Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-26, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. mars 2008síða 28

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 58 - 26. mars 2008 Bygdarlív Snorri Brend snorri@sosialurin.fo myndir: Jens Kristian Vang Kolbeinagjógv: Tað er tíð­ liga á morgni tíðliga í hes­ um mánaðinum. Kuldi er í luftini og nakað av vindi. Leiðin liggur framvið Strondum og eftir longsta vegnum í landinum, Sela­ traðarvegnum við sínum sløkum 900 húsanumrum. Hesaferð skulu vit ikki so langt norður. Tveir kilometrar frá Strondum liggur tann næsta bygdin við navninum, sum so stórur ivi er um hvussu hon stavast rætt. Mong ymisk uppskot eru um hetta. Onkur kallar bygdina Kolbanagjógv og onkur annar Kolbanar­ gjógv. Bygdarfólkið sjálvt man kortini ikki vera í iva: Heim­ bygd teirra eitur í øllum førum Kolbeinagjógv! Hetta sama staðfesti eisini tann serstaka nevndin, sum varð sett at endurskoða føroysku bygdanøvnini. Nevndin vísti á, at ógreitt er, hvør er upprunin til bygdarnavnið Kolbeina­ gjógv, men at hesin form­ urin hevur verið í brúki leingi og hevur vunnið sær vissa hevd við at byggja á sniðið Kolbeina og ikki Kol­ bana. ­ Vit eru sum ein býlingur á Strondum, sum Meinhard Jacobsen úr Kolbeinagjógv, sum bygdi sær egin hús í bygdini fyri 17 árum síðani. Frá gerði til bygd Tað eru uttan iva tey, sum seta spurnartekin við, hví í víðu verð at fólk í síni tíð settu seg niður á einum so fjarskotnum staði. Kolbeinagjógv telist mill­ um tær yngru niðursetu­ bygdirnar í landinum, og kom líkasum ikki upp í part, fyrrenn fyrsti maður búsetti seg niður her fyri 75 árum síðani. Hetta var Rasmus Jacob­ sen, sum í 1933 setti seg niður á hesum staði, við tí fyri eyga at fáa eitt gerði til at fóðra kúnna við. Neyvan mundi hann dugað at ímynda sær, at hetta eina gerðið fór at gerast til eina heila bygd. Til tess at vísa á hetta týdningarmikla stigið, er minnisvarði reistur, eins og høvuðsgøtan í bygdini er uppkallað eftir hesum manni ­ Rasmusargøta. Eitt annað serstakt við Kol­ beinagjógv er, at tey flestu í bygdini bera eisini eftirnavn hansara, Jacobsen. Eftir Rasmusi fylgdu onnur, soleiðis at bygdin í dag hevur eitt íbúgvaratal uppá 40 fólk ­ ella rættari 41: Dagin fyri, sum Sosial­ urin vitjaði Kolbeinagjógv var eitt dreingjabarn úr bygdini borið í heim! Her eru í øllum førum eingi tekin um, at bygdin stendur í minking. Millum 32 og 40 At bygdin fekk ein nýggjan borgara aftrat henda týs­ dagin 4. mars, staðfestir bert at hesi bygdini er og verður lív lagað. Hetta sama prógva hag­ tølini um broytingar í fólka­ talinum, sum Hagstovan hevur gjørt. Sambært hesum tølum sæst, at tey seinastu 23 árini hevur fólkatalið okkurt árið ligið uppi á 40, tá tað var hægst og niðri á 32, tá tað var lægst. Í 1985 og í 1986 búðu 40 fólk í Kolbeinagjógv, men síðani byrjaði talið at minka, um somu tíð sum búskaparliga kreppan var um alt landið og nógv fólk fluttu aðrar staðir at búgva. Tosað verður um, hvussu stórt tal av føroyingum fluttu uttanlands at búgva, men fyri fólkið í Kolbeina­ gjógv mundi tað kennast hugstoytt at staðfesta ta stóru prosentvísu fráflyting­ ina úr bygdini í 90’árunum. Sama tal Í 1999 og í 2000 búðu bert 32 fólk í bygdini, og roknað í prosentum var her talan um eina rættiliga stóra minking uppá heili 20 pro­ sent í mun til 13 ár framm­ anundan. Síðani tá er fólkatalið so líðandi vaksið ár undan ári til tey 41, sum tey øktust til 4. mars í ár. Hagtølini frá Hagstovuni vísa, at fólkatalið alt árið í fjør lá støðugt uppi á 41 og er tað enn. Sambært tølun­ um flutti ein íbúgvi úr bygd­ ini og úr Føroyum í januar mánaði í ár, men tann nýggi borgarin í Kolbeinagjógv gjørdi sítt til, at fólkatalið framvegis liggur á 41 í teim­ um 11 sethúsunum í bygd­ ini. At enda vísa hagtølini, at tað altíð hava verið fleiri mannfólk enn konufólk í bygdini í 21. øld. Í 2001 var talið javnt stórt, 17­17, men í 2004 vóru 23 mannfólk og 17 konufólk í bygdini. Seinastu hagtølini frá 2007 um býti millum kynini vísti, at tá vóru 20 mannfólk í Kolbeinagjógv og 19 konu­ fólk. Siðbundin Eingin bygd livir kortini bert uppá tøl og hagtøl. Trivnaður og arbeiðspláss eiga eisini at vera á einum slíkum staði. Tá talan er um arbeiðs­ pláss í Kolbeinagjógv, so finst einki slíkt her, men fólk arbeiðir aðrastaðni í Bygdin fer myndir Jens Kr. Vang Orð Snorri Brend Nordoyggjar - Kolbeinagjógv hevur altíð verið ein lítil bygd. Hóast hon liggur fyri seg, er henni kortini lív lagað, sigur Meinhard Jacobsen í Kolbeina- gjógv. Hann er 1 av 41 íbúgvum í bygdini, sum liggur 70 kilometrar úr høvuðsstaðnum, men hagar skjótt slepst um nøkur ár, tá Skála- fjarðartunnilin gerst veruleiki - Mítt hægsta ynski er, at Kolbeinagjógv skal mennast í framtíðini, sigur Meinhard Jacobsen EYSTUROY