Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-27, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. mars 2008síða 7

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 59 - 27. mars 2008 Fyri nøkrum árum síðani, sat ongin í koyristóli. Í dag eru koyristólar at síggja allastaðni. Tað er av­leiðingin av­, at eitt frálíkt tilboð á Lands­ sjúkrahúsinum til hart raktar sjúklingar, v­arð spart burtur, hóast tíðirnar v­óru góðar og búskapurin v­ar í stórum v­økstri EndurvEnjing Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Hetta er so syrgiligt, at vit gráta um støðuna. Ann Hovland er sjúkra- systir á Landssjúkrahúsinum og hon hevur í mong ár arbeitt við at endurvenja sjúklingar, sum hava havt heilabløðing ella blóðtøpp í heilanum. Í mong ár hava sjúklingar og teirra avvarðandi aftur og aftur átalað, hvussu vána- ligar umstøðurnar eru til at endurvenja sjúklingar, sum hava havt heilabløðing ella blóðtøpp í heilanum. Men higartil er onki hent. Ella kanska er tað rættari at siga, at onki er hent til tað betra. Tí í veruleikanum er nógv hent á økinum. Men tað hevur alt verið til tað verra. - Eitt er, at ongi framstig eru gjørd á hesum øki í mong ár. Men tað er bein- leiðis syrgiligt at síggja, at í veruleikanum er støðan hjá hesum fólkum nógv verri í dag enn hon var fyri bara 10 árum síðani, sigur Ann Hovland. Hon sigur, at fyri nøkrum árum síðani vóru nógv betri umstøður at endurvenja sjúk- lingar, sum høvdu havt heila- bløðing ella sum høvdu havt blóðtøpp í heilanum. Men veruleikin er er, at av fíggjarligum sparingum og beinleiðis illvilja frá læk- num og leiðslu á Lands- sjúkrahúsinum, varð hetta virksemið so líðandi pínt burtur og nú er at kalla ong- in endurvenjing yvirhøvur. Húsvill á Landssjúkrahúsinum Ann Hovland sigur, at til fyri 20 árum síðani vóru sera vánaligar umstøðurnar hjá fólki, sum høvdu havt heilabløðing ella blóðtøpp í heilanum. Tað var onki at finnast at teirri akuttu viðgerðini eftir heilabløðing ella blóðtøppi í heilanum. Men tá ið sjálv tann lív- bjargandi viðgerðin varð lið- ug, vórðu hesi fólkini vórðu slept upp á fjall, tí tað var onki slag av endurvenjing, sum varð verd at nevna. - Sostatt høvdu hesi sjúk- lingar tað sera tórført, kom tað hartil, at teir skuldu innleggjast aftur, tí teir vóru so illa fyri, at teir kláraðu seg ikki. - Teir vóru at kalla húsvill á Landssjúkrahúsinum, tí har var ongin deild, sum vildi vita av teimum og fyri at siga tað, sum tað er, var tað við ringum tannabiti, at teir vórðu innlagdir. Vælvirkandi endurvenjing Men seinnapartin í áttatiár- unum tóku nakrir sjúkra- røktarfrøðingar á Lands- sjúkrahúsinum seg saman um eina roynd at skipa viðurskiftini hjá sjúklingum við heilabløðing og blóð- tøppi í heilanum, betri. - Endamálið var at fáa eina deild, sum burturav kundu taka sær av at endur- venja hesa sjúklingar fyri at gera teir betri førar fyri at klára seg í samfelagnum. Til at leggja teimum lag á, fingu teir ein sjúkrarøkt- arfrøðing úr Danmark, sum var serfrøðingur á økinum at koma til Føroyar at undir- vísa. Ann Hovland sigur, at úrslitið av hesum var, at í 1987 varð ein deild á Lands- sjúkrahúsinum burturav sett av til hetta slagið av sjúk- lingum og har varð pláss fyri 10 sjúklingum. - Har varð eitt rættiliga gott toymi av fysioterapeut- um, ergoterapeutum og sjúkrarøktarfrøðingum, sum tók sær av hesum sjúk- lingunum. Sjálv kom Ann Hovland á deildina í 1992 og tá sigur hon, at talan var um eina rættiliga vælvirkandi endur- venjingardeild. - Men veruleikin er, at nógvir læknar vóru ikki ser- liga fegnir um hesa deildina. Kanska mettu teir, at hetta fór at taka ov nógva orku frá øðrum pørtum av lands- sjúkrahúsinum. - Tó skal leggjast afturat, at aðrir læknar tóku væl undir við hesum. Ann Hovland sigur, at hendan endurvenjingardeild- in slapp at kalla snikkaleys burturúr allari teirri ringu kreppuni í nítíárunum og tískil var talan um ein sera vælvirkandi deild, eisini í svárastu kreppuárunum. - Talan var um sera eldhuga starvsfólk, sum arbeiddu av fullum huga at endurvenja hesar sjúklingar fyri at fáa teir útaftur í samfelagið. Sparingar raktu hart Men í 1997 fór at ganga aft- urá. Tað var partvís tí, at ávísir læknar ikki vóru so fegnir um hetta virksemi og hartil kom so eisini, at sjálv sjúkrahúsleiðslan og polit- iski myndugleikin raðfestu ikki hetta virksemið serliga høgt. - Tá ið sparast skuldi á Landssjúkrahúsinum síðst í nítiárunum og árini eftir tað, varð mangan skarvað burt- urav játtanini til akkurát hesa endurvenjingardeildina.. - Avleiðingin var, at deild- in varð niðurpínd so líðandi. Ístaðin fyri at fá sjúklingar til endurvenjingar, varð deildin í alsamt størri mun fylt upp við røktarsjúklingum burtur- av, har lítil og ongin endur- venjing var møgulig. Ann Hovland sigur, at tað endaði við, at leiðarin fyri deildini ikki orkaði meiri, men rýmdi og henni á baki fóru fleiri onnur starvsfólk eisini. - Síðani hevur tað gingið javnt og samt afturá og nú er púra onki eftir av hesi endurvenjingardeilini. Nú eru bara koyristólar Ann Hovland sigur, at tá ið endurvenjingardeildin virk- aði, var tað aðalmálið hjá starvsfólkinum, at ongin sjúk- lingur skuldi sita í koyristóli. - Og tað vóru heldur ongir koyristólar at síggja á deildini. Tað var bara und- antaksføri, at sjúklingur sat í koyristóli til og frá venjing o.s.fr. - Men í dag er deildin full av koyristólum. Afturstigið hevur verið so stórt, at vit, sum arbeiða har, gráta um støðuna, tí veruleikin er, at hetta frálíka virksemið fyri hesar sjúklingar, kundi hild- ið fram, sigur Ann Hovland. Og hon harmast um, at tað, sum virkaði væl, skuldi verða pínt niður, til tað at enda heilt datt burtur, so at deildin nú er ein røktardeild burturav. - Avleiðingin er, at í dag hava hesi fólkini at kalla púra onki tilboð um endur- venjing og tað er eitt stórt afturstig fyri tey Her og nú Í november í fjør gjørdi ein arbeiðsbólkur eitt álit um endurvenjing, sum varð latið landsstýrismanninum í Almanna- og heilsumálum. Í tí álitinum eru ein rúgva av tilmælum um, hvat skal gerast fyri at fáa gongd á at endurvenja sjúklingar við heilabløðing og blóðtøppi í heilanum, einsvæl og sjúk- lingum við øðrum sjúkum, ella sum hava fingið skaða í vanlukku. Ann Hovland ivast í, hvat fer at koma burturúr hesum álitinum, tí hon heldur, at vandi er fyri, at hetta fer at drukna í øllum øðrum polit- iskum málum og tað tí fer at ganga alt ov nógv ár, áðrenn nakað verður sett í verk. - Tað er her og nú, at hesi fólkini hava brúk fyri einum tilboðið og tað kann eisini gerast her og nú við at end- urskipa deildina, sum var. - Tað er óneyðugt at upp- finna tann djúpa borðiskin einaferð afturat og var vilji til staðar, kundu vit byrja tann dagin í morgin við ein- um góðum tilboði um endur- venjing. - Tað er ongin sum sigur, at hetta skal verða á Lands- sjúkrahúsinum, tí ein slík deild til endurvenjing kann einsvæl vera á Suðuroyar Sjúkrahúsi ella á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Seta kikaran á endurvenjing Endurvenjing til fólk, sum hava varandi sjúku, ella sum hava havt blóðtøpp í heilanum ella heilabløðing, hevur verið eitt mál, sum nógv hevur verið tosað um í mong ár. Tíverri standa úrslitini ikki mál við alt tað, sum er sagt og skrivað, tí veru- leikin er, at lítið og onki er hent á økinum. Men nú Heilafelagið hava gongd á málið og kravið til politikararnar er, at teir nú seta gerðir aftan- fyri øll tey vøkru orðini og seta tiltøk í verk, so at allir teir 5000 føroyingar, sum hava brúk fyri endurvenj- ing í meiri og minni mun, fáa tær sømdir, teir hava krav upp á í einum væl- ferðarsamfelagi. Sosialurin fer í nøkrum greinum í komandi bløð- um at umrøða málið og at lýsa støðuna á økinum. Í dag tosa vit við Ann Hovland, sjúkrasystir, sum greiðir frá, at eitt er, at støðan hjá hesum sjúkling- um ikki er batna. Nógv syrgiligari er tað, at í veru- leikanum er støðan nógv versnað hesi síðstu árini. Vit tosa eisini við Marj- una Poulsen, sum er fysio- terapeutur og sum hevur verið við at gera álitið um endurvenjing, sum varð handað landsstýrismannin- um í november. Hon greið- ir frá, at hevði politiski myndugleikin játtað 25 milliónir til endamálið um árið, hevði tað rokkið rætti- liga langt og hon ivast í, um tað ikki er dýrari at senda nakrar føroyingar av landinum um árið til endurvenjing enn at hava eina skipaða endurvenjing í Føroyum. Í eini aðrari grein, fer Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í Almanna-og heilsumálum at greiða frá, at hann hevur nógvar ætlanir á økinum, men at hann onki kann lova um, hvussu skjótt nak- að fer at henda, tí alt veldst um, hvat semja fæst um í samgonguni og, hvussu tann politiska raðfestingin verður. Vit gráta um støðuna - Sjúklingar, sum høvdu havt heilabløðing, ella sum høvdu havt blóðtøpp í heilanum, høvdu góðar umstøður fyri endurvenjing, men tann deildin á Landssjúkrahúsinum, sum tók sær av hesum, varð niðurpínd, til hon at enda helt uppat og tað betala sjúklingarnir fyri enn tann dag í dag, sigur Ann Hovland, sjúkrarøktarfrøðingur Vindmyllur stóran áhuga Áhugin fyri vindorku hevur ongantíð verið so stórur sum nú. Vindmyllurnar, sum vórðu settar upp kring heimin í fjør, hava eina framleiðsluorku upp á næstan 20.000 megawatt, og tað er ársmet. Sostatt kunnu heimsins vindmyllur nú framleiða 94.000 megawatt, og nú stavar eitt prosent av heimsins elorkunýtslu frá vindorku. Tey bæði størstu vindmylluvirkini í Danmark, Vestas og Siemens, eiga 30 prosent av marknaðinum. Óttast útlendska arbeiðsmegi Í Grønlandi ætlar landsstýrið at gera tað lættari hjá útlendingum at koma til Grønlands at arbeiða, men tann ætlanin fær ikki undirtøku frá arbeiðarafelagnum. Formaðurin í SIK, Jens G. Berthelsen, sigur við KNR, at tað er skeivt at innflyta arbeiðsmegi til tær stóru verkætlaninar, og at tað er vandi fyri, at tann grønlendska arbeiðsmegin verður sett til viks. Arbeiðsgevararnir siga harafturímóti, at tað er alneyðugt at innflyta arbeiðsmegi. Í 2012 verður umsetningurin á vindmyllumarknaðinum 1.500 mia. krónur Mynd: DR