hósdagur 27. mars 2008síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
[ Nr. 59 - 27. mars 2008 ]
Orkuni bilti einki,
tá føroysku hond
bóltskvinnurnar
í seinna hálvleiki
runnu Estland niður
og norð
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Mynd: Jákup Mørk
Larnaca, Cypros: Tað tók
eina løtu, áðrenn føroysku
hondbóltskvinnurnar veru
liga fingu fótin fyri seg í
fyrsta dystinum í Challenge
Trophykappingini á Cyp
ros.
Undan
dystinum
var
størsta óttin um, hvussu væl
føroyska liðið var fyri, og
fyrstu løtuna var ikki tað
stóra, sum gjørdi hesum
ótta fyri skommum.
Útvísingar munaðu
Estlendsku
kvinnurnar
fylgdu væl við teimum før
oysku, sum tóktist nakað
stirvnar og ikki minst ner
vøsar.
Tað kom tó væl við, at
dómararnir, sum annars
ikki eru í nøkrum serligum
toppflokki, høvdu nógvar
fingrar at gera gott við. Og
tá Estland í fimm minuttir
spældi í støðugum undirtali,
fingu okkara kvinnur veru
liga ferð á. Verjan stóð alt
sterkari, og spakuliga komu
álopini eisini ígongd.
Undan kappingini varð
Estland mett sum harðasta
mótstøðuliðið hjá Føroyum
í royndini at vinna seg fram
til hálvfinaluna. Og tá før
oyska liðið aftur misti
tempo undan steðginum,
kom Estland aftur í aftur.
Okkara høvdu annars við
góðum spæli vunnið seg
upp á 147, men við fýra
málum á rað undan steðgi
num ikki bara minkaðu tær
estlendsku um munin. Men
tær fingu aftur tankarnar
fram um, at føroysku kvinn
urnar als ikki høvdu orku
til nakað, sum líktist skjót
um hondbólti í samfullar
60 minuttir.
Verjan kom ígongd
Hetta vísti seg tó als ikki at
halda. Frá fyrsta bríksli í
seinna hálvleiki var talan
um eina føroyska verju, sum
veruliga stóð á tærnum.
Nærum líkamikið, hvussu
estlendsku
spælararnir
royndu at bróta ígjøgnum,
so vórðu tær steðgaðar. Oft
ast máttu tær enda álopini
við at skjóta upp á 70%
møguleikar, og so var tað
matur fyri Fríðu Petersen í
málinum og Unn Kragesteen
á veinginum at revsa – og
revsa hart.
Sjálvsálitið kom veruliga
í topp, og hóast spælararnir
sluppu at rotera hampuliga
nógv, so tóktist hetta als
ikki darvað føroyska spæli
num.
At sigurin at enda gjørdist
so ovurhonds stórur, hevði
sjálvandi fyrst og fremst
sína orsøk í føroyska spæli
num. Men tað gjørdi ikki
uppgávuna truplari, at est
lendska orkan als ikki var
til harðar gjøgnumbrots
royndir og drúgvar retur
renningar. Og tá bæði Fríða
og Tomma Petersen mest
sum læstu fyri mongu brots
køstunum, gjørdist uppgáv
an hjá Estlandi bara tað
truplari
Joan varð spard
Joan Midjord Djordjevic er
framvegis einasti ivasami
spælarin hjá Føroyum, men
hon stóð til reiðar at fara á
vøllin, skuldi hetta verið
neyðugt. Við góðum spæli
frá Fríðu Marjunardóttir á
miðjuni og frá føroyska lið
num sum heild gjørdist
hetta tó ongan tíð neyðugt,
og tí fær fóturin í øllum
førum 24 tíma hvíld meira.
Ístaðin valdu venjararnir
at lata ein av teimum trim
um høgru bakkunum sita
yvir, og tann luturin fall
hesa ferð á Simonu Han
sen.
Undan kappingini var fat
anin helst, at dysturin í dag
móti Stórabretlandi kuni
nýtast til at spara tær, sum
høvdu onkrar snuddir at
dragast við, men tað er so
als ikki víst. Talan er í dag
um eitt heilt annað bretskt
lið enn tað, sum varð hølvað
ígjøgnum
fyri
tveimum
árum síðani. Og við fleiri
spælarum, sum royna seg í
triðju bestu donsku deildini,
er hetta nú liðið, sum verður
størsta forðingin í royndun
um at vinna bólkaspælið.
Verjan
átti
dystin
Tað var ein knasandi
sterk verja, sum
átti heiðurin fyri
mongu málini hjá
Unn Kragesteen.
Sjálv helt hon tað
kendist løgið, at hon
var tann sum skeyt
flestu málini
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Unn Jónsdóttir Kragesteen
var tann av føroysku spæl
arunum, sum gjørdi størsta
hálið mikudagin. Við 11
málum var hon stórskjúttin
hjá føroyska liðnum, men
hon helt ikki, at hetta akku
rát komst av, at mótstøðan
hóskaði henni so væl.
Eg haldi meira, at tað
var okkara spæl, sum hósk
aði so væl til okkum. Vit
høvdu í stórum løtum av
dystinum eina knasandi
góða verju. Serliga mitt
fyri. Og tá verða tað nógv
ir møguleikar hjá mær og
hinum veinginum at renna
fram í kontra. Og tá hinar
so heldur ikki vóru nóg
góðar at renna aftur, gav
tað mær nógvar møgu
leikar.
Og tá mann soleiðis
skjýtur trý, fýra og fimm
mál. So verður sjálvsálitið
kanska størri og størri?
Eg veit ikki. Sjálv
hugsaði eg slettis ikki um,
hvussu nógv mál eg skor
aði. Eg eri slettis ikki von
við at skora somikið nógv
mál, so tað gjørdist næstan
pínligt hjá mær at enda.
Men har bleiv við at vera
líka opið hjá mær, og so
skalt tú fara avstað, segði
Unn Kragesteen eftir dyst
in.
Føroyar-Cypros 32-17 (14-11):
Møðin hvarv eftir
10 minuttum
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
– Eg eri slettis ikki von við at skora somikið nógv mál,
so tað gjørdist næstan pínligt hjá mær at enda
Unn Kragesteen
Føroyar-Estland 32-17 (14-11)
10 min: 5-5
20 min: 10-6
40 min: 21-13
50 min: 25-16
Føroyar: Unn Kragesteen 11, Fríða Marjunardóttir 6(2/2),
Rakul Augustinussen 5(4/5), Ninna K. Johansen 4, Durita
Christoffersen 2,Rebekka Justinussen 1, Anna Kristina
Samson 1, Anja Heinadóttir 1, Durita Ljósstein 1, Fríða
Petersen, Una Olsen, Tomma Petersen, Elin Staksund
Brotskøst: Føroyar 7/6, Cypros 10/4
Útvísingar: Føroyar 4 (Una Olsen 3, Anja Heinadóttir 1),
Cypros 7
FAKTA um dystin
Unn Kragesteen var flúgvandi í kontra-partinum. Men vakrasta málið átti hon helst við hesari yvirgongdini