hósdagur 27. mars 2008síða 35
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
35
Nr. 59 - 27. mars 2008
Øll hava hoyrt um
Mads A. Jacobsen. Um
ikki annað so fyri ta
heiðursløn, sum ber
hansara heiti. Nógv
hava eisini hoyrt
um Bøkjaran, Jacob
Jacobsen. Men neyvan
nógv vita nakað
serligt um hann
Dimmalætting skrivaði
hesi minningarorð um
Bøkjaran:
Bøkjarin var eitt reystmenni,
hugagóður, íðin og arbeið
samur sum fáur. Tað er ikki
meira enn o.u. 5 ár síðani,
hann helt uppat at arbeiða í
Vágsbotni. Hann var tá
nærum 80 ár og hevði
arbeitt í Vágsbotni í gott og
væl 50 ár – eitt sjáldsamt
dømi um stóran trúskap.
Hetta var ein langur arbeiðs
dagur, og hann hevur óivað
mangan verið trupul og
strangur. Men bøkjarin var
ikki av teimum, ið stúrdu
og føldu arbeiðið sum
nakað, ein bert hevur plikt
at gera. Hann átti ta góðu
gávu at kunna gleða seg við
arbeiði, og hann spardi
allarminst seg sjálvan, men
gekk á odda, har mest
umráddi, og hvar tey tung
astu tøkini skuldi takast.
Jacob Jacobsen var fødd
ur í 1836 í Havn. Foreldur
hansara vóru bókhaldari
við
kongiliga
handilin
Christian Jacobsen á Hús
um og Maria Kristiansdóttir
undir Skarði heima á Sandi.
Jacob Jacobsen fór á ungum
aldri til Keypmannahavnar
í bøkjaralæru. Hann stóð
fimm ár í læru og arbeiddi
síðan um 7 ár hjá Ørum
Wulf & Co, sum um hetta
mundi hevði handil við
Ísland. Um sumrini arbeiddi
hann í Íslandi og um
vetrarnar í Keypmannahavn.
Í teirri tíðini búði einans
maður í Seyðisfirði, og tað
var sýslumaðurin.
Bøkjarin hevði frálíka
gott minni og var sera tíð
indafróður maður. Honum
dámdi væl at siga frá goml
um døgum, og tey ið vitjaðu
hann, og tað vóru ikki fá,
hava havt manga hugnaliga
løtu inni har.
Eftir ein langan og strævn
an arbeiðsdag er hann farin
heim til ta stóru hvíldina.
Kona
bøkjaran
var
Elsebeth Djonesen uttan av
Heyggi á Velbastað.
Caroline Heinesen,
mamma William, skrivar
um húsini hjá
bøkjaranum:
Bødker Jacobsens hjem lå
ved siden af bedstefars hus
og var som et andet hjem
for mig. Hvor var de dog
prægtige
mennesker
og
gjorde alt for deres børn og
børnenes
venner.
Den
ældste datter Marie ( gift
med blikkenslager Ludvig
Poulsen) og jeg var barn
domsveninder, og jeg var
hver dag oppe hos hende
eller hun hos mig. Bødker
ens
moder
boede
der
dengang og sad gerne ved
ovnen og vuggede børnene,
og imens fortalte hun os
børn sagn og historier, også
om Brillemanden og om
jøden, der brækkede benet
ovre i Kák. Deroppe fik vi
også lov til at danse. Vi var
mange, da alle de tre ældste
døtre havde deres faste
veninder.
Selvom
fru
Jacobsen
havde nok at gøre, så fik vi
lov til at tumle os så galt vi
ville. Omma, som vi kaldte
hende, var også tålmodig
overfor os. Så var det ofte,
når bødkeren kom hjem om
aftenen, at han dansede
med os. Han var en rask og
livlig mand dengang. Det
var en stor husstand, ni
børn og bødkerens søster
Bette Jacobsen boede der.
Hun var lærerinde i hånd
gerningsskolen, og så var
der altid fremmede, som
kom og gik, ofte var de
flere dage ad gangen. Når
så de tre (døturnar) Maria,
Sunniva og Sanna havde
fødselsdag, var der ordentlig
fest med chokolade og
kager. En tid boede fru
Jacobsens forældre også
deroppe. Faderen var en
lille spinkel mand, men
konen var tyk, rød og
robust, jeg kendte hende fra
Velbastad. Marie og jeg var
af og til ovre og besøge
hende, hun var så gæstfri
og dækkede op med al god
færøsk kost. Hun havde en
stor blåmalet dragkiste med
mange skuffer i, og der
havde hun smør og ost og
andre ting. Det undrede
mig, at hum gemte det i
skuffen, men hun mente
vel, at det stod sikrest der.
En tid boede også Ellen der.
Hun var en søster til bød
keren, men hun var vist
næsten en plage for huset,
da hun var så kritisk og
hidsig, men hun havde vist
et udmærket hoved. Hun
var vældig slagfærdig, men
hun var vist meget vanskelig
at omgås for fru Jacobsen.
Men Ellen kunne være
meget elskværdig, imod
mig var hun så rar. Hun
kendte mine forældre så
godt nede fra bedstefar
(gamla Restorff). Også bød
ker Jacobsen og min fader
holdt så meget af hinanden
og havde været ungdoms
venner. Dengang et af de
yngre børn blev født, jeg
synes at det var bibliotekaren
Mads, blev Marie og jeg
sendt ud til Ellen faster for
at fortælle hende det. Rime
ligvis havde hun travlt, hun
havde en café, der hvor
gamle Danmark nu ligger.
Vi kom så glade og fortalte,
at der var kommet en lille
broder. Hun svarede: ”Hvad
fanden rager det mig”. Vi
blev så slukørede, men vi
fortalte naturligvis ikke fru
Jacobsen, hvad hun havde
svaret os. Hun var et ud
sædvanligt dygtigt og flitt
igt menneske. Hun var også
som alle de søskende et
ualmindelig reelt og hæd
erligt menneske.
Onnur børn hjá bøkjara
num vóru Maria Poulsen,
Hjalmar Jacobsen, bók
handlari,
Sanna,
kona
Símun av Skarði, Kristian
(Ki), Sunneva g. Mortensen
á Tvøroyri, Sigrid, doyði
ung, Johanna g. Hjelm í
Vági og Zacharias
Sonurin fekk heiðursløn
uppkallað eftir seg
Næstu ferð:
Í komandi part fara
vit at umrøða M. C.
Restorff (19071925).
Hann var sonur
Frants og átti fyrsta
radio í Føroyum, men
tað varð bannað
honum at brúka tað!
Jógvan hjá Ki eigur útgerðina sum abbi og pápi hansara áttu
at gera tunnur við. Tað, sum sær út sum ein tunna niðast á
myndini, er boya, sum varð gjørd til Tórshavnar havn
Sonurin Kristian, nevndur Ki,
gjørdist eisini bøkjari. Lærdi
í Danmark og kom heim
í 1901. Árini 1908-10 var
hann 17 mánaðir við einum
norskum hvalaveiðuskipi í
Suðuríshavinum sum bøkjari
Bøkjarin og Elsebeth
ÓLI JACOBSEN
olij@sosialurin.fo
Bøkjarin:
JACOB JACOBSEN
Á HÚSUM Í HAVN
FØDDUR 1.
SEPTEMBER 1836
DEYÐUR 27.
SEPTEMBER 1921
ELSEBETH JACOBSEN
F. DJONESEN
FØDD 16. OKTOBER
1848
DEYÐ 10. AUGUST
1938