hósdagur 27. mars 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 59 - 27. mars 2008
Prestvígsla
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Dómkirkjan: - Álit á Gud,
- tað er í øllum førum tað,
sum altíð fer at liggja undir
mínum prædikum, sigur
Ann.
Sunnudagin verður hon
prestvígd í Dómkirkjuni,
og fer tá at virka sum ein av
prestunum við tær fýra
kirkjurnar í Suðurstreymoy-
ar Eystara Prestagjaldi –
Dómkirkjuna og kirkjurnar
í Hoyvík, Nólsoy og í Kald-
bak.
Ann byrjar í starvinum 1.
apríl og verður í tí til hálvan
august. Hetta er starvið hjá
Marjun Lómaklett, sum er í
longdum
barnsburðarfar-
loyvi.
Høvuðsarbeiðið
hjá
nýggja prestinum verður
sjálvandi við tær kirkjuligu
tænasturnar, herundir præd-
ikurnar. Og boðskapin í
teimum er hon ikki eina
løtu í iva um:
- Vit kunnu altíð líta á, at
hann tekur sær av okkum
óansæð hvørji vit eru og í
hvørjari støðu, vit eru í. Tað
hevur sjálvur sagt, og tí er
tað soleiðis, sigur 31 ára
gamla Ann, og vísir til frá-
søgnina um fótasporini í
sandinum, sum greitt verður
frá aðrastaðni á síðuni.
Hon hevur lisið gudfrøði
sum sjálvlesandi við Århus
Universitet, er gift og er
búsitandi á Tinghúsvegnum
í Havn saman við manni og
trimum døtrum.
Prædikaði fyri
dukkunum
Nú Ann verður prestvígd
sunnudagin, eru gudstæn-
astan, kirkjan og andaliga
lívið als ikki ókent fyri tann
31 ára gamla prestin.
- Eg havi faktiskt altíð
gingið í kirkju – og tað hev-
ur mær dámt sera væl, greið-
ir Ann frá.
At hon skuldi gerast prest-
ur ein dag, hevur hon
droymt um, so langt hon
kann minnast aftur í tíðina.
Hon hevur í roynd og
veru altíð vitað tað, og hev-
ur somuleiðis í verki - og
spæli! - víst, at hetta varð
leiðin hon ætlaði at fylgja
seinni í lívinum.
- Ja, eg minnist at eg
plagdi onkutíð at seta stólar
upp heima við hús og
spældi at teir vóru kirkju-
beinkirnir. So prædikaði eg
fyri dukkunum og ímyndaði
mær soleiðis, at tær vóru
kirkjufólkið.
- Eg haldi, at tær lurtaðu
væl eftir, sigur Ann við ein-
um brosi.
Dámar at prædika
Tá hon sum tannáringur fór
í 8. flokk í Kommunuskúl-
anum, var tað somuleiðis
hetta starvið, sum lá henni
fremst í huganum – og áhug-
in fyri starvinum gjørdist
ikki minni, tá hon síðani fór
undir miðnámslesturin sum
studentur í Hoydølum.
Tá hon gekk í framhalds-
deildini tók hon enn eina
avgerð á leiðini fram ímóti
starvinum, sum hon verður
vígd til sunnudagin: Hon
avgjørdi at fara í starvsvenj-
ing hjá Kjartani Mørkøre
sum tá var prestur í Vestur-
kirkjuni.
Hetta var ein sera áhuga-
verd venjing fyri ta ungu
Ann, tí hon samstundis kom
at arbeiða saman við táver-
andi biskupi, Hans J. Joen-
sen og táverandi dómprósti,
Petur Martin Rasmussen.
- Teir høvdu helst ikki
roynt áður at hava ein næm-
ing í starvsvenjing – og ser-
liga ikki eina unga kvinnu.
Men teir tóku sera væl ímóti
mær, minnist Ann afturá.
Tá hon fór í studentaskúla,
slepti hon ikki endanum,
men helt fram á somu leið,
og hevði av og á andaktina,
sum varð fyriskipað á skúl-
anum eina ferð um vikuna.
- Eg veit ikki rættiliga hví,
men mær hevur altíð dámt
væl at prædika og at boða
Guds orð, sjálvt um tað ikki
beinleiðis liggur til mín,
sigur hon, og avdúkar í
hesum viðfangi, at hon er
eitt sindur smæðin av lyndi.
Eitt lív í yvirflóð
Hóast Ann fyrst verður
prestvígd sunnudagin, hev-
ur hon longu roynt seg sum
talara fleiri ferðir.
Hon hevði millum annað
eina prædiku í Vesturkirkjuni
í heyst, tá hon aftur var í
starvsvenjing her – hesaferð
í sambandi við pastoralsem-
inari’ið. Hesa prædikuna
dámdi fólki so mikið væl,
at Sosialurin varð biðin um
at prenta hesa í blaðnum.
Á gudstænastuni í Dómkirkjuni
sunnudagin verður 31 ára gamla Ann
D. Hansen prestvígd. – Hjá Gudi hava
vit øll eitt óendaligt virði. Vit kunnu
altíð líta á, at hann tekur sær av okkum í
øllum lívsins viðurskiftum, sigur nýggi
presturin. Heilt frá tí hon var smágenta,
hevur hon ætlað sær at gerast prestur.
Nú gerst dreymurin umsíðir veruleiki
Gud fer ongantíð
Angela og Hannebal í
Føroyahúsinum
Komandi leygardag klokkan 15 fara barnavinarligu Angela og
klovnurin Hannebal at undirhalda við barnatiltakið í
Føroyahúsinum í Keypmannahavn. Angela Petersen og Rúni
Gaardlykke hava nógv ár á baki, og sjálvt um tey eru at síggja í
føroyskum sjónvarpi hvørja viku við sendingini Krutl, so sæst
tað eisini á netinum: www.olivant.fo/?page=svf. Meiri kann
lesast á: www.myspace.com/foinvasion
Argjalega í Nesvík
Aftur í ár verður møguleiki hjá argjafólki at taka lut á Aftur í ár
verður møguleiki hjá argjafólki at taka lut á Argjalegu í Nesvík.
Legan verður vikuskiftið 11.-13. apríl. Ymist verður á skránni.
Tríggir fyrilestrar verða hildnir, ein fríggjakvøldið og hinir
leygarmorgun og seinnapartin leygardagin. Sólbjørg Símunarson
fer at tosa um strongd, Martin Joensen lív sítt, og John Myllham-
ar kemur at tosa og vísa myndir um vanlukkuna við sinnopsgassi,
ið honum var fyri umborð á »Heldarstindi«. Frítíðaraktivitetur og
veitslukvøld verða eisini á skránni. Tekning fer fram á tlf. 315870
ella á e-posti: alfredh@post.olivant.fo innan 6. apríl.