Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-06-22, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. juni 2001síða 11

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

gult21 cyan21 magenta21 svart21 Nr. 117 • fríggjadagur •22. juni 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo Seiansta 13 mánaðar skeiðið hevur stuðla- felagið hjá ÍSB savnað ikki færri enn 182.000 kr. STUÐLAFELAG Jákup Mørk Í ár eru 15 ár síðani, at stuðlafelagið hjá ÍSB varð stovnað. Øll hesi árini hevur stuðlafelagið havt bingo hvørt týskvøld. Esiini um summarið hevur hetta verið gjørt, og einki er at siga til, at hetta hevur verið ein sera stórur stuðul hjá ÍSB. Stuðulsfelagið hevði aðalfund sunnudagin, og tá fekst eisini sjón fyri søgn, at áhaldni og treiskni hjá stuðlafelagnum so avgjørt eisini hevur givið úrslit. Á aðalfundinum fekk ÍSB nevnliga handað ein kekk áljóðandi 80.000 kr. Hetta er triðja ferðin innan eitt 13 mánaðar langt tíðarskeið, at ÍSB fær handað kekk frá stuðulsfelagnum. Í mei mánaði í fjør vórðu lætnar 72 tkr., meðan talan í november var um 30 tkr. Sostatt hevur ÍSB hetta seinasta 13 mánaðar langa tíðarskeiðið fingið ikki minni enn 182 túsund krón- ur frá stuðulsfelagnum. Einki er at taka seg aftur í, at hetta er ein sera kær- komin gáva hjá samband- inum, tí útreiðslurnar eru nógvar í tali. Limirnir hjá ÍSB eru nógvir í talið, og umframt tey mongu, sum íðka svimjing, boccia og fleiri greinar innan frælsan ítrótt, so eru sjálvandi eisini nøkur, sum íðka kappingar- ítrótt á elitustøði, og hesi hava ferð eftir ferð tikið heiðursmerki heim við til Føroyar. Umframt tey íðk- andi, hevur ÍSB eisini ein ráðgeva í føstum starvi. Útreiðslurnar eru sostatt nógvar í tali, og lítið er tí at ivast í, at stuðulin kemur væl við hjá sersambandin- um. Formaðurin í ÍSB stuðl- um, Martha Poulsen, sum saman við limum sínum hevur gjørt eitt megnar arb- eiði, sæst her handa Jón á Steig og Egga Jensen stóra gávukekkin á 80.000 kr. Eftir stóra fallið í mei mánaði hava Føroyar nú aftur tikið seg fýra pláss fram á styrkis- listanum hjá FIFA FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Hóast føroyska fótbólts- landsliðið hevur tapt tveir dystir, síðani FIFA listin seinast varð almannakunn- gjørdur, so er liðið farið fýra pláss fram. Á listanum fyri juni eru Føroyar sostatt á einum 119. plássi. Fyri tveimum mánaðum síðani var støðan annars tann, at Føroyar vóru nummar 115, men í mei fóru fleiri aðrar tjóðir fram við okkum, tá hesar fingu góð úrslit, meðan okkara ikki spældu. Danmark aftur fremst Í norðurlendskum høpi kann nú staðfestast, at Dan- mark aftur eigur sterkasta landsliðið. Seinastu árini hava annars bæði norð- menn og sviar verið framman fyri danir í hesum, men nýggi Olsen- bandin hjá teimum reyðu hevur fingið góð úrslit seinasta árið, meðan tað sama so avgjørt ikki kann sigast um norðmenn. Annars er oddurin á styrkislistanum at kalla óbroyttur, eftir at Frakland nú hevur yvirtikið fremsta sessin. Niðanfyri framganga tíggju tey ovastu londini á styrkislistanum saman við norðurlendsku umboðun- um. Tølini í klombrum eru styrkismetingarnar frá mei mánaði. 1 Frakland (1) 2 Brasilia (2) 3 Argentina (3) 4 Italia (4) 5 Portugal (5) 6 Spania (6) 7 Kekkia (7) 8 Týskland (9) 9 Holland (8) 10 Paraguei (10) 16 Danmark (20) 18 Noreg (17) 21 Svøríki (21) 52 Ísland (55) 59 Finnland (57) 119 Føroyar (123) Sámal Joensen var ikki á GÍ liðnum undanfarna viku- skifti, og ivasamt er, nær hann aftur fær spælt FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Tað kemur væl við hjá týdningarmikla miðvallara- num hjá GÍ, Sámal Joen- sen, at dysturin móti B68 er útsettur, orsakað av inter- toto luttøkuni hjá tofta- monnum. Sámal, sum ikki var við móti NSÍ herfyri, stríðist við ein skaða í rygginum, og sjálvur dugir hann ikki at siga, hvussu leingi tað fer at taka, áðrenn hann aftur er klárur at spæla. - Talan er um ein geiðsla, sum er farin meira ella minni úr lið, sigur Sámal. - Skaðin kom undir venjing, tá eg skuldi skjóta, men allar helst er hetta okkurt, sum hevur verið ávegis. Sum nevnt, so er mið- vallarin ikki vísur í, nær hann aftur kann spæla, men hann sigur tó, at hetta undir ongum umstøðum kundi verið hetta vikuskiftið. - Nú fáa vit at síggja. Eg fái viðgerð hvønn dag, og dysturin móti B68 er ikki fyrr enn mikudagin, so vónandi verði eg tøkur til ta tíð, sigur hann at enda. Í yvirlitinum í gjár var tíverri ein villa komin í, tí Suðringur ikki stóð umboðaður í 10-mannafars- róðrinum. Fullfíggj- aða yvirlitið yvir bátarnar á jóansøku verður tí prentað umaftur 5-mannafør dreingir 1 Firvaldur 2 Drekin 3 Fípan Fagra 4 Sílið 5 Blikur 6 Tjaldrið 7 Frúgvin 8 Havfrúgvin 9 Erla Kongsdóttir 10 Beinta 6-mannafør kvinnur 1 Snopprikkur 2 Fortuna 3 Hvessingur 4 Jarnbardur 5 Sølmundur 6 Páll Fangi 7 Víkingur 8 Gongurólvur 9 Leirvíkingur 10 Lómur 5-mannafør gentur 1 Dúgvan 2 Drekin 3 Frúgvin 4 Ørnin 5 Tjaldrið 6 Sílið 7 Fípan Fagra 8 Blikur 9 Hvassi 10 Havfrúgvin 11 Firvaldur 12 Snípan 13 Báran 6-mannafør menn 1 Gongurólvur 2 Páll Fangi 3 Hvessingur 4 Riddarin 5 Strálan 6 Sølmundur 7 Snopprikkur 8 Fortuna 9 Fuglfirðingur 10 Lómur 8-mannafør 1 Ørvur 2 Argjabáturin 3 Knørrur 4 Nevið Reyða 5 Kvívíkingur 6 Ormurin Langi 10-mannafør 1 Vágbingur 2 Nólsoyingur 3 Vestmenningur 4 Havnarbáturin 5 Eysturoyingur 6 Skálabáturin 7 Suðringur Jóansøka 80.000 kr. til ÍSB Fýra pláss fram Sámal framvegis ivasamur Ivaleyst verður stórur saknur í Sámali, um hann heldur ikki verður tøkur til dystin móti B68 21 20 Nr. 117 - 22. juni 2001 gult20 cyan20 magenta20 svart20 Undirritaði teknar seg sum haldara av Sosialinum, og fái blaðið 5 ferðir um vikuna. Navn: Bústaður: Postnr.: Bygd/býur: Undirskrift: Arbeiðsleysur: Jákup er liðugur í Herfølge Ítróttur, s. 13–28 Nr. 96 • týsdagur • 22. mai 2001 • 75. árgangur • Kr. 10,00 Dansurin gekk so lystiliga í Havn síða 4 Fyrst við tí seinasta 5 ferðir um vikuna Ja! Sjálvandi vil eg halda Sosialin Ókeypis Verður sent ópostað Sosialurin rindar postgjaldið 64 Postsmoga 76 110 Tórshavn C M Y K 20