Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-27, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. mars 2008síða 31

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 [ Nr. 59 - 27. mars 2008 ] Tað var boðskapurin, sum fyrireikararnir høvdu at bera áhoyrarunum, tá Challenge Trophy- kappingin varð sett. Ein boðskapur, sum cypriotar helst kenna betur enn tey flestu Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Larnaca, Cypros: Í ára­ tíggju hevur Cypros nevnliga verið býtt í ein turkiskan og ein grikskan part. Ein skilnaður, sum ST­trygdarlið í nógv ár eisini hava hildið eygað við, tí veruligur vandi fyri borgarakríggi ella eina turkiskari herseting støðugt hevur verið til staðar. Og tann gerandisdagurin hevur við árunum gjørt, at Cypros í dag er sett saman av tveimum púrasta ymiskum veruleikum. Haldið saman Júst royndirnar av hesum vóru tær, sum fyrireikararnir løgdu størsta dentin á, tá Challenge Trophy­kapping­ in varð sett her við Larnaca. ­ Latið hesa kappingina verða ein stevna, har vinarlag og samanhald eru í hásætinum. Vit vita av egnum royndum, hvussu strævin gerandisdagurin kann verða, um vit ikki halda saman. Og okkara vón er, at vit her á Cypros eisini finna saman sum eitt fólk og sum ein tjóð, var niðurstøðan hjá formanni­ num í olympisku nevndini hjá Cypros, tá hesin setti kappingina. Umframt varaforsetan í olympisku nevndini hjá Cypros, vóru eisini røðarar fyri cypriotiska hondbólts­ sambandið, cypriotiska ítróttasambandið og fyri Larnaca, har kappingin verður hildin. Samanhald fram um skilna Ongland hevur hug at blanda seg, men saman við Føroyum staðfestu Bosnia og Finnland, at tey skulu roknast millum favorittarnar í kappingini Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Larnaca, Cypros: Saman við Bosnia og Finnlandi verður føroyska liðið mett millum tey sterkastu í Challenge Trophy­kapping­ ini, og úrslitini fyrsta kapp­ ingardagin vístu eisini, at tann metingin er ikki langt av leið. Veikasta landið í kapp­ ingini er uttan iva Malta, og hesar fingu av at vita frá Finnlandi í fyrsta dystinum. Og í hinum dystinum í tí bólkinum vann Bosnia greiðan sigur Ísrael. Bosnia tykist tó ikki heilt so sterkt sum tað liðið, ið vann Challenge Trophy­ kappingina á heimavølli fyri tveimum árum síðani. Eitt nú er Sabina Pehic, sum ta ferðina varð kosin sum besti spælarin í kapp­ ingini, ikki við á liðnum hesaferð. Pecih er eisini á bosniska fóbóltslandslið­ num, og sum skilst, so raðfestir hon fótbóltin væl hægri enn hondbóltin, ið mest sum er at rokna sum hjáputl hjá henni, skilst úr bosnisku leguni. Føroyski sigurin á Estlandi staðfestir eisini, at Føroyar skulu roknast mill­ um tey sterku í kappingini. Og so er spurningurin er so helst, um Stórabretland megnar at blanda seg ímillum hesi. Sum nevnt aðrastaðni, so hevur fram­ gongdin verið risastór hjá enska liðnum, og ivaleyst verður kappingin fyri teirra viðkomandi nýtt sum máti­ stokku fyri, hvussu langt liðið er komið í menningini móti Olympisku leikunum, sum verða hildnir í 2012. Favorittarnir vunnu Venjararnir til arbeiðis Umframt ítróttarliga partin so eru eisini fyrifallandi uppgávur av ymsum slag, sum føroysku landsliðsvenj­ ararnir mugu loysa á Cypros­ferðini. Eitt nú vórðu Jakob Jónsson og Dia Midjord settir í sving, meðan spælararnir vóru til setanina á Challenge Trophy­ kappingini. Íroknað setanina, so máttu føroysku kvinnurnar nevnliga vera í høllini í einar seks tímar mikudagin, og so skuldi matur sjálvandi í motorin. Og sum tað sæst á myndini, so fóru Jakob og Dia hugagóðir til verka, tá hetta skuldi gerast. Bretar í donskum skúla Sammett við enska liðið, sum Føroyar smurdu av fyri tveimum árum síðani, er framgongdin ikki bara stór. Hon er risastór. Nú Stórabret­ land skal verða vertur fyri olympisku leikunum um fýra ár, hava bretarnir nevnliga gjørt nógv fyri at styrkja um ítróttagreinina, sum nærum ikki fanst í landinum áður. Soleiðis fekk enska hondbólts­ sambandið fyri tveimum árum síðani avtalu um, at 15 kvinnur og 15 menn sluppu á ítróttacollege í Aarhus, har tey ganga á hondbóltslinj­ uni. Seks av hesum næmingum eru í dag á enska landsliðnum, og hartil verður eisini roynd at styrkja liðið við naturaliseraðum spælar­ um, og tí er talan í dag langt ífrá um sama walk­over, sum tað var fyri tveimum árum síðani hjá føroyska liðnum. Føroyska liðið er her komið upp á pláss eftir innmarchin við setanina Hondbóltur Challenge Trophy Bólkur A Úrslit mikudagin Finnland-Malta 40-7 Bosnia/Herzegovina-Ísrael 33-22 vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Finnland 1 1 - 0 - 0 40 7 33 2 2 Bosnia/Herzegovina 1 1 - 0 - 0 33 22 11 2 3 Ísrael 1 0 - 0 - 1 22 33 -11 0 4 Malta 1 0 - 0 - 1 7 40 -33 0 Bólkur B Úrslit mikudagin Cypros-Stórabretland 17-29 Føroyar-Estland 32-17 vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Føroyar 1 1 - 0 - 0 32 17 15 2 2 Stórabretland 1 1 - 0 - 0 29 17 12 2 3 Cypros 1 0 - 0 - 1 17 29 -12 0 4 Estland 1 0 - 0 - 1 17 32 -15 0