mikudagur 26. mars 2008síða 27
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
vinnan
Nr. 58 - 26. mars 2008
Oljuprísur rakar meint
Bretska flogfelagið Easyjet, sum er eitt av teimum sokallaðu
lágprísfeløgunum, er meint rakt av tí høga oljuprísinum. Andy Harrison,
aðalstjóri, sigur við BBC, at tann 7. februar kostaði oljan 840 dollarar fyri
tonsið, og at hon nú kostar meiri enn 1.000 dollarar. Tað fer sambært
stjóranum at kosta Easyjet góðar 425 mió. krónur eyka seinna hálvár í ár.
Kortini væntar aðalstjórin ikki, at Easyjet fær nakrar trupulleikar av dýru
oljuni.
Easyjet væntar at styrkja sína støðu á marknaðinum,
nú oljan er so dýr (Mynd: DR)
andi at fáa ta staðfesting
ina.
Basaltknúturin
Økið hevur so eisini ta av
bjóðing, at tað í stóran mun
verður dekkað av basalti.
Basalt er so heldur ikki tað,
sum oljufólkum dáma best,
tí tað er trupult at síggja
gjøgnum tað við seismikk
inum. Og man helt eisini, at
tað fór at vera trupult at
bora ígjøgnum. Men tey
viðurskiftini eru greiðari
nú, tí vit hava fingið loyst
upp fyri knútinum. Man
hevur ment tøknina, so man
sær betur, hvat fjalir seg
undir basaltinum, hóast tað
er langt eftir enn. Man hev
ur eisini staðfest, at tað at
bora gjøgnum basalt er
heldur ikki so trupult, sum
man roknaði við.
Haraftrat kann man siga,
at tá fundir verða gjørdir
hinumegin markið, so hevur
tað eina psykologiska ef
fekt, sum telur uppeftir.
Oljuprísirnir, sum hækka,
hava so eisini eina effekt í
og við, at tað lønar seg betri
at leita eftir og framleiða
olju í nýggjum, torførum
og dýrum økjum.
Ávirkan eystanífrá
Oljuleitingin vestan fyri
Hetland hevur flutt seg so
spakuliga vestureftir, soleið
is at áðrenn vit fóru at leita,
tá høvdu feløgini funnið
olju í Foinaven og Schiehall
ion feltunum, sum ikki eru
so langt frá okkara marki,
og tað vakti so áhugan hjá
oljufeløgunum,
at
tey
mettu, at tað helst var okk
urt at finna hjá okkum eis
ini.
Tað merkti so eisini fyrsta
útbjóðingarumfarið í 2000.
Tá vit so høvdu annað út
bjóðingarumfar í 2005, tá
vórðu rykti í vinnuni, at tað
varð gjørt eitt fund tætt upp
at markinum aftur, eitt
loyvi, sum nevnist Rose
bank, og har Chevron er
fyristøðufelag. Tað haldi eg
eisini hevði eina positiva
ávirkan á okkara 2. útbjóð
ingarumfar, so eg kann bert
siga, at positivar hendingar
í bretskum øki ávirka eisini
okkum.
Oljuprísurin
Hvørja ávirkan heldur Pet
ur Joensen methøgi oljuprís
urin hevur á føroyska olju
leiting?
At oljuprísurin er høgur
ger, at oljufeløgini vinna
pengar, og hava tí eisini
pengar at leita fyri. Men
tað er nú heldur ikki soleið
is, at oljufeløgini skúma
allan fløtan, tí tey, sum eru
veitarar
til
oljuvinnuna
taka sjálvandi eisini sín part
av køkuni. Tað er dýrt at
leiga pallar og veitingarskip
osfr. Men at fleiri pengar
koma inn ger, at tað er
meira áhugavert at gera
íløgur. Vit vita ikki, hvat
langsiktaði oljuprísurin er,
sum oljufeløgini gera sínar
íløgur út frá. Tey gera íløgur
nú, og inntøkurnar koma
nógv seinni. Til ta tíð kann
prísurin verður ein heilt ann
ar.
Petur Joensen vísir á, at
tá vit gjørdu oljuskattalóg
gávuna fyri 10 árum síðani,
tá gjørdu teir útrokningar
við ymsum prísum sum
grundarlag.
Teir
vórðu
10,12, 14 og 17 dollarar ,
sum vórru tað mest realist
iska tá. Men so tók man eitt
ekstremt dømi uppá 28 doll
arar, sjálvt um tað ikki var
realistiskt. So tað er ringt at
siga nakað um.
Men er ein høgur olju
prísur ikki fortreyt fyri, at
nakar tímir at leita eftir olju
í einum øki sum tí før
oyska.
Tað veldst um, hvussu
kostnaðirnir í vinnuni laga
seg. Er stórt virksemi, so
fara veitararnir avstað við so
nógvum. Minkar tað fara
teir við minni. So hvussu
nógv liggur eftir til oljufe
løgini er rættiliga avgerandi.
Tað er tí ikki bara, hvussu
høgur oljuprísurin er, men
sjálvandi hevur tað týdning.
Avbjóðingar
Verður tað føroyska økið
roknað sum trupult at ar
beiða í?
Øll øki hava sínar av
bjóðingar. Eisini tað før
oyska. Vit hava basaltið,
sum er ein avbjóðing. So
sjálvt um loyst er upp fyri
knútinum, er nógv eftir at
vita. Vit vita t.d. ikki,
hvussu tjúkt basaltið er tey
ymsu støðini á landgrunnin
um. Vit kenna heldur ikki
jarðløgini undir basaltinum,
hvat tað er fyri slag, og
hvussu tey forma seg. Og
tey náttúrligu viðurskiftini
fyri at bora, tvs. veður,
streymur, vindur og stórt
havdýpi eru eisini ein av
bjóðing. Men hinvegin telur
tað nógv, at vit hava stabil
viðurskifti í mun til nógv
onnur øki. Tað telur í
hvussu er rætta vegin, hóast
avbjóðingarnar eru rættiliga
stórar. Síðani eru eisini onn
ur viðurskifti. At vit t.d.
liggja rættiliga langt burtur
frá infrastrukturinum. Um
man t.d. finnur gass so setir
tað stór krøv til, at fundini
verða stór. Tí gass verður
flutt í land gjøgnum rør
leiðingar, og fyri at tað skal
loysa seg búskaparliga, má
fundið hava eina ávísa
stødd. Tí fylgja vit við tí,
sum hendir vestan fyri Het
land. Har er ein verkætlan í
gongd, har man roynir at
finna fram til, hvussu man
kann byggja rørleiðingar
longur vestur móti okkara
marki, so tað er nakað vit
fylgja við stórum áhuga.
Um Williambrunnin sigur
Petur Joensen, at hann er av
slíkum slag, at eingir upp
lýsingar koma út, meðan
borað verður. Har eru nakr
ar fyrisitingarreglur, børs
reglur, sum eisini Jarðfeingi
má virða.
Leiting heldur fram
Nær verður nakað avger
andi nýtt um oljuna á land
grunninum, antin at olja
verður funnin ella at olju
feløgini pakka saman.
Soleingi sum umstøður
nar eru sum nú, so fer leit
ingin at halda fram. Tað,
sum drívur verkið, er, at
oljufeløgini halda, at nakað
ahugavert er at fara eftir.
Síðani er tað búskaparligi
parturin. Tað eru ikki bara
oljufeløgini, sum kanna
jarðfrøðina. Tað gera okkara
jarðfrøðingar eisini. Og
bæði teir og oljufeløgini
eru samd um, at her er nógv
eftir, sum er áhugavert, og
tað eru nógvir stórir struk
turar, sum kunnu vera olju
goymslur, hóast tað ikki
nýtist at vera so. At pakka
saman við tað fyrsta tað
rokni eg als ikki við. Tað
fara í hvussu er at ganga
mong ár enn segði Petur
Joensen í samrøðu við
útvarpsrásina Rás2 herfyri.
Transocean Rather, sum borar á landgrunninum í løtuni
í føroysku undirgrundini