mikudagur 26. mars 2008síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
[ Nr. 58 - 26. mars 2008 ]
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
- Sjálvandi er møðin enn í kroppinum. Men eg haldi tað sær út
til, at vit allar veruliga eru klárar nú.
Durita Ljósstein
Hóast nógvar dystir
og drúgva ferðing so
ivast Durita Ljósstein
ikki í, at føroysku
kvinnurnar megna
at toga seinastu
kreftirnar fram hetta
til sunnudagin
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Sum partur av FM-liðnum
hjá Stjørnuni er Durita Ljós-
stein millum teirra, sum
hava havt einar strævnar
páskir. Men hóast hetta og
hóast tríggjar flogferðir síð-
ani sunnudagin, so heldur
hon, at bæði hon og liðfel-
agarnir eru til reiðar at
trýsta seg seinasta pettið,
nú dystirnir í Challenge
Trophy-kappingini eru á
skránni.
- Sjálvandi er møðin enn
í kroppinum. Men eg haldi
tað sær út til, at vit allar
veruliga eru klárar nú, sigur
Durita Ljósstein.
- Hóast vit ferðaðust í
allan gjár, so helt eg, at
venjingin í gjárkvøldið var
betri, enn hon var í Dan-
mark. Kanska føla vit nú, at
nú er tað álvara. Vit umboða
okkara land, tá vit spæla
her niðri, og tá er tað ofta
so, at tú klárar at toga sein-
astu kreftirnar fram.
Bosnia favorittur
Sjálv var Durita partur av
liðnum, sum fyri tveimum
árum síðani var í Bosnia.
Ta ferðina var tó avmarkað,
hvussu stór mótstøðan var,
og tí kenna føroysku spælar-
arnir ikki so nógv til hini
liðini.
- Cypros spældu vit ímóti
í hálvfinaluni ta ferðina, og
tær høvdu eitt fínt lið. Bos-
nia er eisini við hesaferð,
og tær vóru rættiliga sterkar
fyri tveimum árum síðani.
Og helst mugu tær roknast
sum favorittar, hóast eg ikki
kenni nakað av liðunum
nakað serligt. Og Finnland
hevur helst eisini eitt sterkt
lið, so har verður nokk at
hugsa um hjá okkum.
Men tað er kanska eisini
stuttligari, tá kappingin er
harðari, enn hon var sein-
ast?
- Avgjørt. Eg veit ikki
ordiliga, hvat hatta var fyri
kapping, sum var seinast.
Men tað er deiligt, at kapp-
ingin hesa ferð verður
størri. Tað ger tað í øllum
førum nógv stuttligari at
spæla, sigur Durita Ljós-
stein.
Enn er ikki greitt,
nær tað verður satsað
uppá, at fóturin
hjá Joan Midjord
Djordjevic er nóg
stinnur til dyst í
Challenge Trophy
kappingini
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Larnaca, Cypros: Harðasta
skráin á ferðini hjá føroyska
kvinnulandsliðnum hevur
hoyrt heima hjá Tinu Jacob-
sen, sum er fyrisotera-
peutur.
Við fimm dystum í fimm
dagar er eingin ivi um, at
ein
fyrisoterapetur
skal
hava sítt at síggja til, men
hesa ferð byrjaðu marathon-
viðgerðirnar
hjá
henni
longu
sunnudagin.
Ikki
minst, tí nógvar av spælar-
unum vóru partur av hørðu
FM-finalunum.
Við einum undantaki hev-
ur talan tó »bert« verið um
eymar vøddar, sum skulu
mýkjast nakað, soleiðis at
møðin skjótari fer úr kropp-
inum, men hjá Joan Midjord
Djordjevic hevur støðan tó
verið nakað verri.
Kunnu satsa
Ein keiktur fótur krevur
sína tíð at koma fyri seg, og
stóri spurningurin er, um
Jakob Jónsson er áhugaður
í at spæla russiska roulettu
við einum av týdningar-
mestu spælarunum hjá Før-
oyum.
Tí við einum væl tapaðum
fóti ber til at spæla – í øllum
førum ein dyst. Joan sýndi
eisini, at hon kann bíta pín-
una í seg, tá hon noktaði at
geva skarvin yvir í finalu-
dystinum, har hon spældi
stóran part av seinna hálv-
leiki.
Men verður hon tveitt á
vøllin, so er vandi fyri, at
fóturin aftur versnar, og so
er spurningurin, hvat er
vunnið. Og tann spurning-
urin verður helst ikki svar-
aður, fyrr enn beint undan
dystinum móti Estlandi.
Hóast føroysku venjararn-
ir enn ikki hava sæð aktuellu
útgávuna av mótstøðulið-
unum, so verður roknað
við, at Estland og Cypros
eru harðastu mótstøðuliðini
í okkara bólki. Og við
Bosnia sum stórfavoritti at
vinna hin bólkin kann týdn-
ingurin av einum fremsa
plássi
í
bólkaspælinum
verða stórur. Og tí er spurn-
ingurin altso, um venjarin
velur at brúka Joan longu
nú.
Tann spurningurin verður
tó helst ikki svaraður fyrr
enn seinnapartin í dag.
Tað seinasta verður
togað fram
Saman við málverjunum báðum, Tommu og Fríðu Petersen, sæst Durita her bíða eftir bussinum, sum skuldi koyra liðið til venjing hósmorgunin
Joan er
ivamálið
Enn er ivasamt hvussu verður við Joan