Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-06-23, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. juni 2001síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 118 - 23. juni 2001 Nr. 118 - 23. juni 2001 5 gult4 cyan4 magenta4 svart4 gult5 cyan5 magenta5 svart5 Fýra ára gomul smágenta úr Vági hevur fingið stór sár í andlitið, eftir at hon mikukvøldið varð bitin av einum hundi, sum gekk leysur HUNDBITIN Áki Bertholdsen Mikudagurin í hesi vikuni var ein dagur, sum kanska kemur at merkja eina fýra ára gamla gentu í Vági fyri lívið. Hon var farin út, tá ið ein hundur leyp á hana og beit hana rættiliga illa í andlitið. Sum tað sæst á myndini, er yvirvørrin og pettið upp ímóti nøsini illa farið av bitinum. Summi av sárun- um eru nokk so djúp. Gentan var beinanvegin flutt á Suðuroyar Sjúkra- hús, har skaðin varð kann- aður, men hildu ikki, at tað bar til at seyma, í hvussu so er í fyrstu syftu. Mánadagin skal gentan aftur á sjúkrahúsið at verða kannað og at taka støðu til, hvussu skaðin skal við- gerðast. Læknarnir hava sagt for- eldrunum, at sárini helst fara at grøðast, men at okkurt arr fer kanska at verða eftir. Tey vita ikki rættiliga, hvat hendi, tá ið hundurin beit. Sjálv hevur gentan greitt frá, at tað var ikki tí, at hon royndi at kela hon- um, ella tí at hon á annan hátt gjørdi hundinum nak- að, at hann gjørdust óður. Hon hevur greitt frá, at hundurin kom bara renn- andi ímóti henni og beit uttan ávaring. Tann, sum átti hundin, hevur lovað foreldrum gentuna at hann skal taka lívið av hundinum og tað vóna tey, at hann ger. Torbjørn Jacobsen góðtekur ikki, at em- bætisfólkið í Menta- málastýrinum biðjur Føroya Lærarafelag um umbering fyri at- burð hansara ROKFUNDUR Áki Bertholdsen Tað kom óvart á Torbjørn Jacobsen, fyrrverandi landsstýrismann í menta- málum, tá ið hann las í So- sialinum hósdagin, at em- bætisfólkini í Mentamála- stýrinum hava biðið Lær- arafelagið um umbering fyri atburð hansara á tí til- tikna fundinum við leið- sluna á Vestmanna Skúla. Forkvinnan í Føroya Lærarafelag segði, at nakað eftir fundin, sum endaði við, at vestminningar rýmdu av fundi, varð felagið boðið til fundar í Mentamálastýrinum, har embætisfólkið formliga bað um umbering fyri at- burðin hjá landsstýris- manninum. Leggjast skal afturat, at hesin fundurin var eftir at Torbjørn Jacobsen hevði boðað frá, at hann legði frá sær, men áðrenn Óli Holm hevði tikið við. –Eg havi ikki givið em- bætisfólkinum í Menta- málastýrinum heimild at biðja um umbering fyri meg. Tað tilkemur ikki em- bætisverkinum at biðja um umbering fyri ein landss- týrismann. Og hvørki tey, ella nakar annar, skal biðja um umbering mína vegna í hesum máli. – Tað er bara eg, sum kann biðja um umbering fyri mínar gerðir. Men í hesum máli fáa tey aldrin eina umbering frá mær. Tað sigur fráfarni lands- stýrismaðurin, tí hann tví- heldur framvegis um, at tað er als onki at biðja um umbering fyri. Skuldu hava átalu Hann sigur at veruleikin er, at leiðslan í Vestmanna Skúla varð kallað til fundar í Mentamálastýrið at fáa eina átalu, tí at tey høvdu brotið alla siðvenju og allar mannagongdir í skúlaverk- inum. Samstundis vóru tey biðin um at koma til fundar at greiða frá trupulleik- anum. – Í hesum føri høvdu tey kallað saman til tíðinda- fund ímóti sínum ovasta myndugleika. –Eg gjørdi av at steðga hesi mannagongd beinan- vegin, tí skuldi tað nú gerast siðvenja, at skúla- leiðslur fóru at halda tíð- indafundir í tíð og úrtíð ímóti sínum egna lands- stýrismanni, sigur tað seg sjálvt, at hetta kundi ikki ganga. Fyri at lýsa málið, so øll skilja tað, fer Torbjørn Jacobsen í sjómannaverð- ina: – Hugsa vit okkum eitt skip, sum leggur til kei, og tað fyrsta kokkurin ger, er at kalla saman til tíðinda- fund á bryggjuni at breiða seg út um, hvussu stórur lúsahundur skiparin er, hvussu leingi hevði hann verið kokkur við tí skip- inum, spyr Torbjørn Jacob- sen. Hann sigur annars, at nú kann tað gera tað sama, hvat fór fram á tí tiltikna fundinum. Men hann við- gongur, at orðadrátturin var harður. Hann viðgongur eisini, at tað var hann, sum byrjaði at tosa hart. Men hann sigur, at leiðslan í Vestmannaskúla stóð lítið aftanfyri í sinum orðavali. Tí hevur hann góða sam- vitsku í hesum máli. Nú skilst á útvarpinum, at embætisfólkið í Menta- málastýrinum ikki er við uppá, at tey hava givið Lær- arafelagnum umbering. Tey hava ásannað, at lands- stýrismaðurin leyp framav, men tey vilja ikki kalla tað eina umbering. – Tað skal heldur ongin bera í bøtuflaka fyri meg upp á nakran máta, tí tað hevur ongin heimild til, uttan eg sjálvur, og tað geri eg ikki, sigur Torbjørn Jacobsen. – Eg hevði eisini farið aftur í Landsstýrið, um tað stóð mær í boðið, sigur litríki sjómaðurin av Glyvr- um AFTURKOMA Áki Bertholdsen Torbjørn Jacobsen er til reiðar at koma afturí aftur í politikki. Í samrøðu við Sosialin avdúkar hann nú, at verða boð eftir honum, er hann til reiðar at stilla upp til løg- tingsvalið, sum verður í seinasta lagi næsta vár. Tá ið hann fór frá sum landsstýrismaður varð hann spurdur, um hann nú var liðugur sum politikari. Tað svaraði hann onki til, men tað skiltist á honum, at hann ikki hevði tikið støðu til, antin hann heilt skuldi taka seg burturúr politikki, ella um hann bara hevði parkerað seg sjálvan á síðu- linjuni eina løtu til næsta løgtingsval Men nú hann er komin burturúr politiska meldr- inum og hevur verið van- ligur borgari í eina góða viku, er hansara politiska framtíð aftur greið. Og hann ivast ikki, tá ið vit spyrja hann, um hann hevði hættað sær upp í poli- tikk aftur. –Vísir Eysturoyar Tjóð- veldsifelag mær tað álit, at tað vil hava meg at stilla upp, næstu ferð, løgtingsval verður, taki eg av, sigur Torbjørn Jacobsen. Um orsøkinina til, at hann hevði bjóða seg fram aftur, sigur hann stutt og greitt: – Politiskt helmi eg ikki í, fyrrenn eg standi á tí føroy- ska matriklinum, sigur hann. Hann ivast heldur ikki, tá ið vit spyrja hann, um hann aftur hevði tikið av, um tjóðveldisflokkurin eina- ferð afturat bjóðaði honum ein landsstýrissess. – Ja, tað hevði eg gjørt, sigur hann. Hann sigur, at hóast hann fór úr politikki í úrstíð, heldur hann seg enn hava nakað at bjóða. – Eg haldi ikki, at tað kom so heilt lítið burturúr, teir 11 mánaðirnar, eg var landsstýrismaður í menta- málum. Og tað er væl tað, ið alt snýr seg um. –Tað positiva eg upplivdi tað stokkutu tíð, mær varð tillutað í Landsstýrinum eru í stórari yvirvág aftur ímóti tí negativa, eg upp- livdi. At eg so eisini kom í hóslag við ov nógvar erkvisnar sálir, er eitt heilt annað mál. Sláa pannuna ímóti Hann sigur, at hevði hann komið í aftur í Landsstýrið, kann hann ikki hugsa sær, at hann hevði fingið somu lagnu einaferð afturat, sum hesuferð, hann royndi seg. Og tað er ikki tí, at hann sjálvur er blíðkaður og brýndur so hesa vikuna, hann hevur havt stundir at hugsa djúpari um støðuna. –Tað hevur stóran týd- ning at gera sær greitt, at skalt tú broyta nakað í ein- um samfelagi, slepst ikki undan, at tú renur pannuna ímóti nakrar ferðir. – Men hvørja ferð, tú gert tað, flytir tú eisini mørk. Hann heldur sostatt eisini, at mørkini fyri, hvat tolt verður í samfelagnum, víðkast alla tíðina. – Og skuldi eg farið aftur í landsstýrið, vænti eg, at samfelagið og maðurin høvdu hóskað betri saman tá, enn tey kanska gjørdu hesuferð, sigur Torbjørn Jacobsen. Bitin í andlitið av óðum hundi Hundar, sum ganga leysi, eru ein stórur trupulleiki summa- staðni, og sum tað sæst her, kann skaði standast av, áðrenn nakar varnast. Ikki minst smábørn, sum hendan gentan her, fáa ikki vart seg ímóti glúpskkum hundum. Mikudagin varð hendan fýra ára gamla gentan í Vági illa bitin í andliti av einum óðum hundi Tey fáa aldrin eina umbering frá mær – Eg fari aldrin at viðja um umbering fyri tað, sum hendi á tí tiltikna fundinum við Vestmanna Skúla. Tað skal heldur ongin annar biðja um umbering fyri meg, tí tað er als onki at umbera fyri, sigur Torbjørn Jacobsen, fráfarin landsstýrismaður. Torbjørn til reiðar at stilla upp til løgtingsval Tøkk Eg takki hjartaliga øllum teimum, sum á ymiskan hátt gleddu meg á 80 ára degi mínum. Kærar heilsanir Jákup Martin Sólbjørg –Skalt tú broyta nakað í einum samfelagi, slepst ikki undan, at tú renur pannuna ímóti nakrar ferðir. Men eg helmi ikki í, fyrrenn eg standi á tí føroyska matriklinum, sigur Torbjørn Jacobsen, frafarin landsstýrismaður. Tjørnuvíkingar fara í summar at gera tveir túrar við feðafólki út í Stakkin. Eisini eru teir farnir undir at byggja hús, sum skal setast upp í Sjeyndum FERÐAVINNA Edvard Joensen Teir væl umtóktu Stakk- stúrarnir hjá tjørnuvíking- um verða nú aftur gjørdir. Í ár verða tveir túrar. Tann fyrri verður 1. juni, og tann seinni verður 22. juli. Lýst verður í bløðunum, hvussu verður. Jens Jensen í Tjørnuvík sigur við Sosialin, at túr- arnir verða altíð lagdir sunnudag. Tað kemst stutt og greitt av, sigur hann, at tað er einasti dagur í vik- uni, tað ber til at savna tað fólk, sum brúk er fyri. Og ein slíkan dag er hvørt menniskja í Tjørnuvik upp- tikið, umframt onnur, sum koma til bygdar at hjálpa til, sigur hann. Fólk, sum á ein hvønn hátt kenna seg hava tilknýti til bygdina, plaga eisini ofta at koma við, tá soleiðis er. Konufólkini plaga at standa fyri matgerðini í Bygdarhúsinum. Tað er vanligt, at tá komið verður aftur úr Stakkinum, fæst ein drekkamunnur við smurdum breyði í Bygdar- húsinum. Menninir eru vanliga við í Stakkinum. Sum ferða- leiðarar, tí tað krevst kent fólk til tað, ella sum sleip- arar, tá rennistrongurin er í brúki. Kassin verður drigin við handakraft. Ein long lína verður løgd oman eftir Stakkinum, og so renna teir undan brekkuni við henni, meðan vognurin fer um Sundið. Nú fleygatíðin nærkast, eru menn farnir at hyggja eftir, hvussu til stendur við fugli í ár. Og sum skilst á tjørnuvíkingum, halda teir, at tað er ikki so heilt galið. Ein trýmannanevnd stýrir Stakkinum, og tað er gjøgn- um hana, fleygaloyvini skulu fáast. Men felygingin í Stakkinum er tætt tengd at ættini. Landnyrðingur ella útsynningur skal tað vera, siga tjørnuvíkingar, um fáast skal nakað at týdningi burtur úr fleyging í Stakk- inum. Húsini Teir hava hjálpt upp á húsið í Stakkinum í vár. Wc er sett upp, rørleiðing er løgd út á sjógv, og ein plattur stoyptur rundan um húsið, so ferðafólkini, sum koma út, kunnu standa væl á hon- um og njóta útsýnið og tað, sum annars verður borðreitt við har úti. Tí tað er nevni- liga ikki bara í Bygdarhús- inum, at okkurt fæst undir tonnina, tá soleiðis er. Eitt annað hús er eisini í gerð í Tjørnuvík um dag- arnar. Tað er eitt hús, sum skal setast upp í Sjeyndum. Hetta húsið er nakað størri enn Stakkshúsið, sig- ur Jens Jensen. Tilfarið er komið til Tjørnuvíkar og verður fyrst sett saman har. Síðan verður húsið tikið niðuraftur, flutt norður í Sjeyndir og sett upp aftur har. Tað hevur, so vítt fólk veit, ikki verið hús í Sjeyndum fyrr, sigur Jens Jensen. Tó er staðarnavn har norðuri, sum nevnt verður á Skálanum, og tað fær onkran at ivast, um ikki okkurt einaferð langt afturi í tíðini hevur staðið har. Húsið, sum nú verður sett upp, fer at standa beint við rættina, og er kanska eina mest ætlað fjallfólkinum. Men tað verður kortini tókt til onnur endamál, um áhugi er fyri tí, sigur Jens Jensen. Húsið verður í fyrstu syftu innilokað og gjørt klárt soleiðis, at eitt nú neyðsynjarútgerð kann goymast í tí. So er tað fjall- fólkið, sum fer at nýta tað. Men tað skal gerast soleið- is, at til ber at liggja nátt í tí. Tí hugsað er eisini um, sigur Jens Jensen, at tað skal kunnal leigast út til ferðavinnuna. Jens Jensen sigur, at hús- ið væntandi fer at kosta ein- ar 450.000,- krónur. Teir hava roynt at fíggjað tað við sponsorpengum og um- sóknum, og tað hevur ging- ið rímiliga væl, sigur hann. Higartil munnu eina 380.000,- krónur vera kom- nar í tann kassan, metir hann. Kvøldseta Tjørnuvík er vøkur og væl hildin bygd. Hon varð í ár nummar trý, tá best røkta bygd í landinum varð vald herfyri. Í tí sambandi verð- ur skipað fyri eini lokalari kvøldsetu mánakvøldið. Kvøldsetan verður skip- að sum eitt mentanarligt til- tak, har fólk, sum hava til- knýti til Tjørnuvíkar, fara at luttaka. Onkur fer at siga frá, hvussu tað var og er at vera tjørnuvíkingur. Felagssangur verður, og prestur fer at siga nøkur orð. Og sjálvandi verður Kingo ikki gloymdur á lokalari kvøldsetu í Tjørnu- vík, hóast hann ikki er tjørnuvíkingur sum so. Teir hava tó roynt at fingið hann at vera eitt sindur av tjørnu- víkingi og eru helst teir einastu, sum halda hann reiðiliga við heiður og æru. So kvøldsetan í Tjørnu- vík mánakvøldið man fara at enda við einum Kingo- ørindi ella so, sigur Jens Jensen at enda. Stakkstúrarnir byrja aftur Rennistrongurin í Stakkinum verður rikin við blóðtýsti Mynd: Edvard Joensen Teir láta hampiliga væl at fuglameinginum í Stakkinum í ár Mynd: Edvard Joensen C M Y K 5 4