hósdagur 27. mars 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 59 - 27. mars 2008
13
S
einastu árini hevur nógv
kjak verið um skúlan í
Føroyum. Serliga hevur PISA-
kanningin í framhaldsdeild
fólkaskúlans verið í brenni
deplinum. Avbjóðingarnar, ið
liggja fyri framman á skúla-
økinum, eru sera stórar. Politisk
semja er í dag um at raðfesta
útbúgving, gransking og
menning hægri í Føroyum. Vit
hava sæð at grannalondini í
Norðurevropa satsa uppá
útbúgving og gransking, og nú
ynskja vit at fylgja somu kós.
Men nógv størri orka skal
leggjast í verkætlanina, um vit
skulu fáa nakað, ið minnir um
eitt vitanarsamfelag, ið hoyrir
heima í 21. øld.
V
it hava nógva vitan í
Føroyum, virðismikla
servitan á nógvum økjum, men
vit duga alt ov illa at gagnnýta
hana. Vit duga ov illa at fáa
nakran samfelagsvinning
burturúr. Vit hava tískil ikki
nakað tíðarhóskandi vitanar-
samfelag sum nú er, hóast
potensialið hjá okkum er stórt.
Sjálvt tá fiskivinnan, okkara
stolta høvuðsvinna, er í brenni-
deplinum, noyðast vit at
ásanna, at vit fáa alt ov lítið
burturúr. Ein kendur vinnulívs-
maður segði herfyri, at føroy-
ingar duga ikki at selja fisk.
Eisini hava granskarar verið
frammi og sagt, at føroyska
fiskivinnugranskingin hevur alt
ov vánaligar karmar. Við øðrum
orðum, vit virðismeta ikki
vitanina nóg høgt.
F
yri at fáa eitt vælvirkandi
vitanarsamfelag, ið kann
tryggja okkum eina sterka
støðu í einum globaliseraðum
heimi, so mugu vit seta okkum
hesar spurningar: Hvørja vitan
og hvørjar førleikar skal fólkið
í landinum hava? Hvønn leiklut
skal skúlin hava í samfelag-
num? Hvørji virði skal sam-
felagið grunda á? Og so fram-
vegis. Vit mangla vitan um
vitan, vitan um læring og vitan
um førleikar. Her hava hægri
lærustovnar sum Føroya
Læraraskúli og Fróðskaparsetur
Føroya (stovnarnir leggja eftir
øllum at døma skjótt saman)
eyðvitað ein lyklaleiklut. Báðir
stovnarnir hava, hóast mong
føgur orð um læring og gransk-
ing í politiskum kjaki, rættiliga
vánaligar umstøður at arbeiða
undir. Langt er millum visión
og veruleika, tá hugt verður at
granskingini og menningini í
landinum.
V
itanin í fólkinum er mest
týðandi kapitalurin í einum
framkomnum seinmodernaðum
samfelagi. Hetta hava vit ilt við
at taka fyril fult, hóast tey
londini, vit vanliga samabera
okkum við, eru samd um, at
hetta er einasti vegurin fram,
um eitt samfelag skal varðveita
og styrkja um sína vælferð.
Hóast onki annað land í Vestur-
heiminum hevur so fáar ph.
d’arar sum vit, so fáa føroyskir
ph.d’arar sjáldan granskingar-
størv við vísindaligum avbjóð-
ingum. Vit hava, við øðrum
orðum, onki at bjóða teimum,
hóast vit siga, at samfelagið
hevur brúk fyri teimum. Eisini
hava vit dugnalig fólk í útlond-
um, ið droyma um at koma
heim at brúka sína vitan og
sínar royndir, men sum tíverri
ikki fáa møguleikan.
V
it mangla vitan og hagtøl
um sosial, búskaparlig og
mentanarlig viðurskifti. Harvið
gita vit okkum ofta fram, tá
viðkomandi samfelagsviður-
skifti verða umrødd. Og úrslitið
verður, at vit ikki reiðiliga vita,
hvørjar trupulleikar vit hava at
dragast við. Hetta er støða, ið
annars eyðkennir menningar-
lond. Uttan vísindaligar kann-
ingar um samfelagið ber illa til
at gera langtíðar-strategiir fyri
framtíðina, og harvið ræður
tilvildin, ið kann kosta sam-
felagnum dýrt. Og at lata
tilvildina ráða er ábyrgdarleyst.
Álitið til samfelagið viknar og
vandi er fyri búskaparligari
afturgongd.
V
erkætlanin – at menna
vitanarsamfelagið í Før-
oyum – er meira umfatandi enn
mong halda. PISA-kanningin er
ein dropi í havinum. Skúlin má
fáa hægri tign og virði. Og tað
fær hann einans um lærdómur
og bókligir førleikar fáa hægri
virði í samfelagnum. Hetta er
ein uppgáva, ið øll mugu taka í
álvara. Tað skal loysa seg hjá
børnum at taka skúlan í álvara.
Lærarar skulu eisini dagføra
sína vitan og sínar førleikar.
Her skal Læraraskúlin eyðsæð
hava skeið at bjóða. Vitan er í
dag nakað, sum allatíðina skal
endurnýggjast. Onki stendur í
stað. Høvuðsavbjóðingin hjá
okkum sum samfelag, er at
klára at menna okkum nógv
skjótari og smidligari til
broyttar umstøður enn vit higar-
til hava gjørt. Vitan, vitan og
meira vitan – hetta er kapital-
urin í fólkinum í landinum, ið
vit mugu gagnnýta betur um vit
ynskja at fáa samfelagið at
blóma.
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2008?
Send eina grein til dorit@sosialurin.fo
Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli
Vitan, vitan og
meira vitan
Næstu ferð:
Agga Niclasen um umhvørvisvitjan
Tíðargreinin
tíðargreinin
Firouz Gaini
Granskari
Vitanin í fólkinum er
mest týðandi kapital
urin í einum framkomn
um seinmodernaðum
samfelagi. Hetta hava
vit ilt við at taka fyril
fult, hóast londini, vit
samabera okkum við,
eru samd um, at hetta
er einasti vegurin fram
Vit mangla vitan og
hagtøl um sosial, bú
skaparlig og mentanar
lig viðurskifti. Úrslitið
er, at vit ikki reiðiliga
vita, hvørjar trupul
leikar vit hava at drag
ast við. Hetta er støða,
ið annars eyðkennir
menningarlond
Verkætlanin – at menna
vitanarsamfelagið í
Føroyum – er meira
umfatandi enn mong
halda. PISAkanningin
er ein dropi í havinum.
Skúlin má fáa hægri
tign og virði. Tað skal
loysa seg hjá børnum
at taka skúlan í álvara