hósdagur 27. mars 2008síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 59 - 27. mars 2008
17
tíðindi
frá, at teir eru sinnaðir at
fylgja hesum upp, so hetta
arbeiði kann fremjast í ver
ki, sigur Arnbjørn Dalsgarð,
ið sjálvur imyndar sær eitt
slag av Bókmentadepli, ið
verður skipaður sum eitt
samstarv millum feløg og
stovnar, ið varða av føroysk
um bókmentum.
Vandi við
vantandi vitan
Spurningurin er so, um
umheimurin yvirhøvur hev
ur áhuga fyri føroyskum
bókum. Hinvegin, um áhug
in kanska ikki tykist so
ovurhonds stórur, hevur tað
rættiliga sannlíkt sína nátúr
ligu orsøk, tí sum rithøvund
urin og forleggjarin Jógvan
Isaksen tekur til
Tú kanst illa krevja, at
fólk hava áhuga fyri nøkr
um, tey ikki vita av, er til.
Eisini rithøvundurin Heð
in M. Klein hevur í samrøðu
við Dimmalætting víst á, at
áhugin fyri føroyskum bók
um er treytaður av, hvørja
vitan fólk hava um tær
Kunnleikin um føroysk
ar bøkur er lítil. Sjálvt í
Norðurlondum er hann so
mikið lítil, at onki forkunn
ugt er í at geva føroyskar
bøkur út.
Tá slík kunning trýtur
hjá okkum fáa vit heldur
ikki tann eftirynskta eftir
spurningin eftir føroyskum
bókum. Tað er ongin, sum
spyr: Nær kemur næsta bók
in hjá Jóanesi Nielsen,
Gunnari Hoydal ella Carl
Jóhan Jensen?, sigur Heðin
M. Klein.
At vantandi kunning er
orsøk til vantandi áhuga er
eitt. Verri er tað, sambært
Carl Jóhan Jensen, rithøvun
da, at vantandi vitan um før
oyskar
bókmentir
kann
hava við sær, at fólk undir
meta tær.
Vit vita frá okkum sjálv
um, at tað vit ikki kenna,
tað sum er okkum fremm
ant, hava vit lyndi til at hal
da lítið um og enntá mis
virða. Útlendingar eru ikki
øðrvísi enn vit, skrivar Carl
Jóhan Jensen í grein í
Dimmalætting
seinasta
vikuskiftið.
Forvitin ferðafólk
Hóast slíkar heldur daprar
eygleiðingar, eru glottar at
hóma. Nógv bendir nevni
liga á, at eitt sindur av vitan
um Føroyar eisini ger ferða
fólk forvitin eftir at vita,
hvørjar bókmentir verða
givnar út her.
Martin Næs, landsbóka
vørður greiðir frá, at hvørt
summar fær Landsbóka
savnið ein javnan streym av
fyrispuringum frá ferða
fólki, sum fregnast eftir týð
ingum av føroyskum bók
um. Onkur av hesum ferða
fólkunum eru at kalla ævin
týrarar við heilt serligum
áhuga fyri Føroyum. Men
fyrispurningarnir koma eisi
ni frá vanligum ferðafólkum,
sum ikki hava nakra sersta
ka vitan um Føroyar.
Bólkar av ferðafólkum
hava til dømis biðið um ein
lítlan fyrilestur um føroysk
ar bókmentir, kanska tí tey
hava lisið Barbara og sæð
filmin, og nú vilja vita meir,
sigur Martin Næs og leggur
afturat, at ferðafólk oftast
eru sera ovfarin, tá tey finna
út av, hvussu nógvar bøkur
verða skrivaðar á føroysk
um.
SamVit opið fyri
samstarvi
Áhugin hjá ferðafólki kundi
bent á, at marknaðarføringin
av føroyskum bókmentum
eisini var ein uppgáva fyri
SamVit, sum umframt at
menna ferðavinnuna eisini
hevur sett sær fyri at branda
Føroyar sum tjóð.
Elin Heinesen, stjóri á
SamVit, viðgongur, at før
oyskar bókmentir ikki bein
leiðis hava verið við í teirra
verkætlanum, men at tað
ikki merkir, at bøkur eru úti
lokaðar í hesum sambandi.
Als ikki. Eg dugi væl at
ímynda mær, at føroyskar
bókmentir vóru ein liður í
eitt nú mentanarferðum til
Føroyar. Føroyskar bók
mentir hava avgjørt nógv
at bjóða, tá tað ræður um
at
marknaðarføra
ella
branda Føroyar úteftir,
sigur Elin Heinesen.
Hon leggur afturat, at
enn er nógvar av upp
gávunum hjá SamVit so
nýggjar, at hon illa fær
útgreina, júst hvussu stovn
urin kundi havt ein fingur
við í marknaðarføringini av
føroyskum
bókmentum.
Eisini leggur hon dent á, at
stovnurin fyrst og fremst er
at síggja sum ein sparrings
partnari og ikki sum ein
grunnur, ið kann fíggja slík
ar verkætlanir.
Sum sparringspartnari
eru vit avgjørt opin fyri
samstarvi um onkur til døm
is kemur við eini ítøkiligari
verkætlan, ið skal marknað
arføra føroyskar bókmentir.
Vit kunnu til dømis hjálpa
við at skapa neyðugu sam
bondini og annars brúka
okkara netverk úteftir, sigur
Elin Heinesen.
Hon heldur, at eitt stað at
byrja kundi verið, at bóka
forløgini skipaðu enskar
útgávur av sínum heimasíð
um, sum heimasíðan hjá
SamVit kundi havt leinkjur
til.
Eg havi í øllum førum
fatan
av,
at
okkara
bókmentir hava nógv at
bjóða øðrum, men at vit
framvegis mangla nakrar
kanalir at fáa boðskapin út.
Men sum sagt, vit eru opin
fyri samstarvi um, hvussu
vit best finna og brúka
hesar kanalir, sigur stjórin í
SamVit.
FAKTA
Føroyskar bøkur, ið eru týddar
til onnur mál seinastu 10 árini
Til danskt:
Carl Jóhan Jensen, September i birke som måske er blå, 2008
Hanus Kamban,
Pilgrimme, 2003
Tóroddur Poulsen, Blodprøver, 2002
Tóroddur Poulsen, Vandet lyder som om nogen har drukket
af det, 2000
Jóanes Nielsen,
Sting, 1999
Jógvan Isaksen,
Brandstifteren,1998
Tóroddur Poulsen, Standsninger, 1998
Til norskt:
Jóanes Nielsen,
Frå alle kantar ber vinden med seg ord og
plantar og teikn, Oslo, 2007
Martin Næs,
Símun Sámal, 2006
Jóanes Nielsen,
Bruer av svoltne ord, 2004
Jóanes Nielsen,
Sting, 2003
Til íslendskt:
Jógvan Isaksen,
Leynigöngin, 2005
Oddvør Johansen, Sebastianshús, 2005
Jógvan Isaksen,
Brennivargurin, 2004
Til týskt:
Jógvan Isaksen,
Option Färöer, 2007
Jens Pauli Heinesen, Ein Kind hier auf Erden, 2002
Til svenskt
Carl Jóhan Jensen, O-historier om djävulskap, 2007
(Fyribils týðing)
Til enskt:
Gunnar Hoydal,
Under Southern Stars, 2003
Til franskt:
Bárður Oskarsson, Le chien, le chat et la souris, 2006
Listin umfatar bert fagurbókmentir.
Útlendsk søvn av føroyskum tekstum eru ikki við á lista-
num.
Jógvan Isaksen er ein av mest týddu føroysku
rithøvundunum. Her síggja vit innleiðingin til
bókina ”Blíð er summarnátt á Føroyalandi”,
sum hon sær út á týskum
”
Tú kanst illa krevja av fólki, at tey hava
áhuga fyri føroyskum bókum, um tey
ikki vita av, at tær eru til
Jógvan Isaksen, rithøvundur