Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-27, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. mars 2008síða 33

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

33 [ Nr. 59 - 27. mars 2008 ] Mimir fekk silvur og fuglfirðingar bronsu, nú liðkappingin í billard er av á hesum sinni BILLARD Liðkappingin í billard er av á hesum sinni. Og sum ikki einaferð vóru tað klaksvík­ ingar, sum fóru við sigrinum og harvið gullinum. Teir báðir elituspælararnir hjá Klaksvíkar Billardfelag, Kristian Sune Høgnesen og Hallur Joensen vunnu ein rættiliga tryggan sigur og fingu 82 stig. Nakað aftan fyri komu gomlu Mimirs­ veteranarnir Steinbjørn í Dali og Jan Müller. Teir fingu 54 stig og silvur. Fuglafjarðar Billardfelag við Njál Petersen og Árant Berjastein fekk 50 stig og bronsu. Nummar 4 gjørdist Klaksvíkar Billardfelag2 við 41 stigum, nummar 5 Havnar Klubbi2 við 41 stigum, nummar 6 Havnar Klubbi1 við 40 stigum og aftast Klaksvíkar Billard­ felag3 við 28 stigum. Besta einstaka umfarið í kapping­ ini hevði Sonhard Johanne­ sen við 224 eygum. Klaksvíkingar føroyameistarar í billard 28. og 29. mars verður Føroyameistarakappingin fyri staklingar hildin í Klaksvík BILLARD Føroyameistarakappingin fyri staklingar verður í Klaksvík 28. og 29. mars. Tá vera 8 spælarar við. Spælt verður fyrst í tveimum bólkum og fara tveir teir bestu úr hvørjum bólki víðari til endaumfarið, har spælt verður um 3. pláss og síðani 1. og 2. pláss. Sponsor til FM kappingarnar í billard er Føroya Bjór. Føroyameistari í fjør gjørdist Hallur Joensen úr Klaksvíkar Billardfelag. Kristian Sune Høgnesen og Hallur Joensen hava í kappingini víst, at teir veruliga kunnu býta frá sær, tá tað stendur á Steinbjørn í Dali og Jan Müller vunnu silvur í FM kappingini fyri lið í 2008, hóast tað ikki altíð gongur so spælandi lætt hjá teimum Hallur Joensen, á føroyameistaraliðnum í liðkappingini 2008 Kristian Sune Høgnesen á føroyameistaraliðnum í liðkappingini 2008 FM fyri staklingar um vikuskiftið Kakubann til Rógva Um vikuskiftið fór Rógvi Jacobsen og norska felag hansara Hødd á venjingarlegu í La Manga í Spania. Á heimasíðuni hjá felagnum skemta tey við mongu leysasøgunum, sum eru at hoyra kring hópin hesar dagarnar. Millum annað skrivar heimasíðan, at Rógvi Jacobsen er vrakaður í byrjunaruppstillingini inn til hann hevur lært at eta færri kakur og minni góðgæti. Verður sæð burtur frá leysasøgum og skemti, so venur Hødd tvær ferðir dagliga nú teir eru í La Manga, umframt at tveir venjingardystir eru á skránni. Kappingin í Noreg byrjar 6. apríl, tá Hødd spælir ímóti SFK Sparta. FM í talvi fyri gentur Sum nakað nýtt skipar Talvsamband Føroya fyri FM í talvi, har bara gentur kunnu luttaka. Kappingin fer fram í Skúlanum í Kollafirði, og byrjar nú leygardagin hin 29. mars kl. 11.00. Telvað verða 9. umfør, og samlaða umhugsunartíðin er 20 minuttir til hvønn telvara. Kappast verður í trimum aldursbólkum: U13, sum er fyri gentur føddar í 1995 ella seinni. U16, sum er fyri gentur føddar í 1992 ella seinni, og U19, sum er fyri gentur føddar í 1988 ella seinni. Seinasta freist at melda seg til kappingina er fríggjadagin. Kappingin er ókeypis. Annars ber til at lesa meiri um tilmelding og annað á heimasíðuni hjá Talvsambandi Føroya, www.faroechess.com.