Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-26, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. mars 2008síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 [ Nr. 58 - 26. mars 2008 ] Um vikuskiftið var stórur finaludagur hildin á Tvøroyri. Talan var um yngru deildirnar í flogbólti, ið skuldu spæla FM- finalur, og karmarnar kundu neyvan verið betur enn í høllini í Trongisvági, har TB og Flogbóltssamband Føroya skipaðu fyri einum rimmar tiltaki, ið luttakararnar væntandi ikki gloyma við bræði FLOGBÓLTUR Niels Petersen niels@sosialurin.fo Fýra finalur vóru á skránni um vikuskiftið, og varð punktum sett á kapping­ arárið við einum rimmar finaludegi á TARAFLEX gólvinum, ið eisini varð nýtt til stóra steypadagin í flogbólti í februar mánaði. Sum sagt vóru fýra final­ ur á skránni, og vóru tað Dreingir og Gentur 14 ár, Kvinnu­ og Mansunglingar. Liðini, ið høvdu vunnið sær rætt til luttøku í hesum glæsuligu finalum vóru TBa­TBb í Dreingjum 14 ár, TB­Fleyr í Gentum 14 ár, SÍ­Fleyr í Mansunglin­ gum, og TB­KÍF í Kvinnu­ unglingum. Alt avgreitt skjótt og lætt Tiltakið byrjaði klokkan 10 leygarmorgunin, og vóru tað Dreingir 14 ár, ið løgdu fyri. So hvørt sum dystirnar vóru avgreiddir, vórðu liðini biðin at flyta seg yvir móti heiðursmerkjaskaml­ unum, og har fingu tey – sum tað sømir seg hjá røttum FM­vinnarum – handað heiðursmerkir og steyp. Umboð frá Tvøroyrar Býráð, Hvalbiar Bygdaráð, umframt tveir av dyggu stuðlunum hjá TB Flogbólti (Føroya Banki og Gudmund Mortensen blaðm.), høvdu bjóðað seg fram at handað, og tað hoyrist, at hetta eru fyriskipararnir ómetaliga takksamir fyri. Fyrsta finalan (Dreingir 14 ár) Fyrsti dysturin fór av bakkastokki klokkan 10, og var talan um reina Tvørá­ uppgerð, tá TBa og TBb dystaðust um fyrsta FM­ heitið. Tað skuldi vísa seg, at a­liðið var b­liðnum ov stórur biti, og serliga Arthur Djurhuus var torførur at steðga. Við sínum hæddar­ fyrimuni var til tíðir lætt hjá honum at hamra bólt­ arnar yvirum, og soleiðis var gongdin allan dystin, hóast teir ungu, í løtum, hevði avbera gott spæl. Eitt sermerkt við a­liðnum var, at teir høvdu eina gentu á liðnum. Hetta tí at ein leikari manglaði, og at teir tí valdu at geva Rannvu í Heiðunum møguleikan. Hon var sostatt FM­gull­ vinnari við Dreingjum 14 ár, og tað man hon ivaleyst reypa sær av. Næsta finalan (Gentur 14 ár) TB er søguliga sera væl fyri, tá tað kemur til kvinnuligu síðuna á flog­ bólti, og ungdómsarbeiðið er stórt og væl skipað. Úrslitini av hesum rimmar ungdómsarbeiði síggjast aftur í ár, tí av átta møgu­ ligum FM­heitum í yngru deildunum, vann TB tey seks, og tað man sigast at vera heilt imponerandi. Hendan góða gongdin tykist halda á fram, og ágóð­ in sást eisini aftur tá Gentur 14 ár finalan var bríkslað í gongd. TB vann sannførandi 3­0, hóast at Fleyr liðið, til tíðir hevði hug at gera onkra rembingar. Triðja finalan (Mansunglingar) Herfyri vann SÍ greipuna hjá monnum í Meistara­ deildini, og í hópinum hava teir eina blanding av ungum og tilkomnum leikarum. Nakrir av hesum ungu eru eisini at finna í mansung­ lingahópi felagsins, og dygdirnar eru eyðsýndar. Við heilt tryggum 3­0 sigri, vunnu teir eisini sannførandi móti Fleyr liðnum á Tvøroyri, og kunnu nakrir í hópinum nú eisini reypa sær av at vera FM­vinnarar í Mansunglingum. Fjórða finalan Eins og hjá SÍ í Mans­ unglingum, eru nakrar av TB kvinnunum eisini at finna í Meistaradeildshópi­ num, og millum annað Katrin Petersen er ein sera sjónligur partur í báðum hópum. Katrin og liðfelagar hennara møttu KÍF í síðstu finaluni leygardagin, og har var ongin slingur í valsinum. TB vann greiðan 3­0 sigur, og kunnu nú so smátt byrja at fyrireika seg til komandi kappingarár, tá tær ætla sær at betra um støðuna á stigatalvuni. TB bleiv í ár nummar fimm við 9 stigum, ájavnt við Mjølnir, ið tó hevði betur settmun. (­10, í mun til TB ­15). Stórsligið tiltak Ein má vóna at eitt slíkt tiltak, ið TB og Flogbólts­ samband Føroya skipaðu fyri um vikuskiftið fer at verða eitt afturvendandi tiltak, tí tað hava tey ungu uppiborið, eins væl og flogbólturin hevur uppi­ borið tað. Hetta er eitt væla punktum at seta fyri kappingarárið, og tað hevur verið saknur í einum tílíkum tiltaki. Ein av venjarunum hjá TB Flogbólti, ið eisini ger eitt rimmar arbeiði handan flogbóltin á Tvøroyri, er Otto Leo Gram, og hann Nógvur flogbóltur á Tvøroyri Úrslitini: Dreingir 14 ár TBa-TBb 3-1 (25-21, 25-23, 16-25, 25-15) Gentur 14 ár TB-Fleyr 3-0 (25-23, 25-19, 25-19) Mansunglingar SÍ-Fleyr 3-0 (25-18, 25-14, 25-16) Kvinnuunglingar TB-KÍF 3-0 (25-22, 25-18, 25-12) FAKTA Ragnar Joensen hjá TBa slær bóltin, meðan liðfelagarnir hyggja at. Teir eru Fríði Strøm, Jákup Thomasen, Rógvi Joensen, Rannvá í Heiðunum og Arthur Djurhuus. Mótstøðuliðið er TBb og tað mannaðu Margeir Kjærbo, Teitur Justinussen, Martin Midjord, Poul Ingason, Fróði Bærendsen og Kjartan Johannesen Ronaldinho fer ongan veg Tað hevur ikki gingið eftir vild hjá Ronaldinho í ár, og seinastu tíðina hava leysasøgur gingið um, at hann gjarna vil gerast leysur frá sáttmálanum í Barca, so hann kann skriva undir sáttmála við italska meistaraliðið Inter. Men hesum vísir Barca­forsetin Juan Laporta aftur: ”Barca og Ronaldinho skulu ikki skiljast. Eg havi altíð havt stóra virðing fyri Ronaldinho, og hann hevur givið felag­ num nógv í tíðini hann hevur leikt her, og hann fer at geva okkum nógv í framtíðini.” Barca er fýra stig aftanfyri Real Madrid í Prim­ era Division, og í komandi viku leika teir fyrru fjórðingsfinaluna í Champions League­kappingini ímóti Schalke04. FM í borðtennis um vikuskiftið FM fyri yngru deildirnar í ein­ og tvímansleiki í borðtennis, verður í høllini í Trongisvági 28. og 29. mars 2008. Byrjað verður fríggjadagin kl. 16 við smápinkum/smápiltum. Kl. 18 leika piltar og pinkur. Leygar­ dagin kl. 10 smádreingir/smágentur. Kl 13. dreingir/gentur. Kl. 16 blandaður tvímansleikur. FM fyri eldri deildir vera leiktar 18. og 19. apríl. Innleiðandi bólkar í unglingum, kvinnur/menn, og meistara­ deild, kvinnur/menn verða leiktar fríggjadagin. Finalur í meistaradeild kvinnur/menn verða leiktar 19. apríl í Badmintonhøllini í Havn, í samband við galla tiltakið hjá Borðtennis, Judo og Badminton sambondunum.