Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-26, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. mars 2008síða 31

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 58 • 26. mars 2008 MIÐvIkaN 31 motorsúklu. Men hetta mundi vera ov strævið sum frá leið, so tey fluttu til Gøtugjógv, har tey í nógv ár búðu í tí elsta skúlanum við Gøtugjógv. Men so bygdu tey sær hús í Norðragøtu, har Øregaard eisini í fleiri ár hevði handil. Upprunaliga var handilin inni hjá systir hansara Hansinu. Jákup Frederik fór tíðliga upp í politik og varð valdur inn á ting í 1939 fyri javnaðarflokkin, sum tá var rættuliga nýggjur. Forsøgan kann vist sigast at vera tann, at Hans Jacob Havstreym í Gøtu annars var upplagda evnið sum løgtingsmaður fyri javnaðarflokkin í Eysturoynni. Men hann gekk burtur við Immanuel í 1932. Tann, sum fyrst og fremst myndaði javnaðarflokkin, tá ið Jákup Frederik kom á ting, var Petur Mohr Dam. Teir báðir vóru vist rættiliga ólíkir. Petur Mohr Dam var tann meira háfloygdi og teoretiski, meðan Øregaard var tann meira jarðbundni og realistiski. Men hóast hendan munin millum teir, komu teir nógv ár at mynda flokkin í felag. Øre­ gaard fekk álitisstørv sum at vera formaður fyri tinginum. Tað var hann árini 1946­1950, 1958­1963 og frá 1966­1978, tá hann legði frá sær. Hann var tískil løgtingsformaður í heili 20 ár. Tá ið javnaðarflokkurin var í landsstýrinum, var hann eisini formaður í fíggjarnevndini. Her er eisini talan um nógv ár. Hetta var langt áðrenn nakað var uppfunnið, sum kallaðist løgtingsumsiting, ið ofta hevur meira vald enn tingið sjálvt. Øregaard gjørdi, sum hann helt vera rætt, uttan mun til, hvat ið onnur, eisini floksfelagir, hildu. Og tað var minst líka gott skil á tá sum nú. Jákup Frederik plagdi at siga, at man kundi ikki stóla uppá nakran uttan seg sjálvan, sjálvt í egnum flokki. Hann legði heldur ikki tað stóra í avgerandi prinsipp hjá javnaðarflokkinum. Eitt var ikki at taka ímóti riddarakrossi. Tá Øregaard fekk krossin í boði, tá tók hann av, enntá fleiri ferðir. Tað vóru eisni tey, sum hildu Øregaard vera so høgrahallan, at hann als ikki hoyrdi heima í javnðarflokkinum. Hetta kom ikki minst til sjóndar, tá ið Atli Dam gjørdist floksformaður. Men hann var uppbakkaður alla sín tíð av sínum veljarum. Øregaard var eisini onkur skeið limur, og eisini formaður, í kommunustýrinum í Gøtu. Øregaard kom at stóran týdning fyri vinnulívið í Gøtu, og sigast kann, at hann var við at leggja grundarlagið fyri, at Gøtu er so væl fyri sum í dag, tá hugsað verður um uppisjóvarflotan. Tað var í 1963, at línubáturin Finnur Fríði kom til Gøtu. Reiðarí­ ið var Gøtu Samvinnufelag við Øregaard sum stjóra. Tá var gongd við at koma á kraftblokka­ veiðuna, og Finnur Fríði fekk kraftblokk í 1965. Hetta gekk væl, og fyrst í 1970­unum varð fyrsti Jupiter bygdur á Skála fyri 7 mill. kr. Hetta gekk eisini væl, og ein nýggjur bátur av sama slag varð bílagdur. Tá gjørdi Øregaard eina feil­ meting. Hetta var júst í teirri tíðini, tá ið reguleringarnar av uppisjóvarfiskasløgini byrjaðu. Tað var vist í 1974, at føroysku kvoturnar gjørdust so avmarkaðar, at Øregaard ikki sá útlit vera fyri at hetta kundi bera til við einum nótaskipi afturat. Tískil varð sáttmálin yvirtikin av Palla Rasmussen, og hetta er gingið uppá stás, sum øll vita. Teir hava í ordra eitt skip sum kostar 2­300 milliónir. Men tað hava gøtumenn forrestin eisini. Grundarlagið var í ordan. Øregaard fekk ikki langt lív eftir at hava lagt frá sær. Bert fá ár eftir doyði hann í 1980 í eini ferðsluvanlukku, 73 ára gamal. Helga og Jákup Frederik áttu børnini Unna, Rúni og Gunnvá. Genturnar búgva í Danmark og Rúni býr í Havn. Systkini Beiggin Sylverius var giftur við Johannu í Hoyrikisstovu. Hann hevði sera gott skil á sjónum. Teir komu eina ferð inn við Roynd­ ina. Bakka Kristian var formaður. Men tá ið teir koma inn ímóti køvdi av í mjørka. Men Sylverius visti, hvussu tað rak. Hann sigldi í ein beinan vestan. Hetta var beint uttanfyri Borðoyanes, og hann visti, at hetta var einasta stað, har vestfallið gongur í beinan vestan, og hann kom beint inn. Poul Andreas var giftur við Elisabeth hjá skómakaranum. Hann var roknaður fyri at vera ein snillingur, tá ið tað snúði seg um maskinur. Hann kundi fáa alt at ganga. Petronella, kallað Nella, var gift við Martin Karl, sum var ættaður frá Gøtugjógv. Hann hevði handil í bygdini. Karl doyði ungur, men ættin førdi handilin víðari og fekk sær eisini fiskastykki at turka fisk á. Sum fyrr nevnt giftist Hansina við Jóan Jakku á Brúnni í Norðra­ gøtu. Tey vóru kend sum skilafólk, og minnist eg tey og teirra sum góðar grannar. Tey áttu døturnar Anna og Poula. Poula hevur eisini givið sítt íkast til hesa frásøgn, eisini við myndum. Tøkk til Hans Petur Aftaná at Hans Petur var farin frá við eftirløn, búðu tey í Føroyum í eini 8 ár. Tey fluttu niður aftur, men áttu húsini í 20 ár. Dóttirin Thurid hevur eisini verið fitt í Føroyum. Hon hevur tvær ferðir verið vikar í skúlanum í Fuglafirði. Fyrst í eitt ár og síðan í hálvt ár. Hans Petur fylgir framvegis sera væl við tí, sum hendir í Føroyum. Hann fegnast um, at Lorvík og Gøtu nú leggja saman í eina kommunu. Tað hevur altíð verið so nógv samband millum bygdirnar. Í gomlum døgum var ikki bakkað fyri at ganga um fjallið, ein teinur sum mundi taka ein tíma hvønn vegin. Tá róð varð út, plagdu menn at fara um fjallið til Gøtu, síðan út til Søldarfjarðar at keypa sild til agn. So gekk leiðin sama veg aftur til Lorvíkar. Tástani var farið til útróðrar. Í dag kann komast millum bygdirnar eftir nøkrum fáum minuttum, so her kann ikki vera nakað av ivast í at leggja saman. Hans Petur hevur eina hugna­ liga pensjonistatilveru. Hann er á dagstovni tvær ferðir um vikuna. Hvønn mikudag og fríggjadag fer hann á Kong Fredrik 9’s heim, har tað er ymiskt ítriv, og har hann eisini fær venjingar av ymiskum slag. Tað var sera hugnaligt at fáa hetta prátið við Hans Petur og Nomi, og eisini við dótrina Thurid. Hans Petur hevur havt eitt spennandi lív líka frá at sigla við deyðsiglara og til at gerast leiðandi politistur í Danmark. Hetta er eitt arbeiði, har tað ofta stendur nógv á, eisini í vanligum tíðum. Politistar koma sum nakrir at kenna baksíðuna av samfelagnum, og uppgávan er so eisini at kunna linna um hjá teimum, sum koma illa fyri. Fyri meg sjálvan var tað eisini stuttligt at koma at kenna Hans Petur og Nomi persónliga. Tað var stuttligt at koma inn á gólvið hjá teimum, og verður høvið til tess verður helst komið inn á gólvið hjá teimum aftur. Tann mest ótespuliga uppgávan hjá politinum í nýggjari tíð var avrættingin av teimum, sum vóru dømd til deyða fyri landasvik undir hersetingini. Politihistorisk forening í Keyp­ mannahavn hevur beint nú eina serframsýning um politiið undir rættaruppgerðini, og upplýsing­ arnar í hesum parti av frásøgnini er í høvuðsheitum frá hesi framsýning. Á framsýningini verður spældur ein filmur, har ein danskur politist­ ur Helge Stub greiðir frá sínunm starvi sum bøðil. Beint eftir hersetingina vóru fólk so øst um tey, sum høvdu svikið sítt fólk, at tað hevði ikki staðið á at fáa sjálvboðin til hesa uppgávu. Tey vóru 200 sum bjóðaðu seg fram. Men teimum var ikki svarað til. Tað endaði við, at politiið fekk álagt hesa uppgávu sum eina tænastuskyldu. Hetta gekk fyri seg á tann hátt, at 10 politistar fingu boð um at koma á ein fund dagin fyri, sum avrættingin skuldi verða somu nátt. Her fingu teir boð um at luttaka í komandi avrætting. Tað bar til at bera seg undan, um serligar samvitskugrundir vóru fyri tí. Teir allarflestu tóku tó boðini til eftirtektar. Onkur skuldi jú gera hetta, og tað kundi tað sama vera teir sum onkrir aðrir. Hetta var fyrsta avrætting í Danmark síðan 1891. Tað vóru feldir 78 deyðadómar, av hesum vóru 46 fullførdir. Politistar frá øllum landinum fingu hesi tænastuboð, og avrættingarnar skuldu fara fram í Keypmannahavn og uppi í Jyllandi. Listarnir yvir teir, sum luttóku í avrættingini, vórðu fyribeindir aftaná, og annars avtalaðu luttakandi politistarnir, at teir skuldu ikki gretta orð um hetta í 20 ár. Teir flestu vildu kortini ongantíð tosa um hetta, men onkur undantøk hava so verið. Tann fyrsta avrættingin var av danska SS­mannin Flemming Helweg­Larsen, sum var dømdur fyri at hava skotið blaðstjóran á BT Carl Henrik Clemmensen sum hevnd fyri danska mótstøðu mótu týska hersetingarvaldinum. Helweg­Larsen játtaði seg sekan, og tí var hansara mál skjótt avgreitt, og hann varð avrættaður 6. januar 1946. Tað kann skoytast uppí, at júst hetta morðmál framvegis er nógv frammi í danskari pressu. Ein annar, sum var við í hesum morði, var SS­arin Søren Kam, sum tað eydnaðist at flýggja til Týskland, har hann enn livir í besta blóma sum týskur ríkisborgari. Danska stjórnin roynir sum undanfarnar danskar stjórnir at fáa Søren Kam útflýggjaðan til rættarsókn í Danmark, men enn uttan úrslit. Fyrsta uppgávan var at fara við tí deyðadømda úr fongslinum út á tað núverandi Christiania, har avrættingin skuldi fara fram. Tað serliga var eisini, at pápin, ein gamal dómpróvstur var við í ferðini, og hann fylgdi soninum til tað allar seinasta, og pápin royndi at ugga sonin sum frægast. Pápin hevur skrivað um, hvussu Deyðadómarnir Vanliga fingu fangarnir bert blikkborðiskar at eta av. Men til seinasta máltíðina fingu teir deyðadømdu hetta porselenbestikkið