mikudagur 26. mars 2008síða 26
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
vinnan
Nr. 58 - 26. mars 2008
Landgrunnurin
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Vit hava her ein samandrátt
av samrøðuni, sum Eyðun
Klakstein hevði á Rás2 við
ovasta leiðaran fyri oljuleit
ing á føroyska økinum,
Petur Joensen.
Vit hava havt tvey út
bjóðingarumfør og latið 14
loyvi. Av teimum eru trý
latin inn aftur, og tí eru 11
loyvi virkin í løtuni. Umleið
13 feløg eru við í leitingini.
Boraðir eru fimm brunnar
umframt tann, sum verður
boraður í løtuni. Komandi
ár verður eftir øllum at
døma ein brunnur boraður
aftrat, og ábendingar eru
um enn ein brunn í komandi
ári, tó at vit ikki hava fingið
nakað at vita um hann enn.
Tað er tí týdningarmikið at
staðfesta, at gongd er í
málinum, at grýtan er í kók
sigur Petur Joensen og held
ur fram:
Gullhornið ikki
gull vert
Loyvini, sum eru latin inn
aftur, liggja í sokallað Gull
horninum, sum tíverri ikki
gjørdist gull vert. Feløgini
her eru ikki hugað at hava
hesi loyvini longur, og frá
myndugleikanna síðu er
man ikki áhugaður í, at fe
løgini bara liggja við hesum
loyvunum og einki gera við
tey. Tí verða tey latin inn
aftur og eru til taks fyri onn
ur feløg, um nakar áhugi er
fyri teimum í framtíðini.
Oljuleiting er ein langsikt
að prosess, og tí halda vit
ikki, at vánaligu úrslitini í
Gullhorninum hava ávirkað
so nógv. Í tí løtu tá staðfest
verður, at eingin olja er, har
borað verður, so vil tað
altíð vera eitt vónbrot og
psykologiskt eitt niðurlag,
men uppá langt sikt halda
vit ikki, at tað hevur verið
avgerandi.
Kolvetnisskipan
staðfest
Uppá fyrispurning hvat tað
mest týðandi hevur verið í
oljuleitingini sigur Petur
Joensen, at mangir eru leik
irnir í einum longum talvi,
og oljuleiting er ein drúgv
prosess. Tað verður lagt
aftrat í smáum stigum fyri
tað mesta. Men er tað nak
að, sum man kann siga er
týdningarmikið, so er tað,
at vit fingu staðfest eina
virkna kolvetnisskipan, at
olja verður framleidd í
okkara undirgrund, tá fyrstu
brunnarnir vórðu boraðir.
Tað var ikki nøkur sjálv
fylgja, og var tí sera umráð
Reiðarí rinda rannsóknir
Politikararnir eiga ikki at krevja tilfeingisgjald frá reiðaríunum, tí tað
fer ikki at gagna nøkrum í vinnuni, heldur formaðurin í grønlendsku
fyritøkuni Polar Seafood, Kjeld Holmstrup. Ístaðin mælir hann til eina
skipan, har reiðaríini rinda part av útreiðslunum til fiskirannsóknir.
Hugskotið fær góða móttøku á Náttúrustovninum, sum stendur fyri
fiskirannsóknunum í Grønlandi, sum tó leggur dent á, at kanningarnar
mugu framvegis verða óheftar.
Polar Seafood er sinnað at rinda fyri
fiskirannsóknir í Grønlandi (Mynd: Vísir)
Bæði føroyskir jarðfrøðingar og olju
feløgini eru samd um, at tað á føroyska
landgrunninum er nógv eftir, sum er áhugavert
at kanna. Tað eru t.d. nógvir stórir strukturar,
sum kunnu vera oljugoymslir, hóast tað ikki
nýtist at vera so. At pakka saman við tað fyrsta
rokni eg als ikki við, at oljufeløgini gera, hóast
einki rakstrarverdugt oljufund er gjørt enn.
Tað fara í hvussu er at ganga mong ár, áðrenn
oljufeløgini geva skarvin yvir segði Petur
Joensen, stjóri á Jarðfeingi í samrøðu við
útvarpsrásina Rás2 herfyri
Petur Joensen, stjóri á Jarðfeingi hevur bæði
beinini á jørðini, nú borað verður í óvissuni
fleiri túsund metrar niðri í føroysku
undirgrundini
Nógv áhugavert at síggja