Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-27, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. mars 2008síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 59 - 27. mars 2008 Stutt Sagt Obama kunn­ ger inntøkur Barrack Obama, sum ætl­ ar sær at gerast forsetaval­ evni hjá amerikonsku demokratunum í heyst, hevur nú kunngjørt síni inntøku­ og skattavið­ur­ skiftini seinastu sjey árini. Á heimasíð­u hansara ber til at lesa, at Barrack og konan, Michelle, forvunnu smáar tvær milliónir krón­ ur í 2004, men heilar 12 milliónir í 2006, tá Bar­ rack fekk einar 9 milliónir burtur úr bók síni „Dreams From My Father“. Tals­ mað­urin hjá Barrack Obama, Robert Gibbs, sig­ ur við­ BBC, at tað­ er ikki annað­ enn rímiligt, at Hil­ lary Clinton almannakunn­ ger inntøku­ og skattavið­­ urskiftini hjá sær og mann­ inum, Bill Clinton. Stríð um navn Grikkaland vil ikki góð­­ taka, at Makedonia kemur upp í NATO undir sínum núverandi navni, tí ein landspartur í Grikkalandi eitur eisini Madedonia. Tað­ hevur fingið­ ST­sem­ ingsmannin Matthew Nim­ itz at skjóta upp, at londini semjast um eina neyð­­ loysn, sum sigur, at landið­ Makedonia skal eita Lýð­­ veldið­ Makedonia (Sko­ pje), með­an grikski lands­ parturin varð­veitir sítt navn. Spurningurin um makedonskan limaskap kemur fyri á NATO­fundi í næstu viku, og Grikka­ land hevur gjørt greitt, at tað­ fer at nýta sýtingar­ rættin ímóti makedonskum limaskapi, fær landið­ ikki annað­ navn. Skatta­ rannsókn Embætisfólk hjá italska skattavaldinum eru komin til Liktinstein at kanna við­urskiftini hjá 388 italsk­ um einstaklingum og tveimum italskum fyritøk­ um, sum hava pengar í bankum í Liktinstein. Italska skattavaldið­ hevur illgruna um, at einstak­ lingarnir og fyritøkurnar hava ikki givið­ skattavald­ inum rættar upplýsingar um síni fíggjarligu við­ur­ skifti. Sagt verð­ur, at fleiri politikarar eru millum teirra, sum verð­a kannað­. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk - Tað er ikki rætt, at vit konservativu fáa 18 tinglimir á hvørjum vali, tí vit hava nógv fleiri veljarar enn so Poul Schlüter útlond Verður John McCain valdur til amerikanskan forseta í heyst, ætlar hann sær ikki at reka sama uttanríkispolitikk sum undanmaðurin Sum senatorur hevur John McCain fleiri ferð­ir víst, at hann kann ganga sínar egnu leið­ir, sum minni enn so altíð­ sampakka við­ tað­, sum hansara republikonsku floks­ felagar vilja hava hann at gera. Nú ger hann tað­ aftur. Í gjár segð­i hann, at USA eig­ ur at gevast við­ at styð­ja einaræð­isstýri kring heimin, tí tá saman um kemur, er tað­ hesin uttanríkispolitikkurin, sum hevur skapt hóttanina frá víð­gongdum, islamskum kreftum. McCain legð­i ikki fingrarnar ímillum og nevndi generalarnar í Paki­ stan, kongshúsið­ í Saudi­ arabia, forsetan í Egypta­ landi, iranska shahin og Sad­ dam Hussein sum dømi um einaræð­isstýri, sum USA hevur havt ov gott samband við­ upp ígjøgnum tíð­ina. Politiksir eygleið­arar siga, at orð­ini hjá McCain eru ein týð­ilig ábending um broyting í amerikanska utt­ anríkispolitikkinum, um republikanararnir vinna forsetavalið­ í heyst. Hann kom eisini við­ einari ábend­ ing um, at sum forseti fer hann at lurta eftir, hvat tey sameindu hjá USA halda. Tað­ ber George W. Bush ikki orð­ fyri at gera. ­ Vit mugu lurta eftir sjón­ armið­unum hjá okkara demokratisku sameindu og virð­a vilja teirra. Halda vit, at tað­ er rætt at taka okkurt stig, eiga vit at royna at sann­ føra okkara sameindu um tað­ rætta í tí, men vit mugu eisini læra at lurta eftir teimum og at fylgja teirra ráð­um, segð­i McCain. Mari Luz Cortez, sum hvarv á somu leið sum Madeleine McCann, er funnin deyð. Kanska veit drápsmaður hennara okkurt um Madeleine Tann 3. mai í fjør hvarv tann trý ára gamla Made­ leine McCann í Praia da Luz í Portugal. Níggju mán­ að­ir seinni seinni hvarv tann fimm ára gamla Mari Luz Cortez. Fyri trimum vikum síð­ani varð­ Mari Luz funnin deyð­, og løgreglan hevur tikið­ ein mann og skuldsett hann fyri at hava beint fyri gentuni. Tann 52 ára gamli Santi­ ago del Valle Garcia hevur við­gingið­, at hann fjaldi lík­ ið­ av Mari Luz, men hann vil vera við­, at hon doyð­i, tá hon datt oman ígjøgnum einar trappur. Kanningar hjá løgregluni hava hinvegin víst, at gentan bleiv kvald. Nú vilja foreldrini hjá Madeleine, Gerry og Kate McCann, hava løgregluna at kanna, um samband kann vera millum tær báð­ar burturflytingarnar. Ein tals­ mað­ur fyri hjúnini sigur við­ blað­ið­ The Sun, at tey bæð­i málini eru so lík, at tað­ er umráð­andi at fáa stað­fest, um nakað­ samband kann vera teirra millum. Sambært The Sun tekur tað­ umleið­ hálvan annan tíma at koyra ímillum Praia da Luz og tað­ stað­ið­, har Mari Luz Cortez bleiv burt­ urflutt. Kanska sami burturflytari McCain boðar frá broytingum Sum forseti ætlar John McCain sær at reka ein annan uttanríkispolitikk er George W. Bush Mynd: Polfoto Mari Luz Cortez hvarv níggju mánaðir seinni. Fyri trimum vikum síðani var lík hennara funnið Mynd: Polfoto) Madeleine McCann hvarv 3. mai í fjør og er ongantíð funnin aftur Mynd: Polfoto