Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-27, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. mars 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 59 - 27. mars 2008 11 tíðindi Íslendingar dapurskygdir Í februar vóru teir bjartskygdu íslendingarnir líka nógvir í tali sum teir dapurskygdu, men ein nýggj kanning hjá Gallup vísir, at nú ery teir dapurskygdu í meiriluta, skrivar Vísir. Kanningin vísir, at flestu íslendingar eru misnøgdir við verandi støðu, og at teir hava heldur ikki so góða vónir um teir næstu seks mánðirnar. Gallupkanningin vísir eisini, at tey flestu hava slept øllum ætlanum um at brúka pengar til innbúgv og bilar í løtuni. Ísland væl rikið land Tað eru ikki allir serfrøðingar, sum koma við líka døprum spádómum um íslendska búskapin. Í samrøðu við amerikanska sjónvarpið CNBC fyrradagin segði Richard Portes, professari á London Buisness School, at Ísland er eitt væl rikið og búskaparliga trygt land. Um teir íslendsku bankarnar segði Richard Portes, professari, at teir eru sterkir og væl riknir, og at teir í mongum lutum eru sterkari enn aðrir norðurlendskir bankar. Spron og aðrir íslendskir peningastovnar eru væl riknir, sigur bretskur professari (Mynd: Vísir) harvið við útlátið verður minni. - Eg haldi, at hetta sær ógvuliga spennandi út, og tað er stuttligt at vita sær, at tú klárar at halda húsini heit – partvís við vindi, sum á ongan hátt dálkar okkara umhvørvi. Tá ið nógvur vindur er, hevur tú vanliga eisini brúk fyri meira hita, og tað er júst, tá ið vindur er, at myllan gevur mest, og tú soleiðis sparir olju. So, hesin samanhangurin passar sera væl inn í konseptið, leggur hann aftrat. Einføld skipan Men hvussu er skipanin so bygd upp? - Skipanin er sera einføld. Eg havi borað hol í ketilin og havi sett trý hitalikam inn. Hetta eru likam, sum streymurin, ið myllan gevur, ikki klárar at beina fyri. Síðan eru gløðarar bundnir beinleiðis til hesi likam, ið streymurin frá mylluni hitar. Hann sigur, at er eingin vindur, gongur oljufýringin oftari, men er eitt sindur av vindi, letur myllan hitan, og tá gongur oljufýringin nógv minni – ella slett ikki, um nóg mikið av vindi er. - Tað er einki við, at tú á nakran hátt noyðist at ganga og kopla um – ella tendra og sløkkja nakað. Her er eingin stýring. Hetta gongur alt av sær sjálvum, leggur William aftrat. Spurdur, um tað ikki hevði verið ein gongd leið at havt akkumlatorar, sum goymdu streym, tá ið nógvur vindur er, sigur hann: - Jú, sjálvandi er tað ein møguleiki, men tá gerst lutfalsliga lítla og einfalda íløgan størri, umframt at tú tá fæst við evni, sum eina- ferð skulu beinast burtur. Sum er, koyrir skipanin soleiðis, at tú sparir olju, tá myllan melur, og í Føroyum er næstan altíð vindur. Íløgan í eina slíka vind- myllu og skipanina annars, soleiðis sum William hevur bygt hana upp, er smáar 10.000 krónur, og roynd- irnar hjá honum vísa, at íløgan kann spara seg inn- aftur longu eftir einum ári. - Er vindurin 3 m/sek., gevur myllan eitt sindur, men ov lítið. Kortini sparir tú olju, tí oljufýringin gongur ikki líka so ofta, sum um tú onga myllu hevði. Liggur vindurin mill- um 7 og 15 m/sek., sparir tú nógva olju – alt eftir, hvussu stór húsini eru. Hann sigur, at tá ið vind- urin liggur um 15 m/ sek., gevur myllan 2700 watt, og tá klárar hon so at siga at halda eini vanlig sethús heit – at kalla uttan olju. - Mín oljunýtsla fór niður á 3 litrar um samdøgnið við góðum vindi, sum lá millum einar 12 og 17 m/sek. Nýtsl- an frammanundan var einar 8-10 litrar um døgnið. Í báð- um førum var talan um 0 stig úti. Onkran dag koyrdi oljufýringin slett ikki, og tískil brendi eg onga olju. William sigur, at tá ið nógv vatn verður brúkt í húsunum, klárar vindmyll- an ikki at bera alt, og tá gongur oljufýringin eina løtu. - Hjá okkum, sum hava fingið okkum vindmyllur, er best, um tað er nakað av vindi – og ongantíð betur, enn um tað er hampiliga nógvur vindur. Tá spara vit dálkandi olju, og tá spara vit pening, leggur hann aftrat. Hóskandi mylla William sigur, at orsøkin til, at hann valdi júst hesa mylluna, ið er 1,80 metrar í tvørmát, er ein donsk lóg, sum sigur, at 2 metrar »roterandi genstandur« er tað mesta, sum tú kanst hava standandi á tínum grundøki. - Men um henda lóg eisini er galdandi í Føroyum, veit eg ikki at siga. Hann heldur annars, at íløgan hevði verið ov stór fyri sethúsaeigarar, um tal- an var um eina størri vind- myllu, sum kundi klárað at borið allan streymin í hús- inum, og tá hevði sjálvandi eisini verið neyðugt við goymslu av streymi, sum krevur heilt aðrar instalatiónir og kostnaðir. Men hoyrist einki til eina tílíka myllu, sum at síggja til ikki tykist størri enn ein hampiligur veðurhani í garðinum? - Jú, sjálvandi hoyrist myllan, tá ið nógvur vindur er, men eg haldi, at hendan, eg havi valt, er ein hin mest ljóðleysa á marknaðinum í løtuni. Hann sigur, at lítið hoyrist til mylluna, tá ið vindurin liggur millum einar 7 upp í 15 metrar/sek., men tá ið vindurin fer upp um einar 15-17 metrar/sek., hoyrist nokso fitt til hana. - Í aðrar mátar ber altíð til at steðga mylluni, um sjóðið frá henni er til ampa í nærumhvørvinum, leggur hann aftrat. Stór sparing Vit spurdu eisini William Smith, hvussu stóra sparing hann væntar sær av mylluni, sum hann setti upp í oktober í fjør. - Eg vænti, at soleiðis, sum royndirnar mínar hig- artil hava verið, spari eg meira enn helmingin av oljuni, enn brúkti framman- undan. Hann sigur, at hópur av fólki longu hava vent sær til hansara og spurt seg fyri. - Eg vænti, at verða royndirnar framhaldandi góðar, fari eg at taka einar 50 vindmyllur av hesum slagnum heim í næstum, sigur hann at enda. Hetta er vindmyllan, sum Jóhan Simonsen júst hevur sett upp í Hoyvík. Seks myllur av hesum slagnum eru nú í Føroyum Mynd: Jens Kr. Vang Tvørmátið er einans 1,80 metrar, og at síggja til er vindmyllan ikki nógv størri enn ein hampiligur veðurhani Mynd: Jens Kr. Vang elming í olju