Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-27, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. mars 2008síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 59 - 27. mars 2008 Fyrispurningur og áheitan til Tryggingar­ felagið Føroyar Stjórin í okkara felagið, Tryggingarfelagnum Føroyar, sigur, at tað er ikki komið fyri, at nevndin hevur stillað valevni upp. Mín spurningur er tí, um verandi nevndar- og umboðsráðslimir skulu hava 25 stillarar, ella bert siga, at tey takað við afturvalið? Kvinnuumboðan manglar Verandi valskipan hjá Tryggingarfelagnum Føroyar vísir týðuliga, at kvinnur halda seg aftur. Av 18 uppstillaðum fólkum vóru bert fýra kvinnur, tvær vórðu valdar, tað er 18%. Fyri at fáa fleiri kvinnur framat, má valskipanin broytast. Broyt valskipanina Øll ið eru tryggingartakarar eiga Tryggingarfelagið Føroyar, tí skulu øll hava møguleika at bjóða seg fram uttan stillarar, og atkvøðuseðlar við teimun uppstillaðu skulu sendast til allar eigarar. Rættvíst, einkult og lætt og tað týdningarmesta, eingir ryggklapparar, øll eru líkastillað. Brúkaraumboðið afturfunnið! Tá ið marknaðarføringar- lógin varð borin í Tingið beint fyri valið, hevði hon verið ein harðan túr undir trimmaranum. Týðandi partar, eitt nú at vit skulu hava brúkaraumboð og at lýsast skal á føroyskum, sum arbeiðsbólkurin við Vinnumálaráðnum, Kappingarráðnum, Vinnuhúsinum og Brúkarasamtakinum einmælt hevði latið úr hondum, vórðu uttan víðari strikað. Brúkarasamtakið mótmælti serliga, at brúkaraumboðið varð slept, og at man í staðin ætlaði at leggja umsitingina av lógini undir fleirarmaða stovnin á Skálatrøð. Ein stovn, ið longu í fleiri ár hevur verið um at kvalast í alt ov trongum krókum. Ein stovn, ið harumframt nýliga hevur fingið eina ógvuliga umfatandi og plásskrevjandi kappingarlóg at umsita. At alt arbeiðið við marknaðarføringarlógini hervið skuldi enda sum ein viðfáningur undir óviðkomandi stjóra, gjørdist eitt satt vónbrot fyri Brúkarasamtakið og føroyska brúkaran. Men ásannast mátti, at man frá politiskari síðu ongar stórar og langtberandi ætlanir hevði á brúkaraøkinum. Brúkarasamtakið royndi kortini at síggja ljóst uppá málið og gleðast um, at vit hóast alt fingu eina marknaðarføringarlóg. Hetta vardi tó ikki leingi, tí val varð útskrivað, og málið datt burtur. Nú nýggj samgonga er skipað, er málið tikið fram aftur, og man hevur sett sær fyri at taka brúkaraumboðið við. Hetta fegnast vit um og vilja samstundis vísa á møguleikan at nýta hetta høvið til at leggja lunnar undir ein veruligan miðvísan brúkarapolitikk í Føroyum. Vit meta heldur ikki, at hesin leistur hevur nakran meirkostnað við sær. Í og við at man hevur gjørt av at seta ein persón at taka sær av marknaðarføringarlógini, hevur tað ein kostnað við sær. Men um hetta brúkara- umboð er undirlagt einum óviðkomandi stjóra ella virkar sum sín egni stjóri, hevur lítla og onga ávirkan á kostn- aðin. Tað kann einans snúgva seg um møguligan hægri lønarflokk, um man er stjóri sjálvur, heldur enn at ein annar er tað Umframt at røkja marknaðarføringarlógina, eigur uppgávan hjá brúkaraumboðnum at vera at rudda upp í øllum verandi og manglandi brúkaraverndarlógum. Brúkaraumboðið ger tilmæli til dagføringar, yvirtøkur og nýgerð av lógum. Brúkaraumboðið skipar fyri breiðari brúkaraupplýsing um prísstøði, vørugóðsku, heilsu- viðurskifti, umhvørvisviðurskifti og etisk viðurskifti. Tað hevur stóran týdning, at vit frá byrjan fáa lagt lunnar undir ein brúkarapolitikk, ið røkkur langt inn í framtíðina. Endamálið eigur at vera, at Føroyar leggja seg eftir evropeiskari lóggávu á økinum. Hetta fær eisini týdning seinni, um EFTA-limaskapur gerst veruleiki. Tvøroyri FinnleiF Guttesen Brúkarasamtakið Petur í GonG Hugsa vit rætt um henda útbúgvingarliga høvuðs­ motorin, sum vit fáa við nýggja universitetinum, so kann hann eisini fara at verða tann málsligi høvuðsmotorurin, sum okkum hevur vantað. Við hesum motorinum kunnu vit fara inn í eina ómetaliga fína málsliga menning, sum ger, at vit um nøkur ár hava yrkis­ heiti til alt millum himmal og jørð á føroyskum, hava ment eitt føroyskt orðalag í sambandi við vísindaligt arbeiði ­ samstundis ­ sum vit eru før fyri at arbeiða saman við granskarum úr øðrum londum á øðrum málum. Føroyskt køvir einki. Føroyskt byrgir okkum ikki inni. Tíðin er farin frá slíkum tuggum. Men føroyskt letur dyr upp inn í heimar, ið eingin annar eigur lyklarnar til. Og teir lyklarnar mugu vit fara væl um Vit hava báðar møguleik- arnar nú annaðhvørt at menna okkum á báðum økjum ella sleppa tí føroyska. Valið er okkara. Henda gylta møguleikan mugu vit ikki lata gleppa okkum av hondum. Tí hava vit Árni Dahl skrivað umrøddu viðmerkingina til uppskotið um nýggja føroyska univers- itetið. Megindeildarleiðarin á náttúruvísindadeildini hugsar praktiskt um ítøkilig- ar bøkur og ítøkilig sam- bond við onnur universitet. Tað er heilt annað mál enn tað, vit draga fram í ljós. Sjálvandi vita vit, at ein og hvør japanari, sum kemur higar at granska t.d. fisk ikki skal læra seg føroyskt fyri at fara undir granskingina. Tað er ikki neyðugt at fara í útvarpið við tí. Øll vita, at nýggjastu lærubøkurnar, sum pro- fessarar í Oxford skrivaðu í fjør, ikki vórða skrivaðar á føroyskum. Tað átti heldur ikki verið høvuðstíðindi. Sjálvandi vita vit, at gesta- lærarin úr Sterling ella Tromsø ikki tosar føroyskt. Ein og hvør, ið arbeiðir á einum universiteti, veit, at tað er ikki tað, meint verður við, tá ið gjørt verður vart við støðuna hjá føroyskum. Vit gera vart við eina aðalreglu, sum vit hava høvi til at staðfesta nú í sambandi við nýggja universitetið Aðalreglan, vit royna at fáa staðfesta, er, at her á landi krevja vit at brúka føroyskt sum fyrsta mál í undirvísing á øllum stigum. Tað var alt – men viðbrøgdini eru júst tey somu sum altíð. Tónin og próvførslan er tann sama í 2008 sum sambandsflokk- urin og Dimma brúktu í 1908. Í mong ár varð trúttað niður í okkum, at okkara mál ongantíð fór at verða eitt ”kultursprog” . Munurin á teirri útsøgnini og teirri í útvarpinum 25. mars 2008 er í roynd og veru eingin. Tað er pínligt at krevja, at eins egna mál verður høvuðs- mál. Vit vilja ikki, at tað nakrantíð skal fáa tign sum høvuðsmál í Føroyum. Vit vilja innast inni ikki, at føroyskt mál skal verða eitt veruligt mál. Bara til eitt vist. Júst sum vit innast inni ikki vilja, at Føroyar skulu verða eitt land. Bara til eitt vist. Gott til sumt men ikki alt. Longri eru vit ikki komin. Nú hava vit ligið í kjalar- vørrinum á donskum síðan trúbótina. Nú fara vit at globalisera okkum og leggja okkum aftan fyri enskt. Tí nú kemur enskt inn til okkara, og gestablíð sum altíð og okkum so líkt, trina vit til viks, bjóða gestinum í hásætið og fara at tæna. Vit hava altíð havt eini framúr evni at leggja okkum skerfløt fyri øllum fremmandum. Hvat er hent hjá grannunum? Vit báðir Árni Dahl hava hugt at gongdini í norður- londum seinastu 10 árini í sambandi við tað málstevnu- álit, ið júst er handað mentamálaráðnum. Gongdin er eyðsýnd. Frá 2002 – 2007 eru fleiri málstevnuálit latin politikarum í ymsu norð- urlondunum, og øll álitini staðfesta, at norðurlendsku málini, sum vit annars hava hildið hava verið ógvuliga trygg í síni menning, missa øki burturav í sambandi við gransking og hægri útbúgv- ing. At tey missa øki burtur- av merkir sum dømi, at norðmenn skifta yvir í enskt úr norskum í sambandi við ymiskt yrkisøki, sum áður brúktu norskt mál. Avleið- ingin er, at norskt mennist ikki meira á tí økinum. Tað doyr á tí økinum, og enskt kemur í staðin. Henda gongdin, at málslig øki verða slept, kann verða samanborin við vøddar, ið vikna burtur, tá ið teir ikki verða nýttir. Ímillum 60% og 90% av øllum ritgerðum verða nú skrivaðar á enskum á norð- urlendskum universitetum. Granskingin fer fyri ein stóran part fram á enskum, bøkurnar eru enskar. Veru- leikin, sum myndar seg, er enskur. Tað er veruleiki, øll hava vita um leingi. Hevur hesin veruleiki stóra ávirkan á norskt, svenskt og danskt, so kunnu vit bara ímynda okkum okkum hvørja ávirkan, tað fær á føroyskt. Tey norður- lendsku málini hava ment seg á øll økjum. Tey hava orð fyri løgfrøði og tøkni og læknavísindi og matgerð og jarðfrøði. Alt. Tey eru full- borin mál. Føroyskt er ikki fullment á sama hátt. Tá ið vit eru so veik, hvat hendir so, tá ið somu fyribrigdi fara at gera um seg her hjá okkum? Tað er spurningurin vit seta okkum, tað er fyrivarnið ið ger, at vit mugu seta okk- ara egna mál í brennidepilin, nú vit tosa um eitt veruligt universitet í Føroyum. Tað ger, at vit halda, at føroyskt skal verða styrkt við krøvum, sum løgtingið setur. Málsliga ábyrgdin á okkara Fróðskaparsetri Her fer at verða arbeitt og granskað í lívfrøði, havfrøði, løgfrøði, námsfrøði. Í øllum hugsandi. Um so er, at vit ikki samstundis menna føroyskt á teimum økjum, men bara miðvíst arbeiða við at menna okkum fakliga ella yrkisliga á enskum – lesa um tær seinastu rannsóknirnar og kunna okkum um seinastu vísindaligu ástøðini, so haldi eg ikki, at okkara egna universitet tænir okkum til fulnar. Tí tað at sleppa ábyrgdini fyri at menna málið merkir, at fyrr ella seinni kvetta vit málsligu lívæðrarnar av. Fyrr ella seinni verður múrurin av fremmandum orðum og hugtøkum, so stórur, at vit geva skarvin yvir, verða máttleys og fara at gevast við at menna málið á øllum hesum týðandi økjum. At gevast at smíða føroysk orð merkir, at vit taka sveivin úr føroyskari málmenning. Hetta er tann tvørøvuti hugburðurin, sum teir, ið løgdu lunnar undir Fróð- skaparsetrið høvdu. Jóannes Rasmussen menti heitini til jarðfrøði. Hanus Debes Joensen heiti til læknafrøði. Sigurð Joensen heiti til løgfrøði. Teir vistu, at vit máttu taka okkum fram í útbúgvingum í Føroyum og hevja tær á hægri støði. At málið skuldi mennast samstundis var ein sjálv- fylgja. Tað var tann stóra serstaka føroyska akadem- iska avbjóðingin. Teir vóru jarðfrøðingar, læknar og løgfrøðingar. Allur tann nýggi kunnleikin um teirra virkisøki streymaði til teirra úr fremmandum málum. Teir tóku tað til sín, mentust fakliga og mentu føroyskt við sínum økta kunnleika. Sleppa vit teirri aðal- regluni, sita vit um nøkur ár og práta við japanan og týskaran á gøtuenskum, meðan alt tað føroyska rundan um teg letur seg aftur og tagnar. Tað, ið bygt er upp í 100 ár, kveikir tú ikki lív í aftur á sama hátt sum prinsurin á sinni gjørdi við Tornurósu. Tá ið hetta einaferð er farið, er tað farið í ævir. Um tað snýr seg um orðalag, orð, orðasmíð, bendingar. Tú missir tað bara einaferð. Kunnu vit loyva okkum at seta málslig krøv? Nú má løgtingið seta krøv. Løgtingið má krevja eina málsliga menning samstund- is, ikki minst tí so mong halda tað vera óneyðugt arbeiði og burturspilta orku. Men veruleikin er tann øvuti. Tað arbeiði fer at bera tað føroyska inn í fram- tíðina. og tað ger sjálvandi okkara egna universitet. Og vit kunnu seta krøv. Onnur lond hava hildið, at málini hava verið so mikið væl kjølfest, at tey toldu hesa broytingina, at alt varð skrivað á enskum. Tað gera tey bara ikki. Tað er staðfest nú. Londini vakna nú við kaldan dreym. Og nú fara krøv at verða sett í teimum londum. Vit eru passaliga sein og kunnu seta krøvini, áðrenn skaðin er hendir, tí enn er so lítil gransking í Føroyum. Krevja vit rættindi til okkara mál í hesum sam- bandi kann tað fara at verða tað stóra undrið, ið hendir í føroyskum. Eitt universitet, har teir bestu heilarnir arbeiða við at menna føroyskt – samstundis - sum teir granska í øllum millum himmal og jørð. Leggja vit okkum skerfløt fyri enskum, sum kemur trumlandi oman yvir okkum um vit vilja tað ella ikki, og hava bara atlit at tí at vera effektivur í samskiftinum við umheimin, so kunnu vit missa okkara egna. Og tað merkir, at vit missa tað málið, sum ber okkara mentan, sum ber okkara samleika, sum ber okkara søgu. Tað einasta amboðið, ið ber okkara egna, er okkara egna mál. Slepp tí, be slick, go global, og tú gert feigdina um teg. Eftir sita vit við ein hálvlunkaðum enskum, sum vit brúka, tá ið vit tosa við týskarar, fransmenn, spaniólar og japanar – Ein og hvør við royndum veit hvat enskt talan er um í teimum førum. Píniligt, mishátt, ryggbrotið. Men tað er rímiliga effektivt, fólk skilja hvønn annan. Men so heldur ikki meira. Vit sleppa valla undir skræðuna á nakr- ari mentan við tí málinum. Og soleiðis fara vit ikki at skipa okkara universitet. Tað er tað eingin, sum vil. Her hava vit kraftina beint við hondina. Nú er at fáa sum mest burtur úr henni. Tað var tað, við vildu hava fram við okkara viðmerking. Praktiski gerandisdagurin og aðalkrav til føroyskt er hvør sítt Jonhard Mikkelsen