hósdagur 27. mars 2008síða 45
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 59 - 27. mars 2008
45
Lagt til rættis:
Sunneva H. Eysturstein
post@sosialurin.fo
Havnarmarðurin Janus
Rasmussen hevur, saman
við íslendska bólki
sínum Bloodgroup, latið
eina festliga útgávu úr
hondum. Men ov langt
er millum ordiliga góðu
upplivingarnar á »Sticky
Situation«
Ummæli ★★★✩✩✩
Niels Uni Dam
post@sosialurin.fo
Fyri jól kom fyrsta fløgan hjá
íslendsk/føroyska bólkinum
Bloodgroup, »Sticky Situation« á
marknaðin. Ein funky fløga, ið
best kann lýsast sum lívligur og
festligur elektroniskur dansipopp
ur. Tað er trupult at sita stillur,
meðan man lurtar eftir Blood
group. Tað ljóðar, sum um tey
hava tað ordiliga stuttligt, meðan
tey gera tað, og spæligleðin
smittar lurtaran.
Fløgan er tó festligari, enn hon
er góð. Tey ellivu løgini eru á
tremur við samplingum og
øðrum ljóðum, ið gera ljóðmynd
ina ágangandi og í ein ávísan
mun spennandi, men samstundis
er tað tó ov langt millum ordiliga
góðu upplivingarnar.
Føroysk lama í Íslendskum
systkinaflokki
Føroyska íkastið í bólkin er
havnarmaðurin Janus Rasmus
sen, ið seinastu árini hevur
búleikast í Íslandi. Í Bloodgroup
samstarvar hann við unnustuna
Lilju og beiggjar hennara Hall og
Ragga.
Janus Rasmussen fekk sítt
gjøgnumbrot á føroyska
tónleikapallinum í Lama Sea. Á
Planet Awards 2005 var hann í
uppskoti sum ársins sangari,
umframt, at Lama Sea var í
uppskoti til heiðurslønirnar fyri
besta nýggja tónleikanavn og
ársins tónleikanavn.
Janus var longu kendur úr
rokkbólkinum Speaker, men tað
var við festliga og lívliga lama
tónleikinum, at hann veruliga
gjørdi vart við seg. Tað var eyð
sýnt, at hetta var ein gávuríkur
sangari og ein frálíkur odda
maður.
Hann hevur eisini saman við
Lama Sea bassleikaranum
Sakarisi Joensen gjørt tónleik
undir navninum High Hat, og er
eisini við á fløguni hjá Heiðriki.
Peppað og jarðbundið
Á »Sticky Situation« deilir Janus
rampuljósið við Lilju, ið gevur tí
ofta yvirdrivið peppaða
vokalinum hjá Janusi eitt meira
jarðbundið mótspæl, hetta riggar
serliga væl á lagnum »The
Carpenter«, ið telist millum tey
bestu á fløguni. Hetta er ikki
minst tí, at hetta lag á vokal
økinum hevur eina góða balansu.
Janus er so villur sum ongantíð
áður, og Lilja fitt og jarðbundin.
Tað, at Liljusa rødd ikki telist
millum heimsins áhugaverdastu,
ger, at man troyttast av henni
rættiliga skjótt, og hetta telir
niður fyri heildarupplivingina.
Tað er ringt at lata vera við at
hugsa, um løg sum »Moving
Like a Tiger« og »What I Mean«
ikki høvdu verið betur við eini
aðrari songkvinnu, eins og verru
løgini eitt nú »Chuck«, »Rain«
og »Human Qualities« kundu
verið hampilig, um songkvinnan
var betur. Tað er fyrst og fremst í
løgunum, har Janus hevur størra
leiklutin, at fløgan veruliga fær
flog, sum á áðurnevnda »The
Carpenter« og á »Try On«.
Undantøk eru tó eitt nú »Ain’t
Easy«, har Janus ljóðar sum eina
80 ára parodi og »Red Egypt«, ið
hevur eitt ótrúliga feitt Pet Shop
Boyskent niðurlag, og har Lilja
er berandi røddin.
3 av 6 stjørnum fara til »Sticky
Situation« hjá Bloodgroup.
Ummæli
Festligur dansipoppur
quartet style. Eg vildi vita,
hvørja kvartett honum dámdi
best. Hann nevndi Norfolk
Jubilee Quartet. Hetta var ein
kvartett við Norman Harris sum
leiðara, sum byrjaði við at spæla
blandað andaligt og verðsligt,
men seinni skifti til at bara spæla
gospel.
Teir kenni eg, segði eg, men
fakta er, at eg havi bara ein sang.
Men eg visti, at Elvis spælir
minst ein og kanska fleiri sangir í
teirra útseting, so eg segði, at
fleiri útsetingar hjá teimum hava
yvirlivað.
Ja, segði hann.
Eg havi brúkt nógvar av
hansara útsetingum. Mær dámdi
hann, tí at hann dugdi at gera so
nógv við sangirnar. Hann dugdi
ikki at syngja »hard gospel« av tí
slagnum, sum vit syngja, men
mær dámar hann, tí at hann fær
tað at ljóða pent.
Diamond Jubilation
Eftirsum at fløgan Diamond
Jubilation, sum er fýra ára
gomul, er tann, sum vit kenna
best, tí at hon hevur verið mest
spæld í ÚF, Rás2 og Lindini,
fekk hann ein spurning um hana.
Spurningurin var, um produsarin
hevði stóra ávirkan á sangirnar
og ljóðið. Larry Campbell, sum
spældi gittara hjá Bob Dylan frá
1997 til 2004, produseraði
plátuna, og hann fekk ein sang
frá Bob Dylan, sum hann ikki
hevur spælt inn sjálvur. Ira
svaraði, at produsarin kom við
flestu sangunum, og at hann bara
skrivaði ein ella tveir sjálvur,
men hann helt sjálvur, at
Diamond Jubilation er ein tann
besta plátan hjá teimum. Men tað
var bara keðiligt, at plátufelagið
ikki gjørdi meir fyri at fáa hana
selda.
Á veg út úr
Tøtingarvirkinum
Ira tosaði um onnur ting. Um
Elvis og um føroysku fjøllini.
Tað er alt á bandi, og kanska tað
verður brúkt til okkurt seinni. Á
vegnum út tók hann í hondina á
Rutt, konu míni, sum hevði sitið
aftan fyri okkum alla tíðina,
uttan at eg visti av tí. Hon segði
við hann, at pápi hennara hevur
sungið bass í einari kvartett í
nógv ár. Eg legði afturat, at vit
hava tvey smábørn. Tá segði
hann, at hann og konan hava trý
børn. Av teimum var ein sonur,
sum sang við The Pretenders í 22
ár, og ein dóttir, sum sang saman
við Stevie Wonder í 18 ár. Ein so
eyðmjúkur maður hevur neyvan
brúk fyri at reypa. Men eg haldi
heldur ikki, at tað var tí, at hann
segði tað. Hann segði tað sum
ein pápi, sum tosar um børn síni.
At hann dugdi at skemt við
aldrinum, vísti hann eisini á
vegnum út. Hann fór yvir til eina
stóra plakat við einum manni á
og segði
er hatta ein plakat? Nú mundi
eg heilsað upp á handan mannin.
Ein tíma seinni fóru Dixie
Hummingbirds oman á sandin at
syngja, og tað var ein stór
uppliving.
The Dixie Hummingbirds framførdu á G! Festival 2007. Samrøðan, ið Meinhard Jensen hevði við Ira Tucker, fór
fram ein tíma áðrenn framførsluna
Mynd: Ólavur Frederiksen