Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-28, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. mars 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 115 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 60 - 28. mars 2008 Prospektið, sum áset­ ir kursin á Atlantic Petroleum til 265, er undirskrivað ein mánaða áðrenn Torbjørn Jacobsen keypti síni partabrøv fyri kurs 100 úr Kongs­ havnar Útgerðarfelag. Hetta er ein feilur, sissar ríkisgóðkendur grannskoðari, sum eisini hevur verið við til at gera uppritið, ið løgmaður byggir sína niðurstøðu á KANNING Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Samstundis sum løgmaður helt seg hava fingið vissu fyri, at Torbjørn Jacobsen ikki var dumpaður sum pol­ itiskt trúverdigur landsstýr­ ismaður, setti ein dagfesting í prospektinum fyri Atlantic Petroleum politiska hitan á kókiblussið. ­ Dagfestingin, ið eg var gjørdur varugur við fyri opnari mikrofon á Rás2, rykti eina løtu teppið undan mær, sigur Jóannes Eides­ gaard, sum brúkti restina av hósdegnum til at kanna sína egnu kanning. Niðurstøðan í uppritinum, sum løgmaður leggur til grund fyri at hann framvegis hevur fult álit á sínum lands­ stýrismanni í fiskivinnu­ og tilfeingismálum, staðfestir at Torbjørn Jacobsen keypti partabrøvini hjá Kongshavn­ ar Útgerðarfelag í Atlantic Petroleum, tann 4. novem­ ber 2004. Tá fanst eingin almennur kursur fyri parta­ brøvini, og tí var tað sam­ bært uppritinum í lagi, at Torbjørn Jacobsen keypti tey úr sínum egna partafelag fyri kurs 100. Hetta, saman við at at Eik Banki ikki vildi taka pant í AP­partabrøvunum hjá Kongshavnar Útgerðar­ felag, var høvuðsargumentið hjá Jóannesi Eidesgaard, tá hann á Rás2 fyrrapartin hós­ dagin skuldi verja sína nið­ urstøðu. Men dagfestingin 7. oktober ørkymlaði løg­ mann. Fyri opnari mikrofon varð Jóannes Eidesgaard kunnaður um, at prospektið fyri Atlantic Petroleum, ið ásetur at partabrøvini í fel­ agnum við komandi kapital­ hækking skulu bjóðast út fyri kurs 265, varð dagfest 7. oktober 2004. Tað vil siga stívliga ein mánaða áðrenn Torbjørn Jacobsen keypti AP­partabrøv úr sín­ um egna partafelagi fyri kurs 100. Við tað at Torbjørn Jacobsen og pápi hansara keyptu partabrøv fyri áljóð­ andi virði eina millión krón­ ur úr Kongshavnar Útgerð­ arfelag, kunnu spurnartekin setast við, hvørt teir hava reelt hava tikið virði fyri 1,65 millión krónur úr sín­ um egna partafelag, uttan at rinda fyri tað. Tað er í stríð við lóggávuna. Tríggjar ferðir oktober Í prospektinum fyri Atlantic Petroleum kemur dagfest­ ingin 7. oktober 2004 fyri tríggjar ferðir. Nevndin í Atlantic Petroleum hevur skrivað undir hesa dagfest­ ing. Spekt, sum er ríkisgóð­ kendi grannskoðarin hjá Atlantic Petroleum, hevur skrivað undir. Og Kaup­ thing, sum gjørdi prospekt­ ið, hevur skrivað undir. Ein sentralur persónur í málinum er Jógvan Amons­ son, ríkisgóðkendur grann­ skoðari hjá INPACT. Hann skrivaði undir prospektið, dagfest 7. oktober 2004. Og hann var eisini ein av teimum fýra, sum skrivaðu uppritið, sum løgmaður bygdi sína niðurstøðu á. Á Rás2 í gjár vissaði Jógvan Amonsson um, at dagfestingin í prospektinum er skeiv. At talan er um ein feil, hóast hann kemur fyri heili tríggjar ferðir, enntá við undirskrift frá tilsamans 10 persónum. ­ Eg skilji væl spurningin. Og hatta er ringt at greiða frá aftaná, júst hvat er hent. Eg veit ikki við vissu, hvat er hent. Men hetta var eitt hektiskt tíðarskeið, har nógvar upplýsingar um Atlantic Petroleum skuldu savnast og flytast aftur og fram millum ymsu partar­ nar, ið skuldu góðkenna tær. So av einhvørjari orsøk er komin at standa ein skeiv dagfesting í prospektinum, sigur Jógvan Amonsson. Ríkisgóðkendi grannskoð­ arin sigur seg tó undrast á, at feilurin er komin fyri heili tríggjar ferði. Men Jógvan Amonsson vísir í sama við­ fangi á, at í sínum arbeiðs­ pappírum, sum hann hevur brúkt, nú hann skuldi gera uppritið til løgmann, stend­ ur 7. desember sum dagurin, tá prospektið er endaliga góðkent. Hann sigur seg somuleiðis kunna prógva, at dagfestingin 7. desember 2004 er tann rætta. Ørkymlaður Eidesgaard Jóannes Eidesgaard brúkti sum nevnt meginpartin av hósdegnum til at kanna sína egnu kanning. Og eftir millum annað at hava hoyrt frágreiðingina frá Jógvani Amonsson, trýr løgmaður, at talan er um eitt mistak. Ein feil í prospektinum. ­ Hevði tað longu tann 7. oktober 2004 verið greitt, at partabrøvini í Atlantic Petroleum skuldu seljast fyri kurs 265, so hevði tað sjálvandi broytt allar for­ treytirnar, og so var mín niðurstøða heilt ein onnur, sigur Jóannes Eidesgaard. Løgmaður trýr uppá, at tal­ an er um ein feil í pro­ spektinum, og einki annað. Vit spurdu hann tí, um hann kennir seg vísan í, at hetta er tann einasti feilurin, sum kann ørkymla málið. Jóannes Eidesgaard svarar soleiðis: ­ Eftir at spurnartekin vórðu sett við viðurskiftini millum Torbjørn Jacobsen og Kongshavnar Útgerðar­ felag, havi eg gjøgnum­ gingið nøkur viðurskifti. Eg havi ikki gjørt nakra dómarakanning. Eg havi ikki verið til botns í øllum. Eg havi ikki gjørt eina djúp­ tøkna kanning. Tað einasta eg havi gjørt er at fáa eitt yvirlit yvir nøkur viður­ skifti, og út frá tí havi eg gjørt mær nakrar niðurstøð­ ur. Men harvið er ikki sagt, at eg kann vera eitthundrað prosent vísur í, at okkurt annað ikki kemur undan kavi seinni, sum eg ikki veit um í dag. Men her og nú, við tí vitan eg havi, haldi eg fast við niðurstøðuna, ið eg gjørdi hósmorgunin. Nevni­ liga at einki skeivt er farið fram. Dagfesting rykti teppið undan Eidesgaard