Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-28, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. mars 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 115 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 FÓTBÓLTUR 2008 sum hevði við fótbólt at gera, tá eg gavst. Eg havi altíð fylgt Fremad Amager, sá stórar møguleikar við felagnum, og saman við tankanum um at menna ungar føroyskar leik­ arar, helt eg hetta vera eitt spenn­ andi projekt, ljóðar svarið. Hava prógvað tað Og Todi knýtti beinanvegin tríggjar ungar føroyskar leikarar til felagið: Páll Klettskarð, Hans Jørgensen og Erling Jacobsen. – Teir tríggir hava prógvað, at tað væl ber til at koma niður sum 17 ára gamal føroyingur og gera framstig. Teir hava ment seg ófati­ liga nógv, heldur Todi, sum kortini samstundis vísir á, at tað ikki merk­ ir, at teir vera millum berandi kreft­ irnar á besta liðnum nú kappingin er byrjað aftur. – Vit mugu minnast, at teir eru bara 17 ár. Tað fer at ganga tíð áðrenn teir veruliga koma upp á tal. Tað merkir kortini ikki, at vit eru bangnir fyri at brúka teir, sigur Todi og nevnir málverjan Hans Jørgensen sum dømi. – Hans er við á bonkinum hvønn dyst. Hann er okkara eykamálverji, og tað er hann ikki tí vit mangla nakran betri. Verður fyrsti málverji okkara skaddur, so smæðast vit ikki við at brúka Hans, vísir Todi Jónsson á og sigur, at tað sama er galdandi fyri hinar. – Verður onkur skaddur, so brúka vit sjálvandi teir. Alt hvílir á Toda Jú teir tríggir eru saman við Róki av Fløtum Jespersen partur av hópi­ num hjá besta liðnum, umframt at onkur annar føroyingur spælir við lægru deildunum. Men hóast fleiri í tali, so fylla føroyingarnir ikki nógv í FC Amager myndini, sum hvat limatali viðvíkur telist millum stóru feløgini í Keypmannahavn. Men hvussu er tað at standa við róðrið á eini skútu við so nógvum ferðafólk­ um? – Tað er ein stór ábyrgd. Vit hava givið teimum vón her úti. Eina vón um at tað kann eydnast. Men tað verður nógv koyrt upp á mín persón. Alt er treytað av mær. Gongur tað illa, so er tað mín skyld, sigur Todi, sum millum annað fekk tríggjar heil­ ar síður í Berlingske Tidende, tá ítróttarliga kreppan í fjør stóð á. – Nei, tað hevur ikki verið stutt­ ligt allatíðina. Als ikki. Niðurflytingin tók hart, Men innast inni hava vit allatíðina vit, at vit gjørdu tað rætta, sigur Todi, sum ongantíð hev­ ur ivast í FC Amager­verkætlanini. Flytir felagið upp í ár, so trýr Todi eisini upp á, at tað ikki er heilt ómøguligt at spæla seg í Superlig­ una í 2010. – Vit hava momentið til tað. Her búgva 300.000 fólk á Amager. Ætl­ aninar við einum stórum Amager­ felag eru ikki nýggjar, men tað hev­ ur enn ikki eydnast. Nú hava vit fleiri stuðlar, fleiri leikarar, sum vilja spæla við okkum og fólkið, ið hevur tikið felagið til sín, sum svar upp á spurningin, hví tað júst skal eydnast FC Amager, og ikki øðrum at flyta upp í bestu donsku deildina í 2010. Men í ár skriva vit 2008. Eitt spennandi ár hjá FC Amager. – Eg rokni við einum strævnari ári í ár enn í fjør. Vit hava nógv jørn í eldinum og tað er positivt. So nógv, at tað ofta eru ov fáar hendur til allar uppgávurnar. Men tað verð­ ur spennandi, sigur Todi, sum vónar at tað fer at eydnast felagnum at flyta upp í 1. división aftur. So hevur FC Amager rokkið eitt av mongum málum í 2008. Kritisku røddirnar tagnaðar Júst hetta við øllum føroyingunum argaði fleiri danskar miðlar. Men kritisku røddirnar, sum róptu bæði »Fremad Færøerne« og »FC Thors­ havn« eru tagnaðar. – Føroyska aspektið er ikki so sjónligt longur, sum tá vit koma og yvirtóku. Tí fingu vit nøkur prik. Men nú síggja miðlarnir, at vit duga og at fólkið her hevur tikið felagið til sín, sigur Todi og minnir á, at føroyski parturin er stórur sæð við føroyskum brillum, men í donsku myndini fyllir tað ikki so nógv. – Tað er ein góður møguleiki hjá ungu leikarunum at koma henda veg, men í samlaðu myndini fyllir tað ikki so nógv, at nakrir ungir før­ oyskir leikarar venja við, sigur Todi. __________________________ Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Myndir: Símun Jóannesarson Erling Jacobsen: – Eg havi tað øgiliga gott her. Teir tóku væl ímóti okkum, eg fall skjótt til og samanhaldið er gott, so her er gott at vera. Tað var tó eitt sindur trupult at byrja við, tá vit skuldu venja okkum við at spæla á grasi og at tað fysiskt kravdi nógv. Hans Jørgensen: – Eg havi ikki eitt ringt orð at seta á nakað her. Málið hjá mær er at sleppa framat skjótast gjørligt. Gott nokk eri eg ungur, men eg haldi ikki at aldurin eigur at vera nøkur forðing. Tað sum serliga manglar hjá mær er tað fysiska, og vil eg arbeiða fyri at bøta. Rókur av Fløtum Jespersen: – Støðið er yvirraskandi høgt, so hetta er ein spennandi uppgáva. Her eru nógvir góðir leikarar, sum eru komnir til frá hægri deildum. Felagið er eisini ambitiøst og vil veruliga nakað, og mítt mál er at blíva fastur maður áðrenn summarfrítíðina. Páll Klettskarð: – Eg trívist væl og samanhaldið er øgiliga gott. Tað er eisini stuttligt, tí tað er veruligt lív í til venjingarnar. Allir tíma væl, gleða seg og eru uppsettir – eisini til venjing. Eg gleði meg eisini til hvørja venjing. … Føroyska innrásin á Amager