Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-28, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. mars 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 115 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 60 - 28. mars 2008 Hevði løgtingið játtað 25 milliónir um árið, hevði tað gjørt undurverk fyri 5000 føroyskar sjúklingar. Heilafelagið ætlar ikki, at Hans Pauli Strøm skal sleppa at doyggja í syndini EndurvEnjing Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Einir 5000 føroyingar hava kroniskar sjúkur, sum føra við sær, at teir hava brúk fyri endurvenjingum í størri og minni mun. Men allir hesir sjúkling­ arnir hava í nógv ár følt seg fullkomiliga sleptar upp á fjall, tí teir hava at kalla onki tilboð um endurvenj­ ing Men í seinasta valskeiði setti Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, ein ar­ beiðsbólk at gera eitt til­ mæli um, hvørji tiltøk skulu setast í verk fyri at fáa eina skipaða endurvenjing í Før­ oyum. Í November í fjør handaði arbeiðsbólkurin honum eitt álit við nógvum tilmælum. Síðani er onki meiri hent, men nú ætlar Heilafelagið ikki, at landsstýrismaðurin skal sleppa at doyggja synd­ ini og tí ætlar felagið at strongja á fyri at fáa nakað at henda á økinum. Í hesum sambandi skipaði felagið fyri fundi herfyri, har Marjun Poulsen, sum sat í arbeiðsbólkinum, greiddi frá teimum tilmæl­ um, tey hava latið lands­ stýrismanninum í álitinum um endurvenjing. 25 milliónir Marjun Poulsen sigur, at tilmælini í álitinum eru rættiliga fjølbroytt og umfat­ andi og eisini hon bíðar eft­ ir, at arbeiðið fer ígongd. Hon sigur, at sjálvandi kostar alt pengar, men hon heldur, at fyri einar 25 milli­ ónir um árið, høvdu vit komu rættiliga langt. Men skulu øll tilmælini í álitinum setast í verk, fer tað at kosta meiri, men tað hava tey ikki gjørt nakrar metingar um. ­ Samanborið við hvat so nógv annað kostar, er hetta í veruleikanum ikki øll verð­ in. Sum støðan er nú, verða nakrir føroyingar sendir uttanlands til endurvenjing­ ar og tað er ein ógvuliga dýr loysn og spurningurin er tí um tað í veruleikanum ikki verður peningur at spara við at fáa eitt skipað endurvenjingartilboð í Før­ oyum, heldur hon. Og jú betri endurvenjingin er, jú minni verður tørvurin á innleggingum, búplássum á røktarheimum og á al­ mannaveitingum. ­ Tað er onki í vegin fyri at senda føroyingar til ser­ frøðingar uttanlands til endurvenjing, men trupul­ leikin er, at tá ið teir koma heimaftur, er ongin upp­ fylging yvirhøvur. 5000 føroyingar Tilsamans eru tað einir 5000 føroyingar, sum hava brúk fyri endurvenjing í størri ella minni mun. Talan er um fólk við gikt og øðrum, varandi sjúkum og talan er um fólk, sum meiðsla seg í vanlukkum. Somuleiðis eru tað ímill­ um 100 til 120 føroyingar um árið, sum fáa heilabløð­ ing ella blóðtøpp í heilan og av teimum hevur helvtin brúk fyri endurvenjing. Ein fittur partur av hesum fólkum eru sjúklingar í arbeiðsførum árum og umframt at vera eitt svárur trupulleiki hjá teimum sjálv­ um, er tað eisini ein stórur missur fyri samfelags­ Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, sigur, at samgongan hevur sett sær fyri at bøta um møguleikarnar at geva sjúklingum harðliga tiltrongda endurvenjing, men hvussu skjótt nakað hendir, kann hann onki siga um EndurvEnjing Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo ­ Umstøðurnar hjá sjúkling­ um, sum hava brúk fyri end­ urvenjing fara at batna. Tað ivast Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almanna­og heilsumálum, ikki í. Og tað eru uttan iva góð tíðindi hjá øllum teimum 5000 føroyingunum, sum hava brúk fyri endurvenjing í størri og minni mun. Í fjør fekk landsstýrismað­ urin eitt álit við nógvum til­ mælum í um, hvørji tiltøk skulu setast í verk fyri at fáa eina munagóða endur­ venjing til sjúklingar, sum hava havt heilabløðing, blóðtøpp í heilanum, ella sum hava aðrar varandi sjúk­ ur. Og nú ætlar Heilafelagið at strongja á, fyri at fáa nak­ að at henda á økinum, tí støðan er heilt vanlukkulig. Kann onki lova Og stendur tað til Hans Paula Strøm, landsstýris­ mann, fer eisini eitthvørt at henda á økinum. ­ Eg setti sjálvur arbeiðið í verk at gera eitt álit fyri at vita, hvørji tiltøk skulu set­ ast í verk, sigur hann. Hann leggur afturat, at endamálið við at gera álitið er eittans og tað er, at nakað skal henda á økinum. Í November í fjør fekk hann eitt álit við nógvum til­ mælum í og hann leggur dent á, at hann ætlar at fylgja teimum tilmælum, sum eru í álitinum. Men hann kann onki lova um, nær nøkur tiltøk verða sett í verk. ­ Tað veldst alt um tann politiska viljan og hvørjar raðfestingar, samgongan semist um, sigur hann. Kortini ivast hann ikki í, at framstig verða gjørd á økinum í næstum, tí sam­ gongan hevur enntá felt tað í sjálvt samgonguskjalið, at bøtast skal um umstøðurnar til endurvenjing. Hann sigur kortini, at í ár verða ikki umstøður at gera nakað, tí tað er so langt út­ liðið. »Uppafturvenjing skal verða skipað um alt landið sum ein serlig eind undir Nærverkinum sambært álitinum um Endurvenjing fyri fólk við førleikatarni. Miðstøðir fyri uppafturvenjing skulu verða skipaðar á Klaksvíkar og Suðuroyar sjúkrahúsi.« Úr samgonguskjalinum 25 milliónir høvdu gjørt undurverk Hevur stórar ætlanir - men fær einki Fuglar í vanda Í Danmark ávara fuglafrøðingarnir nú um, at vandi er fyri, at fleiri fuglasløg kunnu fara at doyggja út í næstum. Í 10 ár hava fuglafrøðingarnir hildið eygað við 40 fuglasløgum, og niðurstøðan er, at fleiri teirra eru í vanda fyri at hvørva. Eitt nú er okkurt skatuslag minkað so nógv, at tað eru bara eini 15 pør eftir, og av einum heykaslagi eru bara eini 25 pør eftir. Fuglafrøðingarnir vilja hava landbúnaðin at geva fuglinum betri umstøður. Heiðaheykurin er eitt av teimum hóttu fuglasløgunum í Danmark (Mynd: DR) Allir teir 5000 føroyingarnir, sum hava brúk fyri endurvenjingum, fáa nú betri umstøður. Tað lovar Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður. Men nær nakað fer at henda, kann hann kortini onki siga um, men tað skal ikki taka allar ævir, sum hann tekur til - Samanborið við so nógv annað, kostar tað ikki alla verðina at geva 5000 føroyingum eina munandi betri lívsgóðsku, sigur Marjun Poulsen, fysioterapeutur