Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-06-22, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. juni 2001síða 12

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 117 - 22. juni 2001 gult22 cyan22 magenta22 svart22 Nýggja graslíkið í Gøtu verður tikið al- ment í nýtslu kom- andi mikudag GRASLÍKI Jákup Mørk Nøkur ár eru nú liðin, síð- ani fyrstu graslíkisvøllirnir vórðu lagdir í Føroyum, og kring landið er nú spaku- liga komið gongd á arbeið- ið at skifta hesar. Tað er jú soleiðis, at vøllirnir ikki hava óavmarkaða livitíð, og millum annað eru vøllirnir í bæði Klaksvík og Havn skiftir út. Gingið skjótt Seinastu góðu vikuna hava týskarar verið í Gøtu, har arbeitt hevur verið við at skifta graslíkið, sum nú var vorðið 13 ára gamalt. Tá vøllurin varð lagdur, varð sagt, at roknast kundi við einari livitíð upp á 10 ár, so sigast kann, at gamla gras- líkið, har m.a. fýra føroya- meistaraheitið eru vunnin til bygdina, hevur tænt fyri seg. Roknað verður annars við, at nýggi vøllurin hevur eina livitíð upp á 15 ár. Svenn Olsen, formaður í GÍ, sigur, at arbeiðið við at skifta vøllin hevur gingið upp á stást. Hóast tveir dag- ar eru dotnir burtur ímill- um, orsakað av regni, hevur arbeiðið gingið bæði skjótt og væl, og eftir átta arb- eiðsdøgum er at kalla leyst og liðugt. Hósmorgunin vóru onkrir smávegis snøk- lar eftir, men roknað verður við, at dysturin hjá 2. deild móti HB kann avgreiðast uttan trupulleikar leygar- dagin. Almenn verður vøllurin tó ikki tikin í nýtslu fyrr enn komandi mikudag, tá útsetti dysturin millum GÍ og B68 í 1. deild er á skránni. Svenn sigur við Sosialin, at allar helst verð- ur okkurt smávegis gjørt burturúr, men at hann ikki rættiliga veit, hvat hetta fer at verða. Væl nøgdir Leikararnir hjá GÍ hava longu vant tvær ferðir á vøllinum, og sum skilst eru menn sera væl nøgdir um nýggja undirlagið. Sagt verður, at hetta í nógv størri mun líkist grasi. Bólturin ferðast spakuligari, liggur at kalla oman á stráunum, og alt í alt tykjast egin- leikarnir at vera nógv náttúrligari enn á gamla vøllinum. Talan er eisini um eitt nýtt slag av vølli. Sonevnd- ir 3. ættarliðsvøllur, sum í løtuni verða royndir ymsa staðni í Europa. Í UEFA tykist nøgdsemið um hetta slagið av vøllum at vera somikið stórt, at teir í løtuni kanna, um tað kann lata seg gera at góðkenna hesar til altjóða nýtslu. Eisini aðrastaðni Nú arbeiðið í Gøtu er um at vera liðugt, eru tey eisini farin í holt við at skifta graslíkið í Runavík. Arbeiðið her er kanska nakað størri, tí áðrenn sjálvt graslíkið kann skræð- ast av, skulu tey 300 tonsini av sandi, sum eru á vølli- num súgvast av. Tá vit hós- morgunin fregnaðust í Runavík frættist, at umleið helmingurin av sandinum var sogin upp, og at nakað av graslíkinum somuleiðis var tikið. Fremsta mansliðið´hjá runavíkingum skuldi eftir ætlan spælt heimadyst móti B71 komandi sunnudag, men orsakað av arbeiðinum á vøllinum, verður hesin dystur ístaðin leiktur á Sandi. Sum nevnt omanfyri, so hava klaksvíkingar longu skift sín vøll einaferð, men eisini har skal nýggja slagið av graslíki leggjast á. Orsøkin til hetta eru trupul- leikarnir, sum eru við ver- andi vølli, tá nógv regn er. Býráðið í Klaksvík togaðist leingi við veitaran av vølli- num um at fáa endurgjald, og úrslitið varð ein semja, soleiðis at nýtt graslíki nú verður lagt á. Arbeiðið við vøllin í Klaksvík fer væntandi fram í summarsteðginum. Venjaranum hjá FCK hevur stendur í boði at gerast venjari hjá italska felagnum, Udinese, og hann ætlar ikki at lata møguleikan fara fram við borðinum DANMARK Jákup Mørk Bert 11 dagar eftir at hann tók ímóti gullmerkjunum fyri DM-heitið, tykist FCK-venjarin, Roy Hodg- son, at vera á veg frá donsku meistarunum. Tíðindastovan, Ritzau, visti hósdagin at siga, at væl lýddi enski venjarin hevur fingið eitt tilboð frá italska Udinese, og at Hodgson hevur gjørt at taka av tilboðnum. Sostatt vrak- ar onglendirin møguleikan fyri at taka FCK í Champ- ions-League, og fer heldur í holt við at hjálpa Udinese longur upp á stigatalvuna, har liðið í ár endaði heilt niður ímóti niðurflytingar- sessunum. Hetta er ikki follið í góða jørð í felagnum hjá Toda Jónssyni. Roy Hodgson varð fram um aðrar mað- urin, sum lyfti FCK úr miðjuni á tindin í donsku superliguni, og einki er tí at siga til, at felagið ikki vil sleppa onglendinginum, sum annars hevur ein tvey ára sáttmála við hvítu leyv- urnar. - Um hann ynskir at bróta sáttmálan, so ger hann tað. Vit kunnu jú ikki halda fast um ein mann, sum ikki tímir at vera hjá okkum, men so má hann eisini taka avleiðingarnar av hesum, sigur stjórin í FCK, Flemming Østergaard við heimasíðuna, onside.dk. Stevna Við hesum sipar stjórin til, at FCK ætlar at stevna bæði Hodgson og Udinese fyri sáttmálabrotið. Síðani hetta kom fram, hevur dúgliga verið gitt um, hvør komandi venjarin hjá Toda og teimum skal verða. Nøvn sum Hector Cuper og Terry Venables hava verið nevnd, men tað metast sum sera ivasamt, um hesir vilja taka við einum starvi í donsku superliguni. Meira veruleikakent er heldur gitingin um, at Ståle Solbakken kundi verið eitt evni, men Flemming Øster- gaard vil ikki stórvegis viðmerkingar til hetta. - Vit skulu hava ein kapa- sitet av somu stødd sum Roy Hodgson. Tað er ein- asta viðmerkingin, sum eg havi til hetta, sigur Flemm- ing Østergaard. Seinnu hálvfinalurnar í steypakappingini hjá unglingunum vórðu leiktar miku- kvøldið STEYPAKAPPING Jákup Mørk Tórsvøllur leggur gras til eitt slag av generalroynd, tá finalan um Thomas Dam steypið verður leikt kom- andi mikudag. FSF hevur nevnliga gjørt av, at unglingafinalan eins og finalan hjá monnum skal spælast á grasinum á Tórsvølli. Um orsøkina til hetta, verður sagt úr FSF, at hetta verður gjørt, fyri líka sum at fáa fastari karmar um sjálvan finaludystin, eins og tignin um hendan kanska eisini verður størri, tá talan er um dyst á veru- ligum grasi. Umframt hetta er ein onnur orsøk eisini, at hetta kann koma ungum leika- rum, sum hava vónir um at sleppa til útlandið, betri møguleikar í so máta. Tað er ikki ókent, at útlendskir talentskótar hyggja at slík- um dystum, og í so máta er tað ein fyrimunur hjá leik- arunum, um dysturin verð- ur leiktur á grasi. ÍF og KÍ Sjálv finalan fer annars at standa ímillum ÍF og KÍ. Hetta gjørdist greitt miku- kvøldið, tá seinnu hálv- finalurnar í steypakapping- ini vórðu leiktar. ÍF tapti á útivølli 2-0 móti NSÍ, men tá fuglfirð- ingar høvdu vunnið heima- dystin 4-1, var hetta hetta akkurát nóg mikið hjá fugl- firðingunum. Klaksvíkingar vóru meira ivaleysir, tá teir á heimavølli vunnu seinnu hálvfinaluna móti HB við trimum málum móti ong- um. Fyrru hálvfinaluna vann KÍ 2-0, so samlaði sigurin hjá KÍ gjørdist upp á 5-0. Sum nevnt omanfyri, so verður finalan leikt á Tórs- vølli komandi mikudag. Vøllurin í Gøtu er klárur Arbeiðið við at leggja nýtt graslíki í Gøtu hevur gingið sera væl, og mikudagin verður vøllurin tikin alment í nýtslu, tá B68 kemur á vitjan í útsetta 1. deildardystinum Mynd: Jonhard Hammer Hodgson rýmir Bert 11 dagar eftir at hava verið við at vinna DM-gull, hevur Roy Hodgson nú tikið av einum tilboðið um at venja italska Udinese KÍ og ÍF á Tórsvølli C M Y K 22 Nr. 117 - 22. juni 2001 23 gult23 cyan23 magenta23 svart23 Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. P/F 2958, P/F Føroya Dátusavn, FDS, 100 Tórshavn. Nevnd: Farin úr nevndini: Hans Jacob Biskobstø, Mammulág 8, 100 Tórshavn (formaður). Innkomin sum formaður: Heðin Klæmint Weihe, Marknagilsvegur 64, 100 Tórshavn. Innkomin í nevndina: Oyvindur Brimnes, Reynsgøta 71, 160 Argir. Grannskoðari: Farin frá sum grannskoðari: Alexander Samuelsen, skrásettur grannskoðari, Tróndargøta 39, 100 Tórshavn. Innkomin sum grannskoðari: P/F Rasmussen & Weihe, á Glaðsheyggi, 100 Tórshavn. Skráseting Føroya tann 20. juni 2001 Kristin Balle _____________________ Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi partafelag: Skrásetingar-nr. P/F 3173 Navn: P/F Faroe Real Estate Ltd. Adressa: 410 Kollafjørður Kommuna: Tórshavnar Kommuna Stovningardato: 16.05.2001 Viðtøkudato: 16.05.2001 Kapitalur: Kr. 500.000,00 Inngjaldingarháttur: : Kontant kr. 500.000,00 til kurs 100. Stovnarar: Kloosterboer Overseas BV, Ijmuiden, Holland og P/F Kloosterboer Terminals Faroe Islands Ltd., Birnugøta 1, 100 Tórshavn (P/F 3005) Nevnd: Johan Kloosterboer, Trawlwekade 4, P.O. Box 174, 1970 AD Ijmuiden (formaður), Janus Norðberg, Ovaragøta 3, 188 Hoyvík og Jógvan P. Lassen, Skotarók 10, 100 Tórshavn. Stjórn: Janus Norðberg, Ovaragøta 3, 188 Hoyvík. Tekningarreglur: Felagið verður teknað av allari nevndini, av tveimum nevndarlimum saman ella av einum nevndarlimi saman við einum stjóra. Grannskoðari: : Sp/f KPMG, statsaut. Revisorar, Staravegur 17, 100 Tórshavn. Roknskaparár: 01.01. - 31.12 Fyrsta roknskaparár: 16.05.2001 - 31.12.2001 Endamál: Endamál felagsins er at reka handil við og framleiðslu av øllum slagi av fiski og fiskaúrdráttum. Felagið kann eisini luttaka sum íleggjari í øðrum feløgum, ið hava til endamáls at reka handil við og framleiðslu av fiski og fiskaúrdráttum. Skráseting Føroya tann 20. juni 2001 Kristin Balle _____________________ Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. 2500, Føroya Sparikassi, 100 Tórshavn. Ábyrgdarpeningur pr. 31.12.2000: Kr. 10.943.000,00 Nevnd: Farin úr nevndini: Bjarni Joensen, 370 Miðvágur. Innkomin í nevndina: Finnbogi Niclasen, 380 Søvágur. Tekningarreglur: Fyri virki sparikassans undirrita tveir stjórar í felag ella ein stjóri saman við nevndarlimi. Harumframt kann formaðurin fyri nevndini undirrita saman við øðrum limi í nevndini. Skráseting Føroya tann 20. juni 2001 Kristin Balle _____________________ Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. Sp/f 3050, Sp/f Sakin, 100 Tórshavn. Viðtøkur broyttar: 15.05.2001. Kapitalur: Hækking við kr. 219.000,00 til kr. 299.000,00 Inngjaldingarháttur: Kontant kr. 219.000,00 til kurs 100 Stjórn: Farin frá sum stjóri: Havgrímur Johannesen, Jónas Broncksgøta 48, 100 Tórshavn. Innkomin sum stjóri: Kára Gunna Óladóttir, J. Broncksgøta 48, 100 Tórshavn. Endamál: Endamál felagsins er, rakstur av matstovu, dansihøli, keyp, søla og annað starv í hesum sambandi. Skráseting Føroya tann 20. juni 2001 Kristin Balle _____________________ F A R O D A N E S K E I Ð S T O VA N KVAS R T L F 3 2 0 2 0 4 http://kvasir.farodane.fo KVAS R FARODANE 04-01 Lær grundleggjandi teldunýtslu Teldan & Eg Hetta er skeiðið til tín, ið vil í holtur við at nýta teldu. Eingin forkunnleiki krevst - vit byrja frá grundini. Kvøldskeið: kl. 19.00 - 22.00 mán 25/6 . hós 28/6 . mán 2/7 . hós 5/7 Útbjóðing Sunda kommuna bjóðar við hesum út arbeiðið at gera kloak og kantsteinar í sambandi við miðstaðar- økið,ið er í gerð. Tilfar í sambandi við útbjóðingina kann avheintast á kommunuskrivstovuni í seinasta lagi 25/6 2001 ímóti krossaðum kekki á kr.500,-,ið verður endurgoldin við avhending av tilboðstilfarinum til kommununa eftir at tilboðini eru opnað. Tilboðini verða opnað mánadagin 2/7 kl. 14.00 á kommunuskrivstovuni í Norðskála. Kommunan tilskilar sær rætt til frítt at velja millum innkomin tilboð og øðrum føri at vraka øll. Norðskála tann 19.juni 2001 Sunda Kommuna 460 Norðskála Internet Sosialur www.sosialurin.fo in Scania P93 til sølu Árg. 1991.Við nýggjari lift. Hevur isoleraðan kassa (Norfig), og er í góðum standi.Til sølu fyri 95.000 kr. v/mvg Tlf. 314728 ella 219728 www.sosialurin.fo 23