hósdagur 27. mars 2008síða 44
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
44
Nr. 59 - 27. mars 2008
Tónleikur
Gospelbólkurin The
Dixie Hummingbirds er
millum heimsins elstu
og kendastu av sínum
slag, og í fjør vóru teir í
Føroyum og spældu á G!
Festivalinum. Stutt áðrenn
teir sungu á sandinum
í Syðrugøtu, prátaði
Meinhard Jensen við
oddamannin í bókinum,
Ira Tucker. Prátið, ið fór
fram í seymistovuni í
Tøtingarvirkinum, er nú
komið svart á hvítt
Samrøða
Meinhard Jensen
post@sosialurin.fo
Verðin uttanfyri var vekk eina
løtu – og hon var ikki keðilig, tí
tað var sól og G! Festivalur – tí
ein metur frá mær sat Ira Tucker
og hugleiddi um gamlar dagar.
Hann tosaði seint og spakuliga
og ótýðiliga, so tað var bara at
lurta og royna at fáa alt við.
Hann hevur havt nógvar sam
røður við fólk, so eitt kjakforum
í USA varð biðið um hjálp, og
tey høvdu nøkur góð spurninga
uppskot: tosa um gomlu
dagarnar, tosa um The Dixie
Hummingbirds, spyr hann um
aðrar sangbólkar, spyr um
konsertir, sum hann minnist.
Hann sá eitt sindur út sum ein
stjørna. Stórar ringar á fingru
num og flottar brillur.
Eg kundi hugsað mær at tosa
um gomlu dagarnar. Hvussu
byrjaði tað? var fyrsti spurning
urin. Hann segði, at bólkurin
byrjaði, meðan hann var barn,
men at hann varð boðin uppí, tá
hann var 13 ár. James B. Davis
var tá leiðari í bólkinum, og
Davis spurdi mammu Ira, um
hann kundi taka hann við sær, og
tíðirnar vóru so ringar, at hon
kundi bara siga ja, men tað
gjørdi hon eisini gleðiliga. Tey
áttu onki, og hann var arbeiðs
maður longu sum barn, fyri at
fáa tað at hanga saman hjá
familjuni. Fyrsta arbeiðið gav
honum ein dollara um vikuna. Tá
hann fór heimanífrá upp í Dixie
Hummingbirds, forvann hann
fýra dollarar um vikuna.
Hann byrjaði at syngja saman
við Dixie Hummingbirds í
Greenville í statinum Carolina,
tjúgu kilometrar frá heimbýnum.
Hetta var í 1938. Teir fóru skjótt
til Philadelphia í Pennsylvania og
vóru har í seks mánaðir. Har tók
legendan John Hammond sær av
teimum og skaffaði teimum
arbeiði í hálvt ár afturat. Hesi
hava verið formativu árini hjá
teimum, tí at í Philadelphia
arbeiddu teir undir tveimum
øðrum nøvnum, tí at Dixie
mundi vera ov suðurstatskent í
Philadelphia.
Vandu nógv
Spurdur um, hvørjum teir lurtaðu
eftir, svaraði Ira, at teir arbeiddu
fyri tað mesta. Teir vandu átta
tímar um dagin, frá ellivu til sjey.
Og so vóru teir á palli frá níggju
til tíggju um kvøldið. Teir lurtaðu
nógv, men høvdu ikki somu
hentleikar sum í dag.
Sóu tit tykkum sjálvar sum
ein studiobólk ella ein konsert
bólk?
Vit royndu at sleppa í studio.
Teir høvdu longu tikið eina plátu
upp, áðrenn eg kom uppí, segði
hann.
Seinni í samrøðuni segði hann,
at hann taldi upp í nakrar 70
útgávur og gavst at telja, tá tey
byrjaðu at gera fløgur.
Eg spurdi eisini, um teir sungu
meir í kirkjum, ella um teir
sungu allastaðni. Mest tí at teir
sungu á Newport fólkafesti
valinum í 1966, og eftir tað
sungu teir mest í kirkjuligum
høpi. Men í 1973 sungu teir
undir hjá Paul Simon á einum
sangi, sum gjørdist eitt stórhitt
og seldi oman fyri miljónina. Ira
hugsaði ikki um tað soleiðis.
Hann segði bara, at teir sungu
allastaðni. Í náttklubbum og
kirkjum, til konsertir. Allastaðni
sum fólk tímdi at lurta. Teir
sungu eisini í Carnegie Hall og í
Madison Square Garden.
Teir vóru ein gospelbólkur,
men hann krógvar ikki, at teir
eisini vildu sleppa inn á
marknaðin og syngja fyri
nógvum fólki og selja nógvar
plátur. Og hesin eyðmjúki
oldingin vísir farra av errinskapi,
tá hann sigur frá sambandi við
Elvis, Bob Dylan, Sam Cooke,
Lester Young, John Hammond,
Stevie Wonder, Paul Simon,
mammu boksaran Joe Louis og
onnur.
Hann segði um tíðina í New
York, tá teir vóru á plakatini
saman við einum sjónleikara,
sum undirhelt, at tað var betri
enn í Philadelphia, tí at har
høvdu teir samband við øll hini
listafólkini. Har var eingin
rasuskilnaður. Men tað var bara
inni í bygninginum, at eingin
rasuskilnaður var. Eg spurdi
býttisliga, um húðarlitur var ein
stórur spurningur tá.
Yes. Oh, yes! A big issue!
segði hann.
Bara gospel
Ira kom inn á hetta her við at
syngja gospel og bara gospel. Tá
tók eg mær høvið at spyrja um
Sam Cooke, hin stóra soul
kongin. Cooke sang gospel fyrst
og fór síðani at syngja soul og at
liva lívið, og tað endaði við, at
hann varð skotin og doyði á
einum bíligum hotelli. Ira hevði
bara vøkur orð at siga um Sam.
Teir kendust leingi, eisini langt
áðrenn Sam fór upp í Soul
Stirrers. Men hann helt ikki, at
tað gagnaði Sam tað stóra at vera
so kendur og at eiga so nógvar
pengar. Eg spurdi, um Dixie
Hummingbirds nakrantíð vórðu
lokkaðir burtur frá gospel.
Ofta, segði hann. Sjálvt tann
maðurin, sum tók sær av at taka
pláturnar hjá teimum upp, sum
teir høvdu so góð viðurskifti við.
Hann helt tað vera upplagt at
syngja popp, sum Ira kallaði tað,
tí at so fingu teir meir pengar.
Men teir hava sæð tað sum
trúskap ímóti kallinum at halda
seg til sangir um Jesus og
himmalin og trúarlív osfr. Hann
helt, at teir kundu havt vunnið
tríggjar ferðir meiri pening, um
teir valdu popptónleikin.
Bestu kvartettirnar
Sangstílurin hjá Dixie
Hummingbirds kallast jubilee
Samrøða
Eyðmjúkur og errin oldingi
Ira Tucker hevur verið við í The Dixie Hummingbirds síðani 1938. Hann var 13 ára gamal, tá hann kom uppí bólkin
Mynd: Anna Ellingsgaard