mikudagur 26. mars 2008síða 37
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
37
[ Nr. 58 - 26. mars 2008 ]
Vinnararnir hjá
kvinnuunglingunum
hjá TB: Katrin
Petersen, Manja
Johansen,
Elin Holm,
Barbara Holm,
Jonvør Joensen,
Gunnhildur Bech,
Halla Potts, Anna
Katrina Mortensen,
Marin í Dali og
Marie Rasmussen
Mansunglingarnir
hjá SÍ vunnu
finaluna móti
Fleyr, og vóru teir
sum mannaðu
liðið har vesturi frá
hesir: Filip Gram,
Finn Ingi Falkvard,
Emil Mikkelsen,
Brandur Heinason,
Martin Mikkelsen,
Jónsvein T.
Tomassen og Sonni
Zachariasen
Gentur 14 ár hjá
TB vunnu sín
dyst sannførandi
á Fleyr. Emma
Suriphon, Súsanna
Mortensen, Bára
Jacobsen, Gunnvør
Joensen, Rannvá í
Heiðunum, Barbara
Hovgaard, Elisabeth
Bærendsen,
Sirið Magnussen
og Mirjam
Christiansen
mannaðu TB-liðið
Kvinnuunglingarnir hjá TB fegnast um sigurin á KÍF
var ikki í iva, tá vit spurdu
hann um hvussu tiltakið var
eydnast.
– Eitt rimmar tiltak, ið
heilt avgjørt eigur at vera
eitt afturvendandi tiltak.
Hetta er ein meira virðuligur
endi á kappingarárið, og á
hendan hátt kann man vera
við til at hækka støðið eitt
vet afturat, sigur Otto Leo
Gram, ið eisini fegnast yvir
mongu áskoðararnar og
hjálpsomu foreldrini, ið
altíð eru fús at geva eina
hjálpandi
hond,
tá
á
stendur.
Otto Leo Gram, ið arbeiðir aktivt við flogbóltinum
á Tvøroyri, fegnaðist millum annað um mongu
áskoðararnar, sum komnir vóru til dystin. Hann staðfesti
eisini, at talan var um eitt rimmar tiltak, sum átti at
verið afturvendandi á hvørjum ári
Pál til Danmarkar at kappast
Pál Joensen úr svimjufelagnum í Suðuroy, SuSvim, fer um viku
skiftið at luttaka í kapping í Danmark. Pál fer at luttaka við
Aalborg Svømmeklub, og kappingin um viðkuskiftið er (DMH.)
Danmarks Meistaraskapi fyri lið. Pál skal taka lut í 200, 400, og
1500m frí, 200m firvald, og 4x100, 4x200m frí liðkappingunum.
Suðuroyar Svimjifelag samstarvar við Aalborg Svømmeklub. Fyrr
í ár vóru Danjal Martin Hofgaard og Pál Joensen við felagnum á
venjingarlegu á Tenerife. Kappingin er samstundis fyrireiking hjá
Pál uppundir HM ið verður í aprílmánaði.
Claus vil halda fram í Blackpool
Claus Bech Jørgensen, sum hevur spælt í enskum fótbólti síðani 1999, hevur
havt eitt gott kappingarár við Blackpool. Sáttmálaskeið hansara tó verður
liðugt í summar, men Claus Bech Jørgensen vónar at kunna leingja sátt
málan. – Eg vil heilt víst halda fram her í Blackpool. Ein kennir seg sum ein
veruligan part av heildini. Vinarlagið og stemningurin í felagnum er framúr,
og tað er ikki altíð, at grasið er grønari hinumegin. Hetta sigur Claus Bech
Jørgensen við lokala blaðið The Blackpool Gazette. Blaðið heldur, at Claus
Bech Jørgensen spælir betri enn nakrantíð áður, og at venjarin Simon
Grayson eigur avgjørt at skriva undir nýggjan sáttmála við Claus.