Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-06-23, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. juni 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 118 - 23. juni 2001 Nr. 118 - 23. juni 2001 7 gult6 cyan6 magenta6 svart6 gult7 cyan7 magenta7 svart7 Nýggja skipið á Vágs- firði, Roc Amador, er farið til fiskiskap SKIP Dagfinn Olsen Tá vágbingar seldu Sancy, keyptu teir ístaðin størri skip, nevniliga Roc Ama- dor. Nógv umvælingar- arbeiði er gjørt við skipið og hevur hetta tikið drúgva tíð. Men mánadagin kom skipið á Vág, har stór mannfjøld fagnaði skipin- um. Serstakt og slóðbrót- andi er nýggja ís skipanin umborð. Ein skipan, ið ís- lendingar standa aftanfyri. Vágbingar hava sett pening í og ætla at royna skipanina og vænta sær nógv av henni. M.a.. sigst betri góð- ska fáast burturúr og harvið eisini betri prísur. Mikukvøldið stevndi Roc Amador út á fiskileið. Ein íslendingur er við at leggja manningini lag á, viðvíkj- andi nýggju ís skipanini. Farin til fiskiskap Mánakvøldið tók mannfjøld ímóti Roc Amador á bryggjuni í Vági. Mikukvøldið fór skipið út á fiskileið Mynd: D. Olsen Gallarí Oyggin lat hósdagin upp jóan- søkuframsýning. Hetta er fyrsta av sínum slag í Oynni og eisini er tað fyrsta framsýning hjá kend- um listamanni í Suðuroynni LIST Dagfinn Olsen Gallarí Oyggin lat hós- dagin upp sína fyrstu jóan- søkuframsýning. Zakarias Heinesen, Rannvá Morten- sen og Palle Julsgart sýna fram. Fitt av fólki var til fernisering í góðveðrinum. Gallarí Oyggin er nógv ment síðani byrjan. Vakri aldingarðurin er vorðin partur av heildini. Eisini er café komin, Cafe Art, har til ber at hugna sær, meðan listin verður notin. Síðani byrjan hava ymsar framsýningar verið. T.d. hevur Tróndur Patursson sýnt fram. Hetta var hans- ara fyrsta sýning í Suður- oynni, síðani sjeytiárini. Á Jóansøkufamsýningini er ein annar av kendu lista- monnunum við. Verk eftir Zakarias Heinesen eru við og er tað hansara fyrsta sýning í Suðuroynni nakrantíð. Rannvá Mortensen býr í Havn, men er tó lokal. Hon er av Tvøroyri og hevur áður verið við á sýningum á Gallarí Oynni. Palle Juls- gart eigur og rekur Gallarí Oynna og er umframt lista- málari. Trupulleikin við sýning- ini hevur verið, at Zakarias Heinesen eisini sýnir fram uttanlands og at málningar hansara annars verða seldir beinanvegin. Tí gjørdist trupult at fáa eitt úrval til Suðuroyar, men tó eru á- skoðarar ikki sviknir. Olju- málningar eru at síggja, men teir eru ogn, so suður- oyingar sleppa ikki djúpt í lumman. Men eisini vatn- litsmyndir eru og tær kann ein ogna sær fyri rímuligan penga. Palle sýnir fram mál- ningar og Rannvá sýnir eisini fram oljumálningar. Tó er her eitt sindur meira av spennandi royndarvirk- semi. Kollasjur eru, og ikki er sørt, at politisk og tjóð- skaparlig motiv eru ímill- um. Ein blandað og forvitnis- lig framsýning, ið bjóðar áskoðaranum av, tí góðskan er ikki at fara skeivur av. Jóansøkugestir kunnu av- gjørt njóta eina løtu í Cafe Art, í aldingarðinum ella bara við at spáka sær mill- um listaverkini. Er veðrið til vildar, og tað letur til, so er hugnaligt í aldingarð- inum, har eisini annað enn blómur er at síggja. Millum livandi runnarnar eru eisini ymiskt til prýðis, millum annað rekaviður, ið Palle hevur havt undir hond. Til ferniseringina sang Ljómur nakrar sangir og eydnaðist løtan væl. Palle Julsgart segði m.a. í væl- komurøðuni, at hann fram- vegis ætlar at starvast fyri, at suðuroyingar sleppa at uppliva føroyska list á høg- um støði, eins og norður- lendska list. Rannvá Mortensen og Palle Julsgart framman fyri ein málning eftir Zakarias Heinesen, ið tíverri ikki kundi vera til staðar, tá jóansøkuframsýningin lat upp í Gallarí Oynni á Tvøroyri hósdagin (Mynd: D. Olsen) Jóansøkuframsýning í Oynni Amanda Hansen 75 ár Í dag veður Amanda Hansen í Klaksvík 65 ár. Amanda er kend víða í Føroyum fyri virki sítt í felagnum Javna, sum hon eisini var við til at stovna. Og ikki minst var maðurin Karl, sum doyði fyri nkrum árum síðani, eisini sera virkin í Javna. Amanda er klaksvíkingur burturav. Fødd og upp- vaksin í Klaksvík og hevur búð har alla sína tíð. Hon er dóttir Trinu úr Glasstovuni úr Árnafirði og Jákup í Heimistovuni úr Uppsølum. Tey búsettust á Vágs- heygnum, har Amanda er fødd og uppvaksin. Amanda giftist Karli Hansen av Nesi, vanliga nevndur Tofta Karl. Hann kom ungur til Klaksvíkar í snikkaralæru á snikkara- virkinum hjá Kjølbro á Varpinum, har hann seinni gjørdist meistari. Í sekstiárunum bygjaði hann egið snikkaravirkið og arbeiddi síðan um alt land- ið. Tey bæði, Amanda og Karl, fingu fýra synir, Jákup, Jens, Rana og Finn. Meðan dreingirnir vóru smáir, var Amanda heima- gangandi. Seinni hevur hon arbeitt millum annað á flakavirki og sum heima- hjálp. Og ikki minst í Dáa- num, sum eins og Javni var eitt hjartabarnið hjá henni og Karli. Sagt hevur onkuntið verið um hana - tað var nokk Bøgesvang, sum átti orðini - at hon man vera ein tann størsti leverandørurin til Hornorkestrið har norðuri. Og nakað væl av sann- leika er í tí. Dreingirnir spæla allir. Teir »smáu« í Klaksvíkar Hornorkestri. Jens tó so mikið avanser- aður, at hann hevur verið í bæði donskum politiorkestri og GHM eisini. Og seinnu árini er Jákup eisini farin at spæla horn í Havn. Jákup er tó helst tann av brøðrunum, sum flestu før- oyingar kenna í samband við horntónleik. Tað er hann, sum plagar at ringja til Útvarpið og práta við Kára um horntónleik. Og tað er heilt sjáldsamt, sum hann veit væl um horn- tónleik, orkestur, dirigentar og hvat nú er at vita. Føðingardagin verður Amanda stødd hjá soninum Jensi í Tjørnuvík. ej Jørgen Niclasen hevur tikið stig til at mót- mæla ætlaðu skerj- ingini av rækjufiski- skapinum á Flemish Cap. Grønland og Danmark taka undir við mótmælinum RÆKJUR Jústinus Leivsson Eidesgaard og Eyðun Klakstein Føroyar, Grønland og Dan- mark sendu í gjár NAFO eitt skriv, har mótmælt verður, at felagsskapurin ætlar at skerja rækjufiski- skapin á Flemish Cap. Tað er landsstýrismaður- in í fiskivinnumálum, Jør- gen Niclasen, sum er mað- urin aftanfyri mótmæli. Hann heldur, at føroying- ar hava lagað seg til fiski- skapin á Flemish Cap øll árini, og hann heldur onga orsøk verða til, at føroying- ar nú skulu skerja sínar 1600 fiskidagar við 16,7 prosentum, soleiðis sum NAFO hevur skotið upp. NAFO kom við sínum uppskoti um skerjingar fyri trimum mánaðum síðani, og í gjár var freistin hjá av- varðandi londum at siga sína hugsa um uppskotið úti. Ísland hevur sagt seg verða sinnað at skerja sín fiskiskap við 10%, meðan Letland og Litava ikki eru sinnað at minka um fiski- skapin. Fekk undirtøku Jørgen Niclasen hevur sein- asta døgnið verið í ídnum diplomatiskum samrøðum við grønlendingar og danska uttanríkisráðið fyri at fáa hesi at taka undir við einum mótmæli móti skerj- ingini. Hetta hevur eydnast hon- um, tí boð eru komin úr utt- anríkisráðnum um, at danir taka undir við mótmælin- um, og tað sama gera grøn- lendingar, sum hava 5000 fiskidagar á Flemish Cap. Tí er eitt skriv sent NAFO-felagsskapinum, har Føroyar, Grønland og Danmark mótmæla niður- skurðinum av rækjufiski- skapinum. Føroyar mótmælir hjá NAFO Jørgen Niclasen hevur tikið stig til, at føroyingar, danir og grønlendingar mótmæla ætl- aða niðurskurðinm av rækju- fiskiskapinum á Flemish Cap, har føroyingar eiga 1600 fiskidagar Mánakvøldið verður fyrireikandi fundur í MBF-húsinum MINNISVEIK Eirikur Lindenskov Mánakvøldið 25. juni verð- ur fyrireikandi furndur til at stovna felag fyri dement, minnisveik. Fundurin verð- ur kl. 19.30 í MBF-húsin- um. Endamálið við fundin- um er at vita, um fakfólk og avvarðandi eru, ið eru sinn- að at virka fyri at felag verður stovnað, sum kann arbeiða fyri at bøta um kor- ini hjá teimum dementu og avvarðandi teirra, tí tað er ein tung og svár uppgáva at liva saman við dementum fólki, sigur Sigrun Mohr, sum er fyriskipari. – Vit hava eingi tøl í Før- oyum fyri, hvussu nógv fólk líða av hesi sjúku, men samanbera vit við londini rundan um okkum, er tað óivað stórt og sigast kann, at uml. 60% av teim dementu líða av alzheimer sjúkuni, sigur hon. Í londunum rundan um okkum verður nógv kannað og gjørt fyri henda bólkin, og tí halda fyrireikararnir, at løtan er komin at seta hetta á dagsskránna heima hjá okkum. Stovna felag fyri minnisveik og avvarðandi TEKNIKAPPING Teknikapping hevur verið á barnabókasavninum. Børn- ini høvdu nógv góð hug- skot til, hvussu eitt bóka- merki skal síggja út, so tað var trupult hjá bóka-vørð- unum at velja teir fýra vinnararnar. Tey, sum vunnu, vóru: Eyð Fróðadóttir, 4 ár, Áki Dam Egholm, 6 ár, Sølvi Mortensen, 8 ár og Kristi- anna Dal Jákupsdóttir, 9 ár. Tey sleppa at velja sær hvør sína føroyska bók sum virðisløn, og tekning- arnar hjá teimum verða prentaðar sum bókamerkir. 199 tekningar komu inn, og ta næstu vikuna hava vit framsýning av tekningun- um, ið hanga um alt barna- bókasavnið. Teknikapping á Býarbókasavninum Føroyski gospel- bólkurin verður við á størsta gos- pelfestivalinum, sum verður hildin í Norðurlondum TÓNLEIKUR Eyðun Klakstein Fyrst í juli mánaði fer gos- pelrockbólkurin I Am úr Klaksvík til Noregs at spæla. Høvið er størsti gospel- festivalurin, sum verður hildin í Norðurlondum. Festivalurin verður í døg- unum frá 2. til 8. juli, og hann verður hildin á Ris- øya. Festivalurin hevur meiri enn 20 ár á baki, og ør- grynna av kendum gospel- bólkum hava spælt á festi- valinum. Aftur í ár eru nógv kend gospelnøvn við á festivalinum. I Am hevur fingið kjans- in at spæla á hesum festi- vali umvegis føroyska fel- agið, Adore Music, sum hevur gott samband við fólkini, sum standa fyri festivalinum. Føroyski bólkurin ætlar sær at gera nógv burtur úr í Noregi, og umframt sjálva framførsluni, hevur I Am eisini brynjað seg við ymiskum PR-tilfari um bólkin. I Am var við í árins Prix Føroyar finalu, og hóast teir ikki endaðu millum teir fremstu, gjørdu teir vart við seg við góðum og melodiøsum tónleiki. I Am til Noregs at spæla C M Y K 7 6