Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-28, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. mars 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 115 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 60 - 28. mars 2008 Jóannes Eidesgaard heldur ikki, at Tór­ bjørn Jacobsen hevur vitað av, at partabrøv­ ini, sum hann keypti úr felagnum hjá sær, høvdu nógv hægri viðri, enn hann keypti tey fyri, tí kursurin kom ikki alment fram fyrr enn góðan mánað eftir søluna KANNING Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Í tíðindaskrivinum, hann hevur sent út, verður sagt soleiðis: »Í kjalarvørrinum av teim­ um spurningum, sum settir vórðu í Løgtinginum og síðani í fjølmiðlunum, hevur løg­ maður nú gjørt sær sínar niður­ støður, grundað á eina gjøgn­ umgongd av málunum, sum ein bólkur hevur gjørt. Onki bendir á, at nakað óregluligt er farið fram í sambandi við keypið hjá Tórbirni Jacobsen o.ø. av partabrøvum í p/f Atlants Kolvetni frá Kongs­ havnar Útgerðarfelag. Løg­ maður metir heldur ikki, at ognarviðurskiftini hjá Tórbirni Jacobsen gera hann óegnaðan til embætið sum landsstýris­ maður.« Søla av partabrøvunum Gjøgnumgongd av málinum vísir, at onki bendir á, at hægri kursurin á partabrøv­ unum hjá p/f Atlants Kolvetni var alment kendur, tá ið Kongshavnar Útgerðarfelag í 2004 seldi partabrøv síni til m.o. Torbjørn Jacobsen. Sølan av partabrøvunum fór fram 4. november 2004, meðan hægri kursurin varð ikki alment kendur fyrr enn 16. desember, tá ið prospektið varð almannakunngjørt. Alt bendir tí á, at partabrævasølan varð framd til tess at fáa gjaldføri til vega til fram­ haldandi rakstur av rækju­ skipinum Napoleon. Ognarviðurskifti og skuld hjá Kongshavnar Útgerðarfelag Mett verður ikki, at nøkur løgfrøðilig forðing er fyri, at Tórbjørn Jacobsen situr sum landsstýrismaður, hóast hann eigur part í p/f Kongshavnar Útgerðarfelag. Tá ið Kongshavnar Út­ gerðarfelag í 2001 keypti rækjuskipið Ocean Castle, ið seinni fekk navnið Napoleon, yvirtók felagið studningslánið frá landskassanum, sum var tryggjað við veðrætti í skipi­ num. Løgmaður heldur ikki, at henda støða gevur høvi til at halda, at Tórbjørn Jacobsen er óegnaður at sita sum landsstýrismaður. Umsóknin um at flyta veg­ rættin uppá uml. 42 mió. kr. frá fyrrverandi Napoleon yvir á annað skip verður í løtuni viðgjørd í Fíggjarmálaráðnum. Verður umsóknin havnað, verður skuldin kravd inn eftir vanligum mannagongdum. Privat áhugamál hjá landsstýrismonnum Fyri at tryggja gjøgnumskygni og fyri at sleppa undan ivamálum og mistrúgv, fer løgmaður nú at heita á landsstýrisfólkini um at lata sær upplýsingar um ymisk privat áhugamál so sum, hvørji partabrøv tey eiga, og hvørjir felagsskapir tey eru limir í, við tí fyri eyga at almannakunn­ gera upplýsingarnar. Eisini fer løgmaður at heita á landsstýrisfólkini um at lata sær somu upplýsingar fyri hjúnafelagan. Løgmaður fer at heita á løgtingsformannin um at taka samsvarandi stig viðvíkjandi privatum áhuga­ málum hjá løgtingslimum”. Meira er um málið inni í blaðnum. Løgmaður hevur fult álit á Tórbjørn Jacobsen 8K_TOX1XOYZOTYYUT *KGTLGI[RZ_ULH[YOTKYY You will need the whole panorama, not just a fractured view. (OLXYZ;TO\KXYOZ_OYZNKLOXYZ/IKRGTJOI [TO\KXYOZ_ZUULLKXGHGINKRUXºYJKMXKKOT H[YOTKYYZNGZOYZG[MNZIUSVRKZKR_OT+TMROYN (_ULLKXOTMGIU[XYKULYZ[J_KTZOXKR_OT +TMROYN(OLXYZOYXKYVUTJOTMZUZNKTKKJYUL HUZNRUIGRGTJU\KXYKGYYZ[JKTZY]NUVRGTZU Only at Bifröst (9OTH[YOTKYYGJSOTOYZXGZOUT (;9/4+99 95)/'29)/+4)+9 2'= ===(/,859:/9 8 A A 8 @ @  "  F Ü 4  "  A @ & % & % ) ]UXQ]OZNOTZNKOTZKXTGZOUTGRGXKTGGTJUL IUSVGTOKY]OZNUVKXGZOUTYHUZNOT/IKRGTJ GTJGHXUGJ:NOYTK]VXUMXGSSKSKGTYG SU\KOTZUTK]SGXQKZYGTJOZYVXKVGXGZOUT GTJJKYOMTZGQKYOTZUIUTYOJKXGZOUTZNK TKKJYULZNKOTZKXTGZOUTGRH[YOTKYY IUSS[TOZ_-XGJ[GZKY]ORR]OZNU[ZG JU[HZHKYU[MNZGLZKXOTZNKK\KXMXU]OTM OTZKXTGZOUTGRH[YOTKYYYKIZUX ,OTJU[ZSUXKGZ]]]HOLXUYZOY Bjørt Samuelsen, landsstýriskvinna í vinnumálum, hevur sett nýggja Javnstøðunevnd. Kristianna Winther Poulsen verður forkvinna í nevndini JAVNSTØÐUNEVND Kristianna Winther Poulsen starvast í Gran­ skingarráðnum og er ES­ samskipari í Mentamála­ ráðnum. Hon er útbúgvin cand. mag í fronskum og søgu og Master of Science í leiðslu og fyrisiting. Nýggja forkvinnan fyri Javnstøðunevndina hevur víst stóran áhuga fyri javn­ støðuspurningum, og hevur millum annað starvast sum fulltrúi í javnstøðumálum. Í 2002 luttók hon í CEDAW Examination í ST í New York, og hon skrivaði fyrstu føroysku CEDAW frágreið­ ingina í 2004. Eisini hevur hon luttikið í norðurlend­ skum samstarvi innan javn­ støðu. Hini, ið manna Javnstøðu­ nevndina, eru: Jákup Páll M. Mortensen Egon Joensen Marjun Turid Magnussen Magnus Tausen. Varalimir eru: Heðin D. Poulsen, Guðrið Joensen, Esther Dahl, Eileen Sandá og Maibritt Mohr. Virksemið hjá Javnstøðu­ nevndini er í høvuðsheitum at hava eftirlit við, at javn­ støðulógin verður hildin, at vera ráðgevi hjá myndug­ leikum, stovnum, feløgum og einstaklingum í javn­ støðuspurningum og at geva tilmæli í javnstøðumálum. Nýggja Javnstøðunevnd­ in er vald fyri løgtings­ skeiðið 2008 – 2012. Kristianna nýggj forkvinna í Javnstøðunevndini Kristianna Winther Poulsen, nýggja forkvinnan í Javnstøðunevndini