fríggjadagur 28. mars 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 115 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 60 - 28. mars 2008
Seinastu tíðina hevur
Beinta Joensen, fyri
byrgingarráðgevi hjá
Bláa Krossi, hildið
fyrilestrar á skúlum
kring landið og
upplýst um rúsevni.
Við sær hevur hon
havt ein fyrrverandi
stikknarkoman
UPPLÝSING
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Tað var eingin moraliserandi
peikifingur á lofti, tá Blái
Krossur herfyri ferðaðist á
skúlar kring landið, og upp
lýsti ungdómin um rús
evnir.
– Peikifingrar er ein farin
tíð, og tað fangar ikki ung
dómin. Ofta hevur tað næst
an beint øvugta effekt enn
ætlað, vísir fyribyrgingar
ráðgevin hjá Bláa Krossi,
Beinta Joensen, á.
Tískil hevur hon heldur
valt at upplýsa ungdómin
um teir vandar, sum standast
av at rúsevnum.
– Tí, sum hon sigur, so
upplýsa og fortelja vit um
øll onnur viðurskifti, og tá
rúsevni er ein partur av
veruleikanum hjá føroyska
ungdóminum, so eiga tey
eisini at verða ráðførd har,
metir hon.
9% roynt hash
Við sær kring landið hevur
hon havt nakrar faldarar,
sum eru bygdir á nøkur tøl,
ið
ESPAD
(European
School Survey Project on
Alcohol and Other Drugs)
hevur
funnið
fram
til.
ESPAD er ein stovnur sum
umleið 40 lond samstarva
um, har upplýsingar um
tubbaks, alkohol og rús
evnisvanarnir hjá ungum
verða savnaðir á einum og
sama stað, soleiðis at til ber
at samanbera londini.
Tølini í faldarunum, sum
varð útgivin í fjørsummar,
avdúka millum annað, at 9
prosent av øllum næming
unum í føroysku 9. flokkun
um hava roynt hash. Somu
kanningar hjá ESPAD av
føroysku 9. floksnæmingu
num vísa, at 11 prosent av
hava roynt at sniffa eitt nú
tendraragass.
– Og vit kunnu siga, at
tølini ikki passa, men eg
meti heldur, at vit mugu
fyrihalda okkum til tann
veruleikan, tey ungu eru í
og ikki tann veruleikan, vit
ynskja, sigur Beinta Joen
sen.
Hennara eygleiðingar, tá
hon hevur vitjað á ymsu
skúlunum, hava eisini verið,
at ein stórur partur av ung
dóminum hevur sæð onnur
ung sniffa, og tað sama er
galdandi fyri hash.
Stórar freistingar
Beinta Joensen sigur seg
vera kløkka av, at heili 9
prosent av føroysku 9. floks
næmingunum høvdu roynt
hash, og at 11 prosent
høvdu roynt at sniffa.
– Tað merkir, at tað fram
vegis er spennandi við rús
evnum og at tey eru til at
fáa fatur á, sigur Beinta
Joensen. Hon metir kortini
ikki, at ungdómurin í Før
oyum er verri nú, tá tað
kemur til rúsevnir, enn hann
hevur verið fyrr.
– Nei, tað vil eg ikki siga.
Kanska er ungdómurin enn
tá frægari nú, tí í dag eru
freistingarnar
størri
og
nógv fleiri enn fyri 20 árum
síðani, metir Beinta Joen
sen.
Hon metir kortini, at tað
er alneyðugt við slíkum
upplýsingartiltøkum, sum
Blái Krossur hevur havt
kring skúlarnar í síðstuni.
– Stevnurnar og festival
arnir standa fyri framman,
og tá er tað umráðandi, at
tey ungu hava eina vitan
við sær, og eisini eru greið
yvir, hvørjar avleiðingarnar
av rúsevnum kunnu vera.
Stikknarkomanur
greiddi frá
Til at greiða frá møguligum
avleiðingum av rúsevnismis
nýtslu,
hevði
Beinta
Joensen danan Christian
Werlo við sær. Hann er fyrr
verandi rúsevnismisnýtari
og stikknarkoman, og hevur
verið “clean”, sum tað eitur,
í nøkur ár. Christian Werlo
greiddi frá sínum lívi og
royndum við rúsevnum, og
eftir hvat skilst dugdi hann
sera væl at greiða frá.
Christian Werlo kom úr
eini púra vanligari familju,
men endaði sum neyðardýr
orsaka av rúsevnismisnýtsl
uni, áðrenn hann kom á
rættan kjøl aftur. Tað stað
festir, at ein og hvør kann
enda úti í misnýtsluni, áðr
enn tú veitst av, og tískil er
tað umráðandi, at tú veitst
hvat rúsevni eru fyri nakað,
og at tú dugir at taka røttu
valini. Teir moraliserandi
peikifingrarnir hava ikki
røttu effektina. Tí ljóðar
boðskapurin frá Bláa Krossi
til ungdómin í dag: »Valið
er títt!«
Til samanberingar kann
nevnast, at í mun til hini
umleið 40 londini, sum lut
taka í ESPADkanningun
um, stendur væl til í Før
oyum. Í meðal hava 21 pro
sent av næmingunum í tí,
sum svarar til 9. flokk í hin
um londunum, roynt hash.
Og hvat sniffing viðvíkur
eru vit áleið á sama støði –
eitt prosent omanfyri með
al.
Upplýsa ungdómin
um rúsevni
11 prosent hava roynt at sniffa lívrunnin
upploysingarevni
9 prosent hava roynt hash
0,8 prosent hava roynt ecstasy
0,8 prosent hava roynt kokain
0,6 prosent hava roynt heroin
0,6 prosent hava roynt soppar
0,3 prosent hava roynt amfetamin
0,3 prosent hava roynt LSD
0,2 prosent hava roynt GHB
Tølini stava frá bóklinginum »Bóklingur til foreldur – Hent
at vita um rúsevni«, sum Apoteksverkið og
Fyribyrgingarráðið lótu útgeva í fjørsummar, og fevna tey
um næmingar í føroyskum 9. flokkum. Tølini í
bóklinginum stava frá kanningum ESPAD hevur gjørt í
2003.
FAKTA
Alt hetta skal ígjøgnum
eina politiska viðgerð og
hon er ikki byrjað enn, sigur
hann.
Men skjótt verður farið
undir
fíggjarlógina
fyri
næsta ár og tað fer tann
politiski viljin at vísa seg,
leggur hann afturat.
Hann sigur sostatt, at nú
nýtt landsstýrið er skipað,
fer hann at taka málið upp
aftur.
Annars fer hann at mæla
til at seta eina tíðarætlan
upp fyri at nær tey ymsu til
mælini í álitinum skulu set
ast í verk.
Hvussu langa tíð, vit tosa
um kann hann onki siga
um, tí tað veldst um, hvussu
tann politiska raðfestingin
verður.
Hann vísir á, at tað eru
eisini nógvar aðrar raðfest
ingar, sum skulu gerast á
øllum økjum og hetta skal
so verða ein partur av teirri
raðfestingini.
Kortini er tað neyðugt, at
nakað skal henda á økinum
og tí skal hetta heldur ikki
taka allar ævir, leggur hann
afturat.
Fyrsta stigið verður at
seta eind í Nærverkinum at
leggja eina endurvenjingar
ætlan til rættis og tað ætlar
hann at gera í ár.
Tað eru so nógv tilmæli
í álitinum, at tað er neyðugt
at
skapa
okkum
eitt
útgangsstøðið fyri at vita,
hvar vit skulu byrja og í
hvørjari raðfylgju, tey ymsu
tiltøkini skulu setast í verk
og tað skal hendan eindin í
Nærverkinum
leggja
til
rættis, sigur Hans Pauli
Strøm.
búskapin, at teir ikki kunnu
fáa endurvenjing, so at teir
sleppa aftur í samfelagið at
liva og virka.
Tað er ógvuliga ymiskt,
hvussu nógva endurvenjing,
hesir sjúklingar hava brúk
fyri.
Summi hava bara brúk
fyri at endurvenja ávísar før
leikar. Hjá summum er
talan um lívslanga endur
venjing.
Summir av hesum eru
lammaðir og fáa ikki tosað,
men bara nakað so einfalt
og lítilátið sum at sleppa til
talilærara
er
ein
slík
Kanossaferð hjá mongum,
at tey gevast á leiðini
Ynskja sær blóðtøpp
Møguleikarnir fyri at fáa
endurvenjing eru so vána
ligar, at á fundinum, sum
Heilafelagið skipaði fyri,
var tað ein, sum beiskliga
helt fyri, at tað er nógv fyri,
at man skal ynskja sær at
fáa blóðtøpp fyri at fáa
nakrar sømdir í føroyska
heilsuverkinum.
Spurningurin er so bara,
nær tilmælini í álitinum
kunnu setast í verk.
Marjun Poulsen heldur,
at skal nakað koma á skaft
ið, verður tað neyðugt at
lata ábyrgdina upp í hend
urnar á ávísum fólki, sum
fær hetta øki at arbeiða við
meir ella minni burturav.
Hetta er so umfatandi,
at landsstýrismaðurin sjálv
ir, ella umsiting hansara,
hava ongan møguleika at
arbeiða við hesum afturat
teimum vanligu uppgáv
unum, tí so fer onki at koma
burtur úr.
Tí verður neyðugt at
starvsfólk meiri ella minni
burturav fáa til arbeiðis at
skipa tilmælini í álitinum.
Miðstøð í Suðuroy
og í Klaksvík
Og álitið, sum landsstýris
maðurin nú hevur fingið at
arbeiða við, er rættiliga um
fatandi.
Ì fyrsta lagi verður mælt
til, at tað beinleiðis verður
ásett, at øll, sum hava tørv á
tí, skulu hava beinleiðis
lógarásettan rætt til endur
venjing og venjing til at
varðveita teir førleikar, tey
hava.
Marjun Poulsen sigur, at
ein hugsan er, at gera sjúkra
húsið í Klaksvík og í Suður
oy til venjingarmiðstøðir.
Og nú nýtt ellisog røktar
heim verður bygt í Vági,
kann ein partur av ellisog
røktarheiminum á Tvøroyri
brúkast til at hýsa fólki,
sum eru á sjúkrahúsinum til
endurvenjing.
Men mælt verður eisini
til at skipa fyri endurvenjing
undir Nærverkinum, so at
venjing kann fara fram úti í
teimum ymsu økjunum.
lova
Íslendingar drekka meiri
Íslendingar drukku sjey prosent meiri av rúsandi løgi í fjør enn
árið fyri, og sambært Vísi var tann dagliga nýtslan var so mikið
stór, at tað var næstan upp í tveir stórar tangabilar sum teir á
myndini. Hagtølini vísa, at í meðal drukku allir íslendingar
oman fyri 15 ár 7,5 litrar av reinum alkoholi í fjør, og tað var
0,3 litrar meiri enn í 2006. Tølini vísa eisini, at íslendingar
drekka meiri av sterkum og minni øl nú enn undanfarin ár.
Ikki Ingólfur Arnarson?
Tann gamla íslendska søgan sigur, at tann fyrsti land
námsmaðurin í Íslandi æt Ingólfur Arnarson. Hann var
norðmaður, og sambært søguni fór hann í land á Ingólfs
høfða í árinum 871. Men søgumaðurin Helgi Þorláksson
ivast í hesari søguni. Í einum fyrilestri, sum hann fer at
halda týsdagin, fer hann at vísa á, at fólk vóru í Reykjavík
fyri 871, og tí kann Ingólfur Arnarson ikki hava verið
fyrsti maður í Íslandi, soleiðis sum tann gamla søgan sigur.
Sambært søguni fór Ingólfur Arnarson
í land her við Ingólfshøfða
Vit upplýsa og fortelja um øll onnur viðurskifti,
og tá rúsevni er ein partur av veruleikanum
hjá føroyska ungdóminum, so eiga tey eisini
at verða ráðførd har, sigur Beinta Joensen,
fyribyrgingarráðgevi hjá Bláa Krossi
Mynd: Jens Kristian Vang