hósdagur 27. mars 2008síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 59 - 27. mars 2008
Fríggjakvøldið og
leygardagin verður
flokstingið hjá
Tjóðveldinum hildið
á Gjáargarði við
Gjógv
POLITIKKUR
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Flokstingið
er
hægsti
myndugleiki hjá Tjóðveldi
num, og er tað Eysturoyar
Tjóðveldisfelag, sum hesa
ferð býður til tings. Á
skránni eru eitt nú innkomin
uppskot, formansfrágreið
ing og innlegg frá land
stýrisfólkum floksins.
Nú Tjóðveldið aftur er
komið í landsins leiðslu, fer
flokkurin á flokstinginum
at stinga út í kortið.
Fríggjakvøldið
er
hin
lógarfesti parturin á skránni
við framløgdum roknskapi,
vali av starvsnevnd, viðgerð
av innkomnum uppskotum
og atkvøðugreiðsla. Inn
komin eru m. a tvey uppskot
um broyting í viðtøkum
floksins um uppstilling til
løgtingsval, nú Føroyar eru
eitt valdømi, og uppskot at
samtykkja nýggja búmerki
hjá flokkinum.
Leygarmorgunin klokkan
níggju er formansfrágreið
ingin hjá Høgna Hoydal
fyrst á skránni og síðani er
orðaskifti um hana.
Eftir døgurða klokkan
13.00 fara landsstýrisfólkini
at hava hvørt sítt innlegg um
ætlanir og vónir til hetta
samgonguskeiðið ein tíma
seinni er politiskt orðaskifti.
Allir miðlar eru bodnir
við til flokstingið, og annars
eru øll vælkomin á floksting
hjá Tjóðveldinum, heilsar
Eysturoyar Tjóðveldisfelag,
sum eisini skipar fyri veitslu
leygarkvøldið.
www.sansir.fo
atlantic.fo
Tel 34 10 00
Í sambandi við at Atlantic Airways fyllir 20 ár fríggjadagin
28. mars, verður móttøka í Hangarinum á Flogvøllinum
fríggjadag kl. 15 – 17.00.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Atlantic Airways
Atlantic Airways hevur 20 ára føðingardag
Innbjóðing
Maria Poulsen
HANDILSLÆRLINGUR
Vit sóknast eftir einum lærlingi
til okkara HVS-handil.
Tín førleiki
Vit vóna at tú ert fyrikomandi, íðin, nærlagd-
ur, sjálvstøðugur og skilur týdningin av góðari
kundarøkt. FHS ella onnur miðnáms útbúgving
er ein fyrimunur.
Afturfyri bjóða vit
Eitt starv har ið tú saman við øðrum kemur
at taka tær einum spennandi og fjøltáttaðum
handli. Tú fært møguleika at hjálpa og leið-
beina kundum okkara, samstundis sum tú
fært ábyrgd og møguleika til at menna okk ara
handil – Stutt sagt eitt spennandi starv í einari
fyritøku í støðugari menning.
Seinasta freist at senda inn umsókn við prógv-
um er, týsdagin 8. apríl.
Um tú hevur spurningar, ert tú vælkomin at
ringja til okkara á tel. 312 000
MARIA POULSEN PF
Postmoga 182
FO-110 Tórshavn
Tel 312 000 | Fax 315 970 | mp@mp.fo
HANDILSLÆRLINGUR
Vit sóknast eftir einum lærlingi
til okkara HVS-handil.
Tín førleiki
Vit vóna at tú ert fyrikomandi, íðin, nærlagd-
ur, sjálvstøðugur og skilur týdningin av góðari
kundarøkt. FHS ella onnur miðnáms útbúgving
er ein fyrimunur.
Afturfyri bjóða vit
Eitt starv har ið tú saman við øðrum kemur
at taka tær einum spennandi og fjøltáttaðum
handli. Tú fært møguleika at hjálpa og leið-
beina kundum okkara, samstundis sum tú
fært ábyrgd og møguleika til at menna okk ara
handil – Stutt sagt eitt spennandi starv í einari
fyritøku í støðugari menning.
Seinasta freist at senda inn umsókn við prógv-
um er, týsdagin 8. apríl.
Um tú hevur spurningar, ert tú vælkomin at
ringja til okkara á tel. 312 000
MARIA POULSEN PF
Postmoga 182
FO-110 Tórshavn
Tel 312 000 | Fax 315 970 | mp@mp.fo
ÁRSAÐALFUNDUR
Boðað verður til ársaðalfundar í Ognarfelag
Tryggingartakaranna fríggjadagin 11. apríl, 2008
kl. 17 á Hotel Tórshavn
Dagsskrá:
1. Frágreiðing frá nevndini um virki felagsins í 2007
2. Framløga av grannskoðaðum ársroknskapi til góðkenningar
og hvussu avlop sambært roknskapinum verður nýtt, sí § 29,
stk. 3, í viðtøkum felagsins
3. Val av nevndarlimum (einki val í ár)
4. Val av grannskoðarum
5. Møgulig uppskot, ið nevndin, stjórnin ella umboðsfólk
ynskja at viðgera
6. Ymiskt
Allir tryggingartakarar í P/F Tryggingarfelagnum Føroyum eru
limir í felagnum og hava rætt til at møta á aðalfundinum,
men skulu í seinasta lagi 5 dagar frammanundan aðalfundinum
skrivliga boða høvuðsskrivstovu felagsins frá luttøku.
Tórshavn, tann 27. mars 2008
Nevndin
Kongabrúgvin · Postsmoga 329 · FO-110 Tórshavn · Tel 345600 · Faks 345601 · tf@trygging.fo · www.trygging.fo
sansir.fo
Tjóðveldið heldur
floksting við Gjógv