Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-27, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. mars 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 59 - 27. mars 2008 Bankar tjena væl Árið í fjør royndist væl hjá teimum donsku bankunum. Í hvussu er vísir ein samanteljing hjá tíðarritinum Bankinfo, at bankarnir høvdu 39 milliardir kónur í avlopi fyri skatt í 2007. Bankinfo skrivar, at talið er stórt sæð tað sama sum árið fyri og svarar til, at eginpeningurin bleiv forrentaður við 19 prosentum. Nú á nýggjárinum var eginpeningurin hjá bankunum 219 milliardir krónur ímóti 198 milliardum eitt ár frammanundan. Høvdu stolið milliónir Løgreglan á flogvøllinum í Kelfavík í Íslandi tók fyrradagin ein týskara og ein rumena, sum ætlaðu sær av landinum. Í viðførinum hjá monnunum fann løgreglan fleiri milliónir íslendskar krónur, sum menninir høvdu tikið úr ymsum sjálvtøkum í Reykjavík. Blaðið Vísir vil vera við, at talan var um einar 10 milliónir íslendskar krónur. Sum skilst høvdu menninir stolið sjálvtøkukort uttanlands og vóru síðani farnir til Íslands at brúka tey, skrivar Vísir. Tveir menn brúktu stolin kort til at taka fleiri milliónir íslendskar krónur úr sjálvtøkum (Mynd: Vísir) Tað nýggjasta innan alternativa orku í húsarhaldinum eru smáar vindmyllur, ið geva orku beinleiðis til ketilin, so olju­ fýringin koyrir minni og harvið brúkar minni olju. ­ Eg haldi, at hetta sær ógvuliga spennandi út, og tað er stuttligt at vita sær, at tú klárar at halda húsini heit – partvís við vindi, sum á ongan hátt dálkar okkara umhvørvi, sigur William Smith, ið hevur havt vindmyllu við góðum úrsliti síðan oktober í fjør Vindorka Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Oljan er dýr og er vorðin ein rættiliga tyngjandi part­ ur av einum húsarhaldi, bæði hjá ungum familjum við børnum, men so sanni­ liga eisini hjá teimum, sum eru komin til pensjónsaldur og bara hava pensjónina at liva av. Mangur man undra seg yvir, at tað almenna ikki langt síðan hevur tikið burt­ ur oljuavgjaldið, soleiðis at oljan kundi verið tað bílig­ ari. Myndugleikunum so líkt skjóta teir seg inn undir, at høgi oljuprísurin kanska er tálmandi fyri nýtsluna, og størri nýtsla fremur meira dálking. Svend Auken, fyrrverandi danskur umhvørvisráðharri, hevur sagt, at tá ið tað almenna leggur avgjøld á eitt nú olju fyri at minka um dálking, eigur tað almenna eisini at gjalda ein part av hesum peningi útaftur, so fólk fáa ráð til at bjálva sær húsini betur, skifta vindeygu og hurðar og kanska finna sær aðrar orkukeldur, ið dálka minni. Umhvørvisráðharrin hev­ ur eisini sagt, at tað gevur onga meining at leggja almenn avgjøld á eitt nú olju, um ein partur av avgjaldinum ikki verður brúktur til at minka um nýtsluna av dálkandi orku­ keldum. Høgi oljuprísurin hevur fingið fólk til at royna aðrar møguleikar, eitt nú við sólorku, hitapumpum og vindmyllum. Smáar myllur Øllum kunnugt eru vind­ myllur ikki nýtt uppfinnilsi. Úti í heimi hava vit í nógv ár sæð smáar og stórar vindmylluparkir, sum geva orku inn á el­netið. Myll­ urnar eru vorðnar betri, størri og sterkari. Eisini her hjá okkum er gongd í vindorkuni. SEV hevur nú í fleiri ár havt eina vindmyllu stand­ andi í Neshaga, og fyri fáum árum síðan setti fel­ agið tríggjar størri vindmyll­ ur upp aftrat. Úrslitini hava verið so mikið góð, at elfelagið nú hevur gjørt av at seta enn fleiri og størri vindmyllur upp í Neshaga. Eisini felagið Sp/f Røkt í Vestmanna framleiðir og selir streym, ið framleiddur verður við vindi, inn á netið hjá SEV. At vindorka munar, kann staðfestast við úttalilsum hjá Henningi Jacobsen, verkfrøðingi hjá SEV, sum hevur sagt, at tær tríggjar størru vindmyllurnar í Nes­ haga eru nóg mikið til at bera streymin hjá øllum húsarhaldum á eystursíðuni á Skálafjørðinum. Tað nýggjasta innan alter­ nativa orku í húsarhaldinum eru smáar vindmyllur, ið geva orku beinleiðis til ketil­ in, so oljufýringin koyrir minni og brúkar harvið minni olju. Nakrir sethúsaeigarar hava longu útvegað sær smáar kinverskar myllur, sum settar verða upp á grundøkinum. Ein teirra er William Smith, sum býr í Sørvági, og ein annar er Jóhan Simonsen, sum býr í Hoyvík. Aðrir eru eisini í holt við at seta sær slíkar myllur upp og sum skilst, er áhugin fyri hesum sera stór­ ur. At síggja til, er hesar myllur lítið størri enn hampiliga stórir veðurhanar. Tær eru 180 metur í tvør­ mát. Ógvuliga spennandi William Smith, ið er mað­ urin, sum hevur gingið á odda við hesum smáu vind­ myllunum, sigur, at teir fingu samband við ein før­ oying, sum býr í Bretlandi, og hesin hevði sambond til Kina, har teir framleiða hes­ ar myllur, ið kallast HWG 600. ­ Eg haldi, at hesar hava røttu støddina og røttu styrk­ ina til føroyska veðurlagið. Kinverjar lova, at myllurnar geva 750 watt, men við eini minni tillaging fái eg tær at geva 2.700 watt. William setti sína myllu upp í oktober mánaða í fjør og royndirnar, hann higartil hevur gjørt sær, eru sera góðar. Vit fara at venda aftur til ítøkiligu royndirnar seinni í greinini. Sjálvur er William út­ búgvin handverkari, og um­ framt tað er hann eisini elektrikari, maskinmaður og flogteknikari. ­ Úrslitið, sum eg nú eri komin til við mínum roynd­ um at hita ketilin við vind­ mylluni, er mítt konsept, um eg so kann siga. Hann sigur, at stýringarn­ ar, sum fylgdu við kin­ versku myllunum, bygdu á prinsippið um javnstreym, men at hann hevur tikið allar hesar stýringar burtur, soleiðis at myllan nú fram­ leiðir veksilstreym, sum tað verður rópt. Eisini hevur hann styrkt »krúnuna«, sum bløðini er fest í, soleiðis at myllan í dag tolir í minsta lagi 80 metrar/ sek. ­ Eg havi tillagað mylluna so sterka og einfalda sum gjørligt, tí endamálið er eittans; at framleiða mest møguliga orku til ketilin, so oljufýringin gongur minst møguligt. Willian sigur, at hann leingi hevur gingið og hugs­ að um, hvussu hann á mest orkusparandi hátt kundi fáa steðgirnar ímillum, nær oljufýringin gongur, at ger­ ast longri, so oljunýtslan og Vindmyllan sparir h