hósdagur 27. mars 2008síða 43
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 59 - 27. mars 2008
43
Ein av føroysku bólkunum,
ið ger mest um seg úti um
landoddarnar, er Týr. Vit
hoyra ikki nógv um Týr
her á landi, men bólkurin
hevur ógvuliga nógva
framgongd úti í heimi,
ið m.a sæst aftur í teirra
imponerandi langa lista
av konsertferðum. Í mai
kemur nýggj fløga út
ÚTGÁVA
Sunneva H. Eysturstein
seysturstein@gmail.com
Á heimasíðuni hjá Týr (tyr.net)
stendur, at nýggj fløga kemur út í
mai. Hon eitur »Land« og
inniheldur føroysk, íslendsk og
norsk siðbundin løg, ið eru útsett
til heavy metal. Harumframt eru
eisini nýggjari løg á útgávuni, ið
sumt vant innihalda siðbundin
element.
Skandinavisk søga og
ósvaraðir spurningar
Næstan øll løgini á »Land« taka
støði í føroyskari ella norskari
søgu. Siðbundnu føroysku
tekstirnir síggjast í løgum sum
»Gátu Ríma«, »Fípan Fagra«,
»Lokka Táttur« og »Gandakvæði
Tróndar«, ið er ein yrking eftir J.
H. O. Djurhuus. Norsku
siðbundnu tekstirnir eru m.a
»Sinklars Vísa«, meðan onnur
løg, sum t.d »Ocean« er meira
jarðbundið og reflekterast ikki
beinleiðis úr víkingatíðini.
»Ocean« snýr seg um møguligar
orsøkir til, hví skandinavar sigldu
til Føroyar á sinni. Ein
spurningur, sum enn í dag
stendur ósvaraður.
Nýggjar
hæddir
Myspace
profilurin hjá
útgávufelagið
Týrs, Napalm
Records, sigur,
at »Land«
tónleikaliga
sæð verjir
kjarnan av tí,
sum er mest
heilagt fyri
Týr: Hetju
Víkinga
Metal við
stórum
íblásturi frá
siðbundnum
skandinaviskum løgum, ið eru
sett saman við metal. Og at
serstaka sangskrivingin hjá Hera
Joensen saman við ótrúliga
dugnaligum samanspæli gevur
eina uppliving »that
reaches new heights with every
listen«.
»Land« kemur á fløguhillarnar
tann 30. mai og verður at fáa
sum vanlig fløga og
sum avmarkað
útgáva við bonus
DVD frá livekonsert
hjá Týr á Wacken
Open Air.
Les meira á tyr.net,
napalmrecords.com ella
myspace.com/napalmrecords.
Tónleikur
»Land« í eygsjón
Húsin: Nýggja
fløgan frá Týr,
»Land«, kemur
á fløguhillarnar
tann 30. mai sum
vanlig fløga og sum
avmarkað útgáva
við bonus DVD
»Land« inniheldur føroysk,
íslendsk og norsk siðbundin
løg, umframt nýggjari løg, ið
innihalda siðbundin element
Tónleikurin hjá Týr er lýstur sum hetjuligt
víkinga metal við íblásturi frá siðbundnum
skandinaviskum løgum