fríggjadagur 28. mars 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 115 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8 FÓTBÓLTUR 2008
– Nei, tað hevur ikki
verið stuttligt alla
tíðina. Als ikki.
Niðurflytingin tók
hart, Men innast
inni hava vit alla
tíðina vit, at vit
gjørdu tað rætta,
sigur Todi, sum eitt
ár eftir føroysku
innrásina á Amager
hevur fingið kritisku
røddirnar at tagna
og beint FC Amager
á rætta kós
Hans Jørgensen, Páll Klettskarð,
Erling Jacobsen og Rókur av Fløtum
Jespersen. Nei, hetta er ikki føroyska
Formuladeildin vit viðgera. Staðið
er Sundby Idrætspark á Amager, fe
lagið eitur FC Amager og eigari er
Todi Jónsson.
Eitt ár er liðið síðani Todi Jónsson
á tíðindafundi tók føroyska og
danska ítróttarheimin á bóli og
kunngjørdi, at hann saman við øðr
um íleggjarum keypti meirilutan í
Fremad Amager. Ætlanin var, at fe
lagið skuldi virka sum klekingarstøð
fyri ungar evnaríkar fótbóltsspælarar
úr Føroyum og Amager. Harnæst
gjørdi Todi Jónsson eisini greitt, at
felagið hevði sum málsetning at
flyta upp í bestu donsku fótbólts
deildina í seinasta lagi í 2010.
Danskir miðlar vóru skjótir. Lítla
Fremad Amager, sum spældi í 1.
división og vanligi danski fótbólts
fjepparin lítið og einki visti um,
hevði brádliga fingið ein navnfram
an føroying við róðrið. Hesin fór
undir verkætlanina FC Amager.
»Fremad Færøerne«, »FC Færøer
ne« og »FC Thorshavn« vóru nøkur
av eyknevnunum donsku fjølmiðlar
nir royndu seg við. Men tá tað so
vísti seg, at fólkini handan Amager
verkætlanina veruliga meintu tað,
tey søgdu, broyttist hugburðurin
mótvegis verkætlanini hjá Toda og
hinum. Øll tey lítlu feløgini á Amag
er skulu knýtast saman í eina sterka
eind, sum um nøkur ár ætlandi skal
kappast við FC København í toppi
num í donskum fótbólti.
Stutt eftir at Todi yvirtók stýring
ina av Fremad Amager gjørdist
greitt, at felagið fór at flyta niður í
2. divisón eystur. Men síðani tá er
nógv hent. Ein stór útskifting í felag
num hevði við sær, at bæði venjari
og stórur partur av hópinum varð
skiftur út. Síðani hevur tað gingið
sum eftir ánni. Tá vetrarsteðgurin
kom hevði felagið einans tapt tveir
dystir, lá fremst í deildini og alt
bendir á, at teir flyta upp.
Úrslitini á leikvøllinum tala fyri
seg. Men eisini kring felagið annars
er stór framgongd. Fyri einum góð
um ári síðani plagdu umleið 20 pen
ingastuðlar at møta til morgunkaffi
hjá felagnum, tá Fremad Amager
spældi heimadystir. Til næstseinasta
heimadystin í fjør møttu 125 fíggjar
ligir stuðlar. Hesi ting kunnu stað
festast av uttanveltaðum eygleiðar
um. Men hvussu upplivir høvuðsper
sónurin sjálvur tað. Vit hittu Toda
Jónsson á skrivstovuni á Sundby
Idrætspark ein seinnapart miðskeið
is í marsmánaði – eitt ár eftir før
oysku innrásina á Amager.
Eitt hart ár
– Tað sær gott út hjá okkum nú. Vit
hava fingið fýra feløg saman, og
tað er rættiliga positivt. Ítróttarliga
gongur tað væl og fíggjarliga eru
vit væl fyri, staðfestir Todi Jónsson.
Men hóast standurin nú er góður
og kanska betur enn tað eisini, so
hevur tað ikki verið bara sum at
siga tað at fáa gongd á FC Amager
verkætlanina.
– Seinasta árið hevur verið hart.
Upp á allar mátar. Vit hava jú yvir
tikið eitt felag, og roynt at savnað
alt Amager í eina eind. Tað er krevj
andi, so tað er ikki bara at biðja
lova sær, heldur Todi fyri.
Men tað var júst tað, Todi gjørdi.
Hann fór undir eina ovurhondsstóra
uppgávu. Eina verkætlan, sum fólk
á Amager hava tosað um í mong
harrans ár, men eingin veruliga
hevur hættað sær undir. Hví?
– Nú havi eg búð
her í nógv ár, og eg
skuldi gera eitthvørt,
Føroyska innrásin
á Amager
Føroyska aspektið í Fremad Amager er kanska ikki heilt so sjónligt í myndini úteftir. Men tað er ein partur av ætlanini, at hetta eisini skal menna framtíðar
føroyskar landsliðsspælarar
➘