Tó undrast hann ikki á, at kurs­ urin er so nógv fallin. ­ Marknaðurin hevur havt tað sera torført í seinastuni, so hetta kemur ikki óvart á okkum, sigur hann. Ein triðja orsøk til stóra kursfallið er, at Atlantic Petroleum hevur boðað frá eini kapitalhækking fyrra hálvár í ár. Wilhelm Peter­ sen heldur, at hetta kann hava lagt ein doyvara á um­ setningin av partabrøvu­ num. Við í triðju útbjóðing Landsstýrismaðurin í til­ feingismálum hevur lagt uppskot fyri tingið um triðju útbjóðing við Føroyar. Fer Atlantic Petroleum at luttaka í hesi útbjóðing? ­ Ja, tað ætla vit, sigur Wilhelm Petersen. Hvat er tað, sum ger før­ oyska økið áhugavert, nú fimm boringar eru gjørdar, og tann sætta er í gongd, men olja ikki er funnin í rakstrarverdum nøgdum enn, tað vit vita um? ­ Strategiskt hevur før­ oyska økið havt sera stóran týdning fyri menningina av okkara felagi, og tað hevur tað enn. Oljufeløg skulu yvirliva upp á langt sikt eins væl og upp á stutt sikt. Fyri okkum er føroyska økið at meta sum áhugavert upp á longri sikt, meðan loyvini í Bretlandi eru meiri áhugaverd upp á styttri sikt, sigur Wilhelm Petersen. Trongdir bankar yvirtakast Tann stóra óvissan á altjóða fíggjarmarknaðinum í seinastuni hevur fingið svensku stjórnina at fyrireika eina lóg, sum skal heimila stjórnini at yvirtaka bankar, sum koma í trupulleikar. Sama uppskot var frammi í nítiárunum, tá stjórnin hjá Carl Bildt noyddist at hjálpa bankum, sum vóru um at fara av knóranum. Tað kostaði táverandi stjórnini lívið, men tann núverandi borgarliga stjórnin ætlar ikki, at hon skal koma í vanda av somu orsøk. Fredrik Reinfeldt, forsætisráðharri, ætlar ikki at fáa somu lagnu sum Carl Bildt (Mynd: Vísir) Atlantic Petroleum: Chestnut helst tvífalt so stórt - Talið av nevndarlimum í dóttirfelagnum í Bretlandi, Atlantic Petroleum UK ltd., er lækkað úr 7 niður í tríggjar. Teir limir, sum framvegis eru í nevndini, eru: Wilhelm Petersen, Kjartan Hoydal og Richard Hardman. Úr nevndini eru farnir: Óli Hammer, Mortan Johannesen, Petur Even Djurhuus og Poul Mohr. Hesir fýra sita tó framvegis í nevndini í móðirfelagnum, P/F Atlantic Petroleum. Visti tú... Úrslit 2007: - 76 mió. krónur (2006: - 8 mió. kr.) Ognir 2007: 411 mió. krónur (2006: 361 mió. kr.) Atlantic Petroleum Wilhelm Petersen, stjóri í Atlantic Petroleum