Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-27, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. mars 2008síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 59 - 27. mars 2008 15 Eg havi fylgt við málinum um leiðaran á bústovninum á Mýruni frá byrjan til dagin í dag. Lat meg heilt stutt lýsa málið. Alt byrjar í 2005, og vit skriva í dag 2008. Seks starvsfólk kæra sína neyð til nærverkið, tí leiðarin er ikki til at samstarva við. Næst hesum kemur eitt harðskapsmál, og aftur um sama leiðara, har eitt búfólk brýtir bæði mjødn og lær. Um ákæran frá teimum seks starvsfólku­ num um tvørligt samstarv tók seg upp fyrst, ella tað var harskapsmálið, kann vera líkamikið. Samanumtikið er málið sera vánaligt viðfarið eftir mínum tykki. Her hugsi eg serliga um tíðarlongdina og handfaringina av málinum. Tá ið heili seks starvsfólk kæra sína neyð á hendan hátt, so skal tað takast í ramasta álvara, men her er mín fatan frá nærverkinum, at soleiðis er ikki. Sum flest øllum kunn­ ugt, verður sami persónur bara fluttur í annað leiðara­ starv og er hann enn har. Nú kann ein so undrast yvir, um hansara núverandi samstarvsfelagar lýða somu neyð, sum 6 tey fyrstu gjørdu. Tað, ið fekk meg at festa alt hettar á blað, kemst av sendingini sum Dagur & Vika sendi tann 28.02.08, har Grækaris Djurhuus Magnussen hevði eitt sera gott kjak um leiðaran á bústovninum á Mýruni. Vit fingu við hesari sending eitt gott innlit, í hvussu vánaligt nærverkið virkar, og hvørjum tað yvir høvur virkar fyri. Lat meg byrja við leiðar­ anum á nærverkinum, Mary í Garði, sum var ein av gestunum í sendingini hetta kvøldið. Sera skelk­ andi at hoyra hana verja leiðaran á bústovninum á Mýruni fyri at hava brotið mjødnina og harafturat lærið á einum menningar­ tarnaðum á bústovninum. Hvat er at verja? Mjødnin er sterkasta beinið í menn­ iskjakroppi og er eins sterk og betong. Eg eri ikki eina løtu í iva um, at leiðarin er lopin framav á grovasta hátt, og tað frøir meg almik­ ið, at systir tann menning­ artarnaða hevur meldað leiðaran til løgregluna fyri harðskap, tí hetta er einki minni enn tað. Oman á alt hettar velur Mary í Garði at flyta hendan vandamikla persón í annað leiðarastarv. Eftir mínum tykki er hettar heilt hol í høvdið. Jarvin Feilberg Hansen var eisini gestur við borðið hetta kvøldið tann 28.02.08. Lat meg sláa fast beinan­ vegin, at hann als ikki hevur hjarta á røttum stað. Jarvin sigur: til tess at fyribyrgja at slíkar støður henda aftur, so burdi ella kundi mann hugd nærmari eftir nomeringum á slíkum stovnum. Nei Jarvin, man burdi ella kundi ikki, man skuldi havt avgreitt hettar fyri skjótt trimum árum síðani, tí so gamalt fer mál­ ið skjótt at vera. Men tað er soleiðis vit kenna for­ mannin í Pedagogfelag­ num. Seinur í vendingini, og sera illa egnaður sum fremsti maður fyri okkara fakfelag. Jarvin hevur sjálv­ ur sitið við róðrið í fýra ár. Áðrenn hann kom inn sum formaður, var hann leiðari á bústovni, júst sum tann áður umtalaði í hesi grein. Tá ið eg sigi, at Jarvin ikki hevur hjartað á røttum stað, so byggi eg hettar á, at hann veit ella rættari sagt skuldi vitað hvørjar nomeringar eru neyðugar á slíkum bústovnum, men handlingar hansara vísa als ikki á nakra tílíka sjálvsagda vitan. Fýra ár eru nú farin aftur um bak, og einki er hent. Trý ár eru liðin, síðan harskapsmálið tók seg upp, og framvegis eingin greið útmelding frá formanninum. So kann ein siga, at peningur skal játtast frá landsins mynduleikum, tá ið tað eru teir sum varða av málinum. Eg veit útmerkað væl, at landsins myndug­ leikar eru sera tungir at dansa við, tí málið um bústovnin á Børkugøtu 1 í Tórshavn kenni eg alt til. Jarvin velur eitt tíðar­ skeið sum formaður at royna ein solotúr, og prøvar at framprovokera eitt verk­ fall, sum til alla lukku verður steðgað av gerðarætt­ inum, tí tað er einki minni enn ein ólólig handling. Tá ið hann soleiðis skapar misnøgd um alt landið, og har afturat ein ófyrimindar­ ligan dialog ímillum felagið og landsins myndugleikar, ja, so kann ein siga at sjálvgjørt er vælgjørt. Eg fegnist tí um, at Maud Vang bjóðar seg fram á aðal­ fundinum 29. mars. Anna Háberg, dagligur leiðari í Javna, var eisini gestur við borðið. Ein sera dugnalig dama, ið millum annað var við til at fáa gongd á umvælingarnar í bústovinum á Børkugøtu 1 í Tórshavn. Eg sakni fólk sum Annu, sum eru við í arbeiðnum, og veruliga vita, hvørjum mann eigur at stremba eftir. Til síðst kann eg ikki lata vera at nevna okkara nógv umtalaðu visión 2015. Vit ganga ímóti 2009, og tí spyrji eg: hvørjum menn­ iskjum rúmar samfelag okkara í 2015? Stórtíðindini 2. páskadag í útvarpinum vóru, at Árni Dahl og Jonhard Mikkel­ sen høvdu heitt á løgtingið um, at tað skuldi standa í nýggju lógini um Fróð­ skaparsetur Føroya, at før­ oyskt skuldi vera høvuðs­ málið í undirvísingini á Fróðskaparsetrinum. Orsøkin sigst vera, at í lógaruppskotinum, sum landsstýriskvinnan í skúla­ málum hevur lagt fyri ting­ ið um Fróðskaparsetrið, verður einki sagt um støð­ una hjá móðurmálinum, og tað undra teir báðir lær­ ararnir í føroyskum á Før­ oya Læraraskúla seg yvir. Teir mæla staðiliga til, at tað verður felt niður í lóg­ ina um Føroya lærda há­ skúla, at føroyskt er almenna málið í Føroyum. Lat tað vera sagt beinan vegin, at teir báðir Árni og Jonhard brenna fyri tí føroyska málinum, og báðir hava hvør í sínum lagi gjørt eitt megnar arbeiði til frama fyri málmenningina bæði við síni undirvísing og sínum bókmentaligu avrikum. Men við hesari áheitan­ ini á løgtingið haldi eg, at teir eru farnir heilt skeivir. Vit eiga ikki í serlógum at tvíhalda um og lógarfesta sjálvsagda fyrstarættin hjá føroyska málinum í Føroy­ um. Tann rætturin er eina­ ferð med alla grundfestur í (tí yvirskipaðu) Heimastýr­ islógini, sum sigur, at før­ oyskt er høvuðsmálið. Eing­ in rættsiktaður føroyingur ivast í dag eina løtu í tí. At tað so eisini stendur, at danskt eins væl og føroyskt kann nýtast í almennum viðurskiftum, skerjir ikki fyrstarættin hjá føroyskum. Skal nýggja lógin um Fróðskaparsetrið hava eina tílíka áseting, so skulu í fyrsta lagi allar aðrar skúla­ lógir eisini hava somu áset­ ing, og hvar enda vit so. Og er tað til nakran frama fyri føroyska málið? Fyri mær virkar tað beinleiðis heimføðisligt, at felt verður niður í lógina, at føroyskt er almenna málið í Føroy­ um, og tað hugsi eg, at landsstýriskvinnan í menta­ málum eisini man halda, eftir sum hon sjálvandi tekur tað sum givið. Í valstríðinum hoyrdu vit so íðuliga valevni møsna um, at vit skuldu hava eitt altjóða universitet. Hetta man vera eitt heilt serligt serføroyskt fyribrigdi, tí onga staðni í øllum heiminum finst nakað “altjóða universitet”. Men har finnast universitet, og fleiri av teimum eru kend um allan heimin, og tað verða tey einans við dygd­ ini á teimum framúrskar­ andi lærarunum, sum tey megna at draga til sín úr øllum heraðshornum. Er tað meiningin, at vit skulu leggja Fróðskapar­ setrið í haft og einans gera tað møguligt hjá teimum at undirvísa, sum duga tað almenna málið, so er eingin vandi fyri, at vit fara at gerast altjóða kend fyri okkara akademisku dygdir, men tá verður tað heldur fyri okkara heim­ føðisligheit og fyri at skerja útlendskum undir­ vísarum møguleikan fyri at undirvísa og Fróðskapar­ setrinum møguleikan fyri at skipa lesturin á besta hátt. Ætlanin hevur leingi verið at víðka útboðið av útbúgvingum á Setrinum uppaftur meira, enn tað nú er, og tað er óhugsandi at dríva eitt universitet uttan í rættiliga stóran mun at gera brúk av fremmandum lærarakreftum. Sjálvandi skulu vit verja og menna tað føroyska málið av øllum alvi, tí tað er okkara fremsta sam­ leikaeyðkenni. Men vit skulu gera tað við støðugt at byggja tað upp innaní­ frá, ikki við at leggja fótonglar fyri menningini. Skulu føroyingar gera sær vón um at vera við í altjóðagerðini, sum er ein treyt fyri, at vit kunnu halda fram at menna hetta samfelagið, so mugu vit hava dirvi at lata okkara lærda háskúla sleppa at varðveita sítt akademiska frælsi og ikki fjøtra hann við bindandi reglum. Føroyska málið hevur ongantíð verið so ríkt og so liðiligt, sum tað er á okkara døgum, og tað fer at menna seg enn meira í framtíðini, og tað hóast – ella kanska júst tí, at ongan­ tíð áður hava so nógvir føroyingar lært so nógv fremmandamál sum nú. Er pláss fyri menningartarnaðum í 2015? starvsfólk á bústovni Árnmar mellemgaard eilif SamuelSen Føroya mál á manna tungu Fegnaðist um dagarnar, tá eg las, at nú var gjørligt hjá elitu ítróttar– og tónleikafólki at taka studentaskúla ella HF skeið upp á ávikavist 4 og 3 ár. Frálíkt og gott initiativ haldi eg. Veldugt at skúlakarmurin nú betur fær rúmað teimum. Stórt rós til tykkum sum skipa fyri hesum, hóast vánaumstøður, tá talan er um fysisku karmarnar í løtuni. Hitti sama dag dugna­ ligan og royndan sosialráð­ geva. Vit tosaðu um nýggja tilboðið, og hon sigur: “Óført, men tað eru onnur enn elitan sum kundu havt gagn av tilboðnum!” Og rætt hevur hon. Talan kundi eitt nú verið um støku uppihaldarirnir, sum mugu arbeiða nógv sam­ stundis sum tey ganga í skúla fyri at fáa tað at bera til! Hetta, millum annað tí at vit framvegis ikki kunnu bjóða teimum lestraríbúðir og nøktandi umstøður. Eisini kundu tey, ið á onkran hátt eru førleika­ skerd, havt gagn av til­ boðnum. Tað hevði ivaleyst verið júst tað rætta fyri nøkur onnur eisini. Onkur sigur kanska, at nevndu bólkar hava ofta ilt við at fullføra, tí tey hava so nógv annað at stríðast við. Tað skal verða langt frá mær at koma við so nógv­ um uppskotum og ynskj­ um, at tað kan forkoma tilboðnum til ítróttar­ og tónleikaelituna, men kundi tað ikki verið eitt hugskot, at nøkur pláss vóru til nevnda bólk sum ein royndarskipan? Sjálvandi skulu tey gerast før fyri at fylgja við á jøvnum føti við hini, tá byrjað verður. Ivist ikki í, at hesi hava nakað at geva hinum og øvugt. Góða eydnu við tiltakinum! Bergtóra Høgnadóttir JoenSen Bert eitt tilboð til elituna? SJúrður HanSen Hesaferð skuldi hvítur roykur komið upp úr skorsteininum á savnandi megini sum kundi komið úr stóru økjunum: Fuglafirði, Runavík og Klaksvík, sjálvandi hava vit eitt, einans eitt kvinnulið í topphondbólti her norði: (St) Stjørnan og eitt, einans eitt, manslið í toppinum í hondbólti her norði: ST­ÍF (NE) og síðani í altjóða meldrinum skipa okkum soleiðis: Landslið: Menn, bert fótbóltur. Kvinnur, bert handball. Sorry, Tjaldur, ST­ÍF, Team Klaksvík, Sorry hondbóltur, sorry fótbóltur. Sorry, hetta haldi eg NE- Víkingur? i