Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-27, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. mars 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 59 - 27. mars 2008 Andlát og jarðarferðir Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Kistan við Kaj Tausen í Hovi fer úr kapellinum á Suðuroyar Sjúkrahúsi fríggjadagin klokkan 18. Jarðarferðin verður úr Hovs kirkju leygardagin klokkan 13. Tey, ið vilja minnast Kaj kunnu lata Føroysku Sjómanskirkjuni eina peningagávu. Konta í peningastovnunum. Sjúrður Hentze í Hovi andaðist týskvøldið, 67 ára gamal. Jarðarferðin verður lýst seinni. Jógvan Durhuus, vanliga nevndur Agga, andaðist í heiminum í Vestmanna týsdagin, 58 ára gamal. Jarðarferðin verður lýst seinni. Kistan við Vilborg Vestergaard fer úr Landssjúkra­ húskapellinum í dag kl. 17. Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni hósdagin 27. mars kl. 13. Tey ið vilja minnast Vilborg, kunnu lata Eldrasambýlinum í Hvalba eina peningagávu, konta í peninga­ stovnunum. Kurt Hansen, Tórshavn, andaðist á Landssjúkra­ húsinum páskadag, 72 ára gamal. Bønarhald verður í Landssjúkrahúskapellinum hósdagin 27. mars klokkan 18. Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju fríggjadagin 28. mars klokkan 13. Tey, ið vilja minnast Kurt, kunnu lata Lions Club Tórshavn eina peningagávu til vælgerðandi endamál. Konta í Eik. Andlát og jarðarferðir Tøkk Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá elskaði maður, pápi, verpápi og abbi okkara Magnus Pauli Joensen Tórshavn andaðist og varð jarðaður. Takk til tykkum, sum høvdu umsorgan fyri honum, meðan hann var sjúkur, og fyri góða røkt ta seinastu tíðina á Landssjúkrahúsinum. Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávur. Ein serlig tøkk til Sonju Klein, prest, fyri vøkur og troystarrík orð eins og til sangarar og tónleikara, sum veittu okkum ugga í sorgini. Eisini takka vit tykkum øllum, sum so dyggiliga stuðlaðu okkum, sýndu samkenslu og hjálptu til við jarðarferðini og ervinum, og somuleiðis øllum tykkum, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Dagny, Georg, Óla Jákup, Annika og Bjørg Tøkk Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá okkara kæra mamma, omma og langomma Vanja Seyer Skaalum Hvalba andaðist og fór til gravar. Tøkk til starvsfólkið á B7 fyri umsorgan og hjálp. Tøkk til Símun, prest í Hvalba, fyri vælvald og troystandi orð, til sangarar og allar kirkjutænarar. Tøkk fyri blómur, heilsanir og gávur til Hvalbiar Kirkju. Ein stór tøkk til tykkum, sum hjálptu til við ervinum. Og ein serstøk tøkk til Oddbjørg, Páll og Ingibjørg fyri tykkara trúfesti og hjálp. Hjartans tøkk til øll tykkum, sum fylgdu mammu til hennara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Døturnar Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at kæri maður, pápi, verfaðir og abbi okkara Kurt Hansen Tórshavn andaðist á Landssjúkrahúsinum páskadag, 72 ára gamal. Bønarhald verður í Landssjúkrahúskapellinum hósdagin 27. mars kl. 18. Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju fríggjadagin 28. mars kl. 13. Vegna tey avvarðandi Kirstin Ann og Lis Dagurin 28. mars. Eustachius, deyður umleið ár 625. Abbati í kleystrinum Luxeuil í Fraklandi. Victor Danielsen varð føddur hendan dagin í 1894. Frá sunnukvøldi 30. mars til sunnukvøld 6. apríl verð­ ur ein evangelisk fundarøð í Eysturoynni undir heitin­ um: “Frelsa, friður og frælsi í Kristusi”. Fyrst verða fundir í Filadelfia í Gøtu – frá sunnukvøldi til hós­ kvøld. Síðani verður farið í studentaskúlahøllina á Kambsdali, har fundir verða frá fríggjakvøldi til sunnu­ kvøld. Fundirnir bæði sunnukvøldini verða kl. 18, allir hinir kl. 20. Svenning av Lofti, evang­ elistur, verður høvuðstalari á hesum fundum og heldur fundirnar saman við Páll á Lakjuni og Sveini Petersen, sum fara at taka sær av fund­ ar­ og sangleiðslu. Sangløtur í studentaskúla­ høllini á Kambsdali Fundirnir í studentaskúla­ høllini á Kambsdali verða skipaðir sum sangløtur. Har verður nógvur góður sangur – bæði felagssangur og við fleiri góðum sangarum. Fríggjakvøldið fara Jóan Magnus Olsen og Durita Mohr Jacobsen, sum býr á Kambsdali, at syngja. Leyg­ arkvøldið syngur eitt mans­ kór úr Ebenezer í Havn og sunnukvøldið fer Siloakórið at syngja. Í Filadelfia fara Kristina Bærendsen, Bárður á Lakjuni, Kai Meyer, Svein Petersen o.o. at syngja. Svenning av Lofti endar øll kvøldini við einum evangel­ iskum boðskapi. Skeið við heitinum »Fýra gudsmenn í Gamla Testa­ menti«. Eisini verður eitt skeið leygardagin 5. apríl í Fila­ delfia í Gøtu. Tá fer Páll á Lakjuni at hava fýra fyri­ lestrar, ið hann nevnir »Fýra gudsmenn í Gamla Testa­ menti«. Teir fýra gudsmenn­ inir eru Kaleb, Asa, Ezra og Haggai. Og hóast hetta eru menn, ið livdu fyri 3­4000 árum síðani, hava teir ein viðkomandi boðskap at bera okkum í dag. Skeiðið verður frá kl. 13.30 til kl. 17. Øll eru vælkomin. Tað er ikki neyðugt at tekna seg, og skeiðið er ókeypis. Evangelisk fundarøð í Eysturoynni Svenning av Lofti -har tað hendir