fríggjadagur 28. mars 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 115 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 60 - 28. mars 2008
Tað
finst eingin virðis
meting, ið sigur, at
prísurin var tann rætti,
tá Torbjørn Jacobsen
keypti partabrøv úr
sínum egna partafelag
fyri kurs 100 at kalla
samstundis, sum tey
annars vórðu virðis
mett til kurs 265. Tað
nærmasta ein kemur
virðismetingini
kurs 100, er at Eik
Banki eftir øllum
at døma ikki vildi
rinda Kongshavnar
Útgerðarfelag reiðan
pening til raksturin
av rækjutrolaranum
Napoleon við veðhaldi
í partabrøvunum.
Tað váttar Jóannes
Eidesgaard, eftir at
hava kannað Torbjørn
Jacobsen
KANNING
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Hví kundi privatpersónurin
Torbjørn Jacobsen keypa
partabrøv úr sínum egna
partafelag fyri kurs 100, at
kalla samstundis sum ser
frøðingar virðismettu parta
brøvini til kurs 265. Tá
talan er um partabrøv áljóð
andi eina millión krónur,
sum í 2004 lógu inni í ein
um reiðaríi við høvuðsaktivi
í kreppuraktu rækjuvinnuni,
er lætt at reisa spurningin,
hvørt partabrøvini vórðu
keypt úr felagnum fyri at
bjarga tí, sum bjargast
kundi. Um tey vórðu keypt
fyri at avmarka fíggjarliga
smeitin, sum Torbjørn Jac
obsen og pápi hansara
høvdu av at satsa sínar peng
ar í rækjuvinnuna. Um teir
vistu, at partabrøvini í
Atlantic Petroleum fóru at
økjast í virði, og tískil
kundu viga upp ímóti mink
andi virðinum á Kongs
havnar Útgerðarfelag, sum
stóð til at missa rækju
trolaran Napoleon.
Ivin varð dúgliga sáddur
av andstøðuni í løgtinginum
fyri páskir, og sami ivi
noyddi løgmann at seta sín
nýútnevnda
landsstýris
mann í fiskivinnu og til
feingismálum á politisku
vektskálina. Spurningurin
var, um landsstýris
maðurin hevði eina fortíð
við tí, sum á donskum
nevnist ”selskabstømning.”
Politiski dómurin hjá løg
manni kom í gjár, og hann
fríkennir Torbjørn Jacob
sen. Í hvussu so er fyribils.
Eftir stendur manglandi
virðismetingin av parta
brøvunum.
Argumentið Eik
Í tíðindaskrivi 13. februar í
ár
skrivar
Kongshavnar
Útgerðarfelag, at felagið í
2004 kannaði møguleikan
fyri at fáa til vega rakstrar
pening við at seta í veð síni
partabrøv í Atlantic Petrole
um. Felagið hevði tørv á pen
ingi til at reka Napoleon.
Víðari skrivar felagið: ”Tá
tað ikki vísti seg at verða
møguligt, helst tí bert fá
høvdu álit á føroyska oljufel
agnum um tað mundi, keyptu
partaeigararnir Jóan Jacob
Jacobsen
og
Tórbjørn
Jacobsen hesi somu parta
brøv í 2004 fyri áljóðandi
virði kr. 1.000.000,00 og
rindaðu peningin kontant inn
í felagið, hetta fyri at útvega
felagnum
neyðugan
likviditet.”
Tað er staðfest, at
eingin virðismeting bleiv
gjørd av partabrøvunum,
áðrenn tey vórðu seld úr
partafelagnum Kongshavn
ar Útgerðarfelag til høv
uðseigararnar. Grannskoð
arastovan á Skála hevur
góðkent roknskapin hjá
felagnum fyri 2004, og
hevur onga viðmerking til
søluna. Sosialurin hevur
fyrr í mánaðinum spurt
Grannskoðarastovuna um,
hví tey ikki hava biðið um
nakra
virðismeting
og
annars onga átekning hava í
grannskoðaða og góðkenda
roknskapinum. Men tey
høvdu onga viðmerking.
Í uppritinum, sum Jóan
nes Eidesgaard byggir sína
avgerð á, verður frágreið
ingin frá reiðarínum góð
tikin uttan viðmerkingar.
Og løgmaður peikar ferð
eftir ferð beinleiðis á Eik
Banka, sum beinleiðis verju
av landsstýrismanninum og
hansara dispositiónum.
Spurningurin er tí, hvat
Jóannes
Eidesgaard
og
hansara serfrøðingabólkur
vita um samskiftið millum
Kongshavnar Útgerðarfelag
og Eik Banka, tá reiðaríið
sambært sær sjálvum vildi
hava Eik at veðhalda fyri
síni APpartabrøv. Visti
løgmaður til dømis, at Eik
Banki
ikki
vildi
hava
partabrøvini?
Tá tú spyr, hvar eg havi
tað frá, so havi eg tað frá
advokatinum hjá felagnum,
sum er Bjørn á Heygum.
Hann er partaeigari í felagn
um, tað veit eg eisini, sigur
Jóannes Eidesgaard.
Og
løgmaður
heldur
síðani fram:
Mín kanning er ikki ein
dómarakanning.
Eg
má
taka fyri fult, tað sum
persónar siga við meg,
serliga tá teir standa fram
við sínum fakligu titlum
sum advokatur ella grann
skoðari og so víðari. Tað
má eg byggja mína avgerð
á. Og so leingi sum eg havi
álit á tí, og so leingi sum eg
ikki havi fingið tað øvugta
at vita, so haldi eg meg
trygt kunna byggja mína
avgerð á tað.
Tað vil siga, at tú hevur
bara orðið hjá Torbjørn Jac
obsen og advokati hansara
Bjørn á Heygum, endur
givið í eini frágreiðing, sum
Bjørn á Heygum sjálvur
hevur skrivað?
Nei, tað er ikki heilt
rætt. Mín serfrøðingabólkur
hevur havt samrøður við
onnur. Og tað, sum er sera
týdningarmikið í hesum er
at roknskapurin hjá Kongs
havnar Útgerðarfelag er
grannskoðaður,
uttan
at
grannskoðarin hevur nakrar
viðmerkingar til partabræva
søluna,
sigur
Jóannes
Eidesgaard.
Men hevur tú í frágreið
ingini frá Bjørn á Heygum
nakað prógv fyri, hvat Eik
Banki svaraði Kongshavnar
Útgerðarfelag?
Nei. Men eg havi tosað
við Bjørn á Heygum seinna
partin í dag (hósdag, blm.),
og havi frá honum fingið at
vita, at teir hava fingið eitt
munnligt avslag frá Eik
Banka til umsóknina.
Men tú hevur ikki biðið
um nakað skrivligt prógv
fyri hesum?
Nei also. Teir hava ikki
fingið
nakað
skrivligt
prógv. Teir hava fingið eitt
munnligt
svar
frá
Eik
Banka, svarar løgmaður.
Men átti tú ikki at kravt at
fingið eitt skrivligt prógv?
Jamen, Eik fer ikki at
útflýggja mær niðurstøður í
málum við privatum við
skiftafólki hjá sær.
Kundi tú ikki havt biðið
Torbjørn
Jacobsen
ella
Bjørn á Heygum um prógv
ið?
Jú, men also. Prógvið
er ikki annað enn eitt
munnligt svar, og svarið er
eitt avslag, sigur Jóannes
Eidesgaard.
Kanningarbólkurin
kravdi einki skjal
prógv frá Tórbjørn
Jacobsen, hvørki
um svar frá Eik
Banka ella inngjald
fyri partabrøvini
til Kongshavnar
Útgerðarfelag
KANNING
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Hetta er eingin dómara
kanning, og vit hava gjørt
eitt fullgott kanningar
arbeiði út frá teimum
fortreytum, ið fyrilógu.
Tað er tað stutta av tí
langa, tá Sosialurin vil
vita, um kanningarbólkur
in hevur kravt nøkur
skjalprógv fyri, á hvørjum
grundarlagi Eik Banki
noktaði fyri at taka pant í
partabrøvunum hjá Kongs
havnar Útgerðarfelag, og
um peningurin reint fakt
iskt var goldin inn í
felagið.
Bæði Jógvan Amonsson,
grannskoðari, og Eyðfinn
Jacobsen, advokatur, við
ganga, at teir ikki bóðu
Tórbjørn Jacobsen um
skriftliga
váttan
fyri
hesum.
Báðir vísa í staðin til
roknskapin fyri 2004, sum
er góðkendur uttan við
merkingar
av
Grann
skoðarastovuni á Skála.
Men veruleikin er tann, at
ein og hvør roknskapur í
slíkum føri bara váttar
eina
sølu,
men
ikki,
hvussu sølan er goldin.
Og av tí at sølan varð
framd við tí fyri eyga, at
útvega felagnum reiðan
pening, er tað ógvuliga
týdningarmikið at stað
festa,
at
peningurin
veruliga varð goldin inn í
felagið, og at handilin ikki
fór fram á annan hátt. Til
dømis við mótrokningum.
Hetta eru heilt avgerandi
spurningar, tí vórðu hesir
spurningar skjalprógvaðir,
lá bara eftir atfinningin
um, at eingin uttanveltaður
hevði virðismett parta
brøvini – umframt tann
ivi, sum altíð fer at verða
tengdur at hesari søluni,
nevniliga hvussu nógv
ella lítið Tórbjørn Jacob
sen visti um ásetta kursin,
sum altso var almennur
ein mánað eftir, at hann
hevði keypt partabrøvini
hjá Atlantic Petroleum úr
Kongshavnar
Útgerðar
felag til kurs pari. Og tað
kann neyvan nakrantíð
prógvast
ella
mót
prógvast.
Sosialurin hevur spurt
Eik Banka um málið, men
bankin sigur seg ikki
kunna gera viðmerkingar
til einstøk mál.
Vit kravdu eingi
skjalprógv
Horvna virðismetingin