hósdagur 27. mars 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 59 - 27. mars 2008
frá okkum
Fótaspor
í sand-
inum
Eitt av aðalmálunum í
starvinum hjá Ann verð
ur at vísa á, at Gud er við
fólki óansæð kor og
umstøður.
Eingin okkara sleppur
undan ringum tíðum,
men tað týdningarmesta
er, at Hann leiðir okkum
gjøgnum tær, sigur Ann.
Myndin um fótasporini
í sandinum lýsir hetta
sera væl: Ein persónur
kemur gangandi eftir
eini sandstrond og sær
fótaspor síni og tey hjá
Gudi undir liðini á sær.
Einaferð hann kemur í
trupulleikar, sær hann
bert fótafarið eftir einum
spori. Hann heldur, at
hesi fótasporini eru hans
ara egnu og spyr tí Gud
um, hvar hann var í
hesum truplu tíðini. Hví
greip hann ikki inn fyri at
hjálpa honum gjøgnum
trupulleikarnar?
Svarið hann tá fær,
sambært frásøgnini er, at
hetta eina fótasporið í
roynd og veru var Guds
– tað merkir: at tá ringast
stóð til, lyfti og bar Gud
hann
gjøgnum
hesa
tíðina.
Á henda hátt vildi Gud
vísa viðkomandi á, at
hann altíð er okkum við
lið og ongantíð víkur frá
okkum.
At hetta er veruleikin,
sær ein kanska best, tá
ein er komin yvir á hina
síðuna, sigur Ann D.
Hansen.
Tey, ið hava hoyrt hana
prædika og tey sum koma
at gera tað í framtíðini,
verða ikki í iva um, hvørja
hugsan hon hevur um
Bíbliuna sum Guds orð.
Tá hon byrjaði lesturin í
1991 varð hon beinanvegin
konfronterað
við,
hvat
ymiskir persónar hildu og
mettu
um
Bíbliuna.
Atfinningar og spurningar í
hesum sambandi, kunnu
kanska tykjast ógvuslig fyri
ein nýggjan lesandi, tí her
kemur ymiskt fram sum ein
kann seta spurnartekin við
og sum kanska stríðir ímóti
trúnni hjá teim lesandi.
Eg tók tá avgerð um, at
eg sjálv altíð vildi seta
Bíbliuna allarfremst, óansæð
hvat onnur siga. Eg trúgvi í
øllum førum tí, sum Bíblian
sigur. Tað var neyðugt at taka
eina slíka avgerð tá, tí henda
avgerðin má kortini takast
fyrr ella seinni.
Tað hevur sín stóra
týdning, at hava álit á Guds
orði, soleiðis at vit kunnu
liva eitt lív í signing og í
yvirflóð. Ger ein ikki tað,
so rekur ein bara við streym
inum!, staðfestir hon.
Bønarsvar
Júst hetta við álitinum á
Guds orð er ikki nakað,
sum Ann hevur úr leysum
lofti ella er nakað sum hon
hevur lisið seg til.
Hon hevur sjálv verið
vitni til ta kraftina og tann
sannleikan, sum er í Orðin
um og at tað hendir soleiðis
sum skrivað stendur.
Hetta hevur hon fingið
staðfest fleiri ferðir – fyrst og
fremst, tá hon hevur átt tríggj
ar vælskaptar døtrar. Hetta
álitið, bønirnar og trúnna á
Orðið fekk hon kanska best
at sanna, tá mamma hennara
gjørdist sjúk.
Mamma mín fekk stað
fest krabbamein í nýrunum,
og varð síðani løgd undir
skurð. Tá læknarnir skuldu
taka knykilin burtur, tá var
hann ikki har! Hann var
burtur!!
Vit skulu ikki altíð vera
eins og tann ivandi læru
sveinurin Tummas, sum
mátti síggja fyri at trúgva.
Slíkt hendir, tí at tú trýrt,
staðfestir hon.
Boða orðið allastaðni
Í fyrstu syftu er Ann sett
sum prestur í Suðurstreym
oyar Eystara Prestagjaldi
fram til hálvan august.
Hóast starvstíðin á hesum
sinni er avmarkað, hevur
Ann kortini sett sær eitt fyri:
Hon ynskir at hitta menniskju,
har tey eru í lívinum, við
teirra uppgávum og avbjóð
ingum í gerandisdegnum.
Her hevur prestur ein
fyrimun – um eg kann siga
tað so. Tí tá eg hitti fólk, so
havi eg sjálv gleðiboðskapin
við mær. Og faktiskt vænta
fólk, at ein prestur hevur
eina heilsan úr Bíbliuni við
sær, sigur Ann. Og hon legg
ur aftrat:
Hetta er eitt ótrúliga
spennandi starv og ein fant
astiskur møguleiki at kunna
boða orðið soleiðis. Tað
gleði eg meg til!
– Mær hevur altíð dámt sera væl frásøgnina
um fótasporini í sandinum. Hetta er ein sera
góð mynd av, at Gud vil altíð vera hjá okkum,
sigur Ann D. Hansen, sum verður innsett sum
prestur sunnudagin
Mynd: Jens Kristian Vang
”
Eg minnist, at eg plagdi onkuntíð at seta
stólar upp heima við hús og spældi,
at teir vóru kirkjubeinkirnir. So
prædikaði eg fyri dukkunum og
ímyndaði mær soleiðis, at tær vóru
kirkjufólkið
”
Eg tók tá avgerð um, at eg sjálv altíð vildi
seta Bíbliuna allarfremst, óansæð hvat
onnur siga. Eg trúgvi í øllum førum tí,
sum Bíblian sigur
Ársins Songrødd 2008 byrjar leygarkvøldið
Hevur tú hug at royna teg sum sangara, er Ársins Songrødd just ein kapping fyri teg. Onkur tekur lut bert fyri at stuttleika
sær, meðan onnur veruliga ætla sær nakað meira innan tónleik. Trý undanumfør eru á skránni í ár, og tey verða í Mentan
arhúsinum í Fuglafirð,TB húsinum á Tvøroyri og í Høllini á Kambsdali. Finalan verður í Høllini á Kambsdali leygar
kvøldið 3. mai. Í mun til undanfarin ár er møguleiki at velja sær lag sjálvur, so ikki skuldi verið torført at funnið okkurt,
ið hóskar til tín – líkamikið, um tú ert genta ella drongur, 15 ella 95 ár. Hesaferð er pláss fyri 30 luttakarum, so tað ræður
um sum altíð at tekna seg til kappingina skjótast gjørligt. Hetta kanst tú gera inni á heimasíðuni, har tú eisini finnur
reglar og ymiskt annað um sjálva kappingina. Seinasta freist at tekna seg til kappingina er í kvøld á midnátt. Tekning fer
fram nú inni á www.songroddin.com. James Olsen verður frásøgumaður, og til finaluna verður okkurt forkunnugt
undirhald. Fyrsta umfar verður leygarkvøldið 29. mars. Hini umførini verða í TBHúsinum leygarkvøldið tann 5. apríl, í
Høllini á Kambsdali leygarkvøldið tann 12. apríl. Finalan verður leygarkvøldið 3. mai í Høllini á Kambsdali kl.23:30.