Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-26, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. mars 2008síða 35

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

35 [ Nr. 58 - 26. mars 2008 ] Við einum hópi, har Kalule er kendasti navnið, er setningurin úti á Amager fram­ vegis, at teir vilja spæla í superliguni um tvey ár Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Hóast niðurflyting stóð á skránni seinasta vár, so gongur tað nú við fullari ferð framá hjá Toda Jónsson og hinum í Fremad Amager. Fíggjarliga og umsiting­ arliga fundamentið undir felagnum er tað, sum størst fokus hevur verið á fyrsta árið í felagnum, og at áhugin er øktur, sást týði­ liga, tá felagið annan páska­ dag spældi fyrsta heima­ dystin í várhálvuni. Undan dystinum varð skipað fyri sponsor­tiltaki í felagshølunum, og til samans mundi talið av gestum vera um tey 100. Og tað munnu tað neyvan vera nógv feløg í donsku 2. deild, sum kunnu breggja sær av. Ítróttarliga er fremsta fortreytin tó, at felagið aftur skal upp í 1. deild, og tann parturin er væl ávegis, nú Fremad Amager er á odda í deildini. Ungu føroysku spælarar­ nir í felagnum høvdu vitjan av foreldrum sínum um páskirnar, og tey kundu millum annað hoyra, hvussu ítróttarstjórin í felagnum roknaði við, at hesir um kanska bara hálvt ár av álvara kunnu verða við til at styrkja um fyrstaliðshópin. Sjálvan mánadagin gekst annars ikki heilt so væl, sum ætlanin annars var. Hóast Fremad Amager sat á mest sum øllum fyrra hálvleiki, so eydnaðist bert tí ferðina at senda bóltin í meskarnar. Og tá teir eftir steðgin settu ferðina niður, var um at ganga heilt galið. Greve javnaði fyrst til 1­1, og hóast gestirnir fingu ein mann útvístan, eydnaðist teimum við beinleiðis frísparki at leggja seg á odda 2­1. Tá vóru teir 90 minuttirnir farnir, men Anders Jochumsen gjørdist kortini dagsins maður, tá hann beint undan seinasta briksl­ inum skoraði útjavnandi málið. Kalule, sum enn ikki er heilt so kendur sum hart sláandi pápin, sum eitt skifti bar HM­beltið í nevaleiki, kom á vøllin sein­ asta hálva tíman av dysti­ num. Enn er navn hansara – í øllum førum eftirnavnið – kendasta ítróttanavnið í Fremad Amager hópinum. Men ætlanin hjá Toda og teimum heldur enn røttu kósina, og hvør veit? Kanska fer hópurin í framtíðini aftur at telja nøvn, ið verða eins kend sum Søren Lerby, Frank Arnesen og Ivan Nielsen, sum jú allir byrjaðu sína yrkisleið í felagnum. Fleiri teirra forrestin saman við Frank Skytte, sum jú eisini er kendur her í Føroyum. Men tað er so ein heilt onnur søga. Trupul tíðarrokning Ofta verður tikið til, at føroyingar og neyvar klokkufestingar ikki eru so sambærligar. Men størsta orsøk til forargilsi fyrsta dagin hevur í øllum førum verið, hvussu cypriotar meta týdningin av klokkufestingunum. Meðan kappingin er, eru fastar bussleiðir, sum flyta hópirnar til og frá venjing og dystum, men hóast hesir hava eina ferðaætlan, skal hendan ikki takast í serliga stórum álvara. Soleiðis upplivdi føroyska liðið í gjár, at tær máttu bíða í 25 minuttir, tá farast skuldi til venjing. Og hóast onkur av leiðarunum tosaði við stórum stavum við bussføraran, so var skilið tað sama, tá hópurin skuldi aftur á hotellið. Spæla í somu høll Tað verður bert tann eina høllin, sum verður nýtt til dystir­ nar á Cypros. Men so er talan hinvegin um eina høll, har umstøðurnar í flestar mátar eru í toppi. Hendan liggur skamt uttan fyri Larnaca, har ferðalagið heldur til, og er partur av einum stórum ítróttardepli. Talan er annars um sama depil, sum føroyska fótbóltslandsliðið nýtti til sínar venjingar, tá teir fyri fýra árum síðani vitjaðu á Cypros. Ein onnur høll verður tó eisini nýtt til nakrar av venjingunum hjá liðunum. Fremad veksur við fullari ferð Umleið 100 fólk – harav 70 sponsorar – vóru til tiltakið, sum markeraði fyrsta heimadystin hjá Fremad Amager í vár Lindberg og Christiansen til OL Tað verður hálvi tvøramaðurin skal saman við Lars Christiansen manna vengurnar hjá Danmark til Olympisku leikirnar í heyst HONDbóltur Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Við at gerast evropameistarar tryggjaði danska hondbóltslandsliðið sær beinleiðis luttøku til Olympisku leikirnar, sum vera í Kina í heyst. Men hóast long tíð er til leikirnir byrja, og landsliðið enn ikki er úttikið, so hava nakrir leikarar fingið endalig boð um, at teir skulu við til Beijing. – Vengurnir hava fingið greið boð. Teir vita, at einans Hans Lindberg og Lars Christiansen skulu við til OL, hevur Ulrik Wilbek, danskur landsliðsvenjari, sagt við danska blaðið Jyllands­Posten. Orsøkin til, at Ulrik Wilbek longu nú boðar frá, hvørjir mans skulu manna vengurnar til Olympisku leikirnar er, at landsliðsvenjarin einans hevur loyvi til at úttaka 14 mans í mun til 16, tá evropameistarakappingin var í Noreg herfyri. Teir, sum koma í næstu røð til vongplássini eru Lars Rasmussen, Anders Eggert, Lasse Svan Hansen og Mikkel Aagaard. Hesir mugu vera tøkir, um annaðhvørt Hans Lindberg ella Lars Christiansen verður skaddur, men tað eru tað ikki allir, sum eru sinnaðir til. Mikkel Aagaard hevur nevniliga longu boða frá, at Ulrik Wilbek ikki skal rokna við honum. Mikkel Aagaard sigur seg heldur vilja brúka summarfrítíðina saman við familjuni, og at koma fyri seg í eftir eitt strævið kappingarár. Føroyskir fjepparar leggjast eisini afturat hjá Fremad Amager. Ikki minst, tá stóribeiggin er partur av hópinum