leygardagur 23. juni 2001síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 118 - 23. juni 2001
Nr. 118 - 23. juni 2001
3
gult2 cyan2 magenta2 svart2
gult3 cyan3 magenta3 svart3
Ein tann fremsti lista-
maður okkara,
Tróndur Patursson,
fer á ferð á grøn-
lendska innlandsísin
um ein mánað. Í løt-
uni sýnir hann fram á
við snarskivuna í
miðbýnum
LISTAFRAMSÝNING
Stefan í Skorini
Í hølunum hjá býráðnum,
har snarskivan heldur til,
hevur Tróndur Patursson
eina framsýning við sínum
eyðkendu glasfuglum og
fleiri málningum umframt.
– Teir flestu fuglarnir eru
gjørdir til júst hesa fram-
sýningina, og eg haldi, at
teir rigga væl í hesum høl-
unum við nógvum glasi,
sigur Tróndur Patursson.
Tróndur hevur glasfuglar
hangangi undir loftinum og
festar á glasið í endunum.
Teir flestu málningarnir á
vegginum
eru
vatnlits-
myndir, men eisini hevur
hann nakrar tempramyndir,
har hann hevur nýtt egg,
mjólkaevni og ymisk sløg
av harpiksi til at gera máln-
ingarnar. Hetta er ein tann
elsti hátturin at gera mynd-
ir.
Framsýningin
verður
hangandi uppi í hálvan ann-
an til tveir mánaðir.
Tróndur Patursson sigur
annars um hølini, at tey eru
sera væl egnað til framsýn-
ingar sum hesar, tí tey
liggja so væl fyri miðskeið-
is í býnum.
– Tað er hugaligt at koma
í øðrum ørindum og so
renna seg í eina listafram-
sýning. Ljósið er gott og
hølini góð, sigur Tróndur.
Ferð á innlandsísin
Tróndur Patursson er ein
ævintýrari, og næsta ferð
hansara er á grønlendska
innlandsísin. Ferðin gongur
til Scoresbysund í Eystur-
grønlandi, og haðani fara
teir á innlandsísin við bát-
um.
Ferðin hjá Tróndi verður
gjørd saman við einum
norðmanni, sum hann gekk
í flokki við, tá hann gekk í
skúlan í Noregi. Tveir aðrir
norðmenn vera eisini við á
ferðini.
– Hetta er ein ferð fyri at
fáa íblástur. Vit hava tí
tekniblokkin við okkum, og
seinni skuldi okkurt verk
sprottið úr hesi ferðini,
sigur Tróndur.
Við sær hava teir tveir
bátar úr aluminium, sum
ikki viga meira enn 100
kilo hvør. Bátarnir hava
luftkoddar og kunnu tí ikki
søkka. Harumframt hava
teir gangarar undir bátin-
um, so teir kunnu takast við
á ísin.
Farið verður um ein mán-
aða, og teir skulu búgva í
tjaldi.
Tróndur heldur, at hetta
er ein góður møguleiki ein-
um listamanni at fáa nýggj-
an íblástur.
– Ljósið er serligt á inn-
landsísinum.
Sýnið
er
ógvuliga gott, og ljóst er alt
samdøgrið. Blálýsi, sum eg
havi arbeitt við í eini tjúgu
ár, er eisini serligt har
norði. Ísurin líkist eisini
glasinum, men hevur fleiri
litir, um hugt verður nærri
eftir honum, greiðir Trónd-
ur frá.
Tróndur og norðmenninir
fara at búleikast á innlands-
ísinum uttan samband við
umheimin í nakrar vikur.
Í dag, leygardagin, fer
Høgni Mikkelsen at
reisa hús nr. 100, sum
hann hevur staðið
fyri. Tað gongur
skjótt fyri seg, tí
longu nú eru 41 hús
umbiðin afturat
HÚSABYGGING
Stefan í Skorini
Hús nr. 100 hjá Høgna
Mikkelsen standa á Løg-
mannabreyt, har eini 50
onnur hús hjá byggiharr-
anum standa frammanund-
an. Hátíðarhald verður í
sambandi við, at húsini
verða reist leygarmorgunin
klokkan 10.
Høgni Mikkelsen hevur
fingist við húsabygging
síðan 1981, tá hann fór
undir at byggja tvíhús. Í
1989 fór hann so undir at
byggja randarhús. Í árunum
frá 1981 til 1992 bygdi
Høgni 46 hús, men so
steðgaði alt upp.
Ikki fyrr enn í 1998 kom
gongd á aftur, og hann hev-
ur saman við sínum ar-
beiðsmonnum bygt 54 hús
seinastu trý árini. Hetta eru
eini 18 hús um árið. Øll eru
seld, og 41 hús eru umbiðin
afturat.
– Eg havi altíð havt ein
dreym um at náa at gera
100 hús, men undir krepp-
uni væntaði eg ikki, at eg
fór at klára tað, sigur Høgni
Mikkelsen.
Hann vísir á, at íbúðar-
trupulleikin í Havnini er
stórur, og tað er grundar-
lagið undir hansara mongu
húsum.
– Eg fái eini tríggjar
uppringingar um dagin frá
fólki, ið fegin vilja hava
eini hús.
Høgni hevur fleiri byggi-
ætlanir fyri framman. Fyri
trimum árum síðani keypti
Høgni Mikkelsen eitt øki
Uti við Strond við Boða-
nes. Har hevur hann ætlanir
um at byggja enn fleiri hús,
so kanska hann klárar at
gera 200.
Høgni hevur 13 mans í
arbeiði, men fleiri teirra eru
ofta í skúla, og tí eru ikki
fleiri enn átta til arbeiðis í
senn. Høgni hevur lagt seg
eftir at gera lítil og bílig
hús, og eftirspurningurin er
stórur.
Tróndur Patursson fer á innlandsísin
Mikudagin varð ein
4 ára gomul genta í
Vági illa bitin í and-
liti av einum hundi.
Løgreglan í Suðuroy
upplýsir, at tilburð-
urin ikki er meld-
aður
HUNDABIT
Stefan í Skorini
Løgreglan í Suðuroy hev-
ur onga fráboðan fingið
um, at ein smágenta varð
bitin av einum hundi. Um
eingin
fráboðan
ella
melding er komin, so ger
løgreglan einki við málið.
Løgreglan hevur tískil
ikki avtikið hundin.
Vanliga mannagongdin
er annars, at løgreglan
skrivar sak um málið, og
síðani skal fútin taka
støðu til, um hundurin
skal avtakast.
Lesið annars á blaðsíðu
4 um syndarliga tilburðin
í Vági.
Tróndur Patursson hevur í hesum døgum hugvekjandi framsýning í snarskivuni. Í næstum fer
hann eina ferð á grønlendska innlandsísin
Hundabit ikki meldað
Høgni Mikkelsen gjørt
100 hús
Høgni Mikkelsen hevur latið 100 hús úr hondum, og fleiri eru
eftir enn
C
M
Y
K
3
2
HÚS NR. 100
hjá Sp/f Høgna Mikkelsen
Móttøka
í sambandi við at vit reisa hús
nr. 100 leygardagin tann 23. juni
verður móttøka í HB-húsinum
frá kl. 19.00-22.00
Sp/f Høgni Mikkelsen