Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-28, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. mars 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 115 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Postsmoga 76 FO-110 Tórshavn Tlf. 341800 www.sosialurin.fo post@sosialurin.fo BLAÐSTJÓRN Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo BLAÐFÓLK Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Ivan Eginsson Moskalenko ivan@atlanticship.dk MYNDAMENN Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Símun Jóannesarson rsjhansen@gmail.dk LÝSINGAR Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo Kristoffer Olsen kristoffer@sosialurin.fo ÚTGEVARI Sp/f Sosialurin UMBRÓTING Sp/f Sosialurin PRENT Dansk Avistryk UPPLAG 10.000 Permumynd Ársins spælari hjá monnum í 2007. Nenad Stankovic, NSÍ ENDURGEVING AV TILFARI ÚR HESUM BLAÐ ER BERT LOYVD VIÐ LOYVI FRÁ BLAÐ- ELLA MYNDAFÓLKI Fótbólturin er farin á rull. Fyrstu umførini í steypakappingini eru fingin frá hondini, og nú stendur landskappingin fyri durum. Spælast og stríðast og telvast skal í 27 umfør, áðrenn úrslitið av landskappingin verður greitt. Síðsta umfarið verður leygardagin 25. oktober, og royndirnar siga, at inntil tá fer fótbólturin á so mangan hátt at seta dám á. Tað er vorðið ein stórur og hjá nógvum týdningarmikil partur av várinum, sumrinum og heystinum at ferðast við sínum felag kring landið, og tað er einki at ivast í, at tað hevur týdning fyri samleikan hjá so mongum, hvørjum felag tey taka undir við, og hvussu tað hilnast. Kring alt Europa og eisini aðra staðni í verðini fær fótbólturin nógv rúm í miðlunum. Summi vilja halda, at tað verður gjørt mest sum ov nógv burturúr. Tað ræður um at finna røttu javnvágina, og tað fara vit at miðja eftir mánaðirnar, sum standa fyri framman, á pallunum, sum vit hava at arbeiða á – umframt blaðnum er tað á sportal.fo og á Rás2. Fyrireikingarnar Feløgini hava brynjað seg sum frægast til nýggju avbjóðingina. Tað ræður um at hava góðar spælarar, og tað ræður um at hava røttu blandingina á liðnum. Longu væl undan kappingarenda í fjør var manningarliga kappingin um spælararnar stór. Vinnararnir í tí kappingini eru sjálvandi tey feløgini, sum hava størstu fíggjarligu orkuna. Tí eru júst hesi feløgini best fyri, nú sjøtil verður settur á nýggja kapping. Men bólturin er framvegis rundur. Tað skal spælast um úrslit og stig, og øll hava sítt at kappast fyri. Hjá summum verður vónbrotið stórt og smeiturin dyggur, um tað ikki fer at eydnast at vinna FM. Fleiri verða vónbrotin, tí bara eitt felag kann vinna meistaraskapin. Hjá øðrum ræður um at spæla seg til pláss í europeisku kappingunum um eitt ár, og hjá uppaftur øðrum er málið at sleppa undan niðurflyting. Føroyska loysnin Talið á útlendingum er framvegis stórt í føroyskum fótbólti. Ofta hoyrist, at tað kostar minni at fáa fatur á góðum útlendskum spælarum, enn tað kostar at fáa fatur á bestu føroysku spælarunum. Viðhvørt er torført at síggja, hvussu útlendsku spælararnir skulu styrkja um liðini, og tað er harmuligt, um hugagóðir føroyingar ikki sleppa framat, tí plássini eru upptikin av ikki eyðsýniliga betri útlendingum. Inntil fyri fáum árum síðani høvdu útlendskir venjarar ábyrgdina av flestu liðunum í bestu deildini. Soleiðis er tað ikki longur. Tað er merkisvert, at allir venjararnir nú eru føroyingar. Tað eru longu nógv ár síðani, at FSF fór at skipa fyri venjaraútbúgving. At talan hevur verið um plettskot bera ábyrgdarmenninir fyri Formula liðunum boð um. Superveteranurin Johan Nielsen hevur ábyrgdina av meistarunum í NSÍ, og allir hinir eru av nýggjum føroyskum venjaraættarliði: Eyðun Klakstein, Anton Skoradal, Abraham Løkin, Bill Jacobsen, John Petersen, Sigfríður Clementsen, Heðin Askham, Rúni Nolsøe og Eli Hentze hava fyrireikað liðini, sum nú leggja til brots. Teir eru væl útbúnir, og næstu mánaðirnar fara at vísa, hvussu tað fer at eydnast teimum at fáa burturúr spælarunum, sum teir hava at samstarva við. Gott 2008 kappingarár! Føroyskar loysnir kring alt landið At venjaraútbúgvingin er plettskot verður staðfest í tí veruleikanum, at øll feløgini í bestu deildini undan hesum kappingárinum hava gjørt avtalur við føroyskar venjarar