fríggjadagur 28. mars 2008síða 12
‹ fyrra síða allar 115 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12 tíðindi
Nr. 60 - 28. mars 2008
Skulu føroyskar
bókmentir gera vart
við seg úti í heimi, má
tað vera skaldsliga
dygdin og ikki tað
serføroyska, ið er tað
berandi, sambært
danska bókmenta
frøðinginum, Erik
SkyumNielsen
Bókmentir
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Í blaðnum í gjár varð víst á,
at støðugt fleiri føroysk
bókafólk
eftirlýsa
átøk,
sum skulu gera føroyskar
bókmentir meir sjónligar
úti í heimi.
Skal eitt slíkt átak eydn
ast, mugu føroyingar sum
eitt tað fyrsta gera sær
greitt, hvussu føroyskar
bókmentir skulu marknað
arførast úti í heimi, stað
festir bókmentafrøðingurin
Erik SkyumNielsen, sum í
mong ár hevur fylgt neyvt
við norðurlendskum bók
mentum bæði sum gransk
ari, ummælari og týðari.
Marknaðarføringin av
føroyskum bókmentum má
fyri alt í verðini ikki verða
stýrd av møguligum polit
iskum ella tjóðskaparligum
idealum. Føroyskar bøkur
eru ikki áhugarverdar úti í
heimi, tí tær koma úr einum
lítlum, løgnum ella eksot
iskum landi. Skulu bøkurnar
gera vart við seg í altjóða
bókmentahøpi, má dygdin
standa mát, sigur Erik
SkyumNielsen avgjørdur.
Tá tað bygdasliga
verður altjóðaligt
Sambært
Erik
Skyum
Nielsen hava eisini fleiri
føroyskir høvundar evni og
møguleika at gera seg
galdandi uttanlands. Sjálvur
undrast hann yvir, at eitt nú
bøkurnar hjá Jóanes Nielsen
ikki hava fingið størri
útbreiðslu uttanfyri Føroy
ar.
Lagnan, sum onkrar av
bókunum hjá Jóanes Niel
sen hava fingið, er ikki í
samsvar við hansara dygdir
sum rithøvundur. Eftir mín
um tykki hevur hann avgjørt
tað, sum skal til fyri at sláa
ígjøgnum sum altjóða rit
høvundur,
sigur
Erik
SkyumNielsen.
Av øðrum føroyskum høv
undum, sum kundu staðið
seg í altjóða høpi, nevnir
Erik SkyumNielsen Jens
Paula Heinesen og hansara
verk Á ferð inn í eina óenda
liga søgu.
Hevði tað bókaverkið
verið skrivað á eitt nú
norskum, eri eg vísur í, at
tað hevði fingið rættiliga
stóra
útbreiðslu,
sigur
hann.
Erik
SkyumNielsen
heldur als ikki, at føroyskar
bókmentir eru ov provinsi
ellar ella bygdasligar til at
kunna fanga áhugan hjá
útlendskum lesararum.
Eg havi hoyrt hasa
grundgevingina fyrr, men
eftir mínum tykki heldur
hon ikki. At ein bók tekur
støði í einum lítlum um
hvørvið merkir ikki tað
sama sum, at hon bara talar
til ein samsvarandi lítlan
málbólk. Hatta er tann
spennandi
spurningurin
um, nær tað bygdarsliga
verður universielt, sigur
Erik SkyumNielsen, sum
sjálvur hevur eitt boð uppá,
nær tað hendir.
Tað er, tá rithøvundurin
hevur frásøguevni og hug
flog umframt ein ans fyri
bygnaði, sum fær lesararn
at undrast. Og slíkar dygdir
eru jú ikki tengdar at tjóðini
ella støddini á landinum,
høvundurin
kemur
frá,
sigur Erik SkyumNielsen.
Àttu at lært av
íslendingum
Sambært
Erik
Skyum
Nielsen áttu føroyingar at
lært av mátanum, ið íslend
ingar hava megnað at gera
sínar bókmentir galdandi
úti í heimi. Sjálvur hevur
Erik SkyumNielsen týtt
fleiri enn 30 íslendskar
bøkur til danskt og hevur
fylgt teirra ferð út í heim.
Stóra frambrotið hjá
íslendskum
bókmentum
hongur millum annað sam
an við, at íslendingar eru
hildnir uppat at selja seg
uppá
sína
stóru
saga
traditión. Slíkt selur ikki
longur. Harafturat duga teir
sera væl at pleyga neyðugu
sambondini út í heim og
ikki minst tryggja, at týð
arar og onnur lyklafólk alla
tíðna verða dagførd um,
hvat hendir innan íslendskar
bókmentir,
sigur
Erik
SkyumNielsen, sum heldur
tað vera óvanliga torført at
fáa eina líknandi tænastu úr
Føroyum.
Eg vildi ynskt, at eg
støðugt varð fóðraður við
bókatíðindum úr Føroyum.
Bara eitt lítið tíðindabræv
umvegis teldupost hevði
hjálpt ómetaliga væl, men
har kemur onki. So vítt eg
dugi at síggja, eru føroyskar
bókmentir stórt sæð ósjón
ligar
uttanfyri
Føroyar,
sigur Erik SkyumNielsen.
Idealisma og tilvild
Sambært
Erik
Skyum
Nielsen er tað eitt bland av
idealismu og tilvild, sum
ger, at hann sjálvur fær
hildið
seg
nøkunlunda
dagførdan, um hvat hendir
innan føroyskar bókmentir.
Eg renni meg av og á í
rithøvundan Jógvan Isak
sen, sum ofta veit okkurt
nýtt. Tað sum eg annars
frætti, er slíkt, sum eg spyrji
meg fram til, tí eg havi
áhuga fyri føroyskum bók
mentum og eisini onkuntíð
týði onkra føroyska bók til
danskt, sigur Erik Skyum
Nielsen, sum javnan tekur
arbeiðið við at týða skald
søguna Í morgin er aftur ein
dagur hjá Oddvør Johansen
framaftur.
Í morgin er aftur ein
dagur er ein deilig bók, sum
hevur uppiborið útbreiðslu
uttanfyri
Føroyar,
sigur
Erik SkyumNielsen.
Nýliga hevur hann annars
týtt yrkingsavnið hjá Carl
Jóhan Jensen, September í
bjørkum sum kanska eru
bláar, til danskt – eitt sera
orginalt savn, sambært Erik
SkyumNielsen.
Og so havi eg eisini
lisið Ó, hjá Carl Jóhan Jen
sen. Ein fantastiska ambi
tiøs bók, sera løgin men
eisini ein sera áhugaverd
bók, sigur bókmentafrøð
ingurin hugsunarsamur.
Dygdin skal bera føroyskar
bøkur út í heim
Hestbech til Sumbiara
Ætlandi skuldi kendi presturin Kristine S. Hestbech vitja
í Sumba í februar fyri at halda fyrilestur og
føstuguðstænastu, men hetta mátti av ymsum orsøkum
útsetast. Men nú verður vitjanin loksins veruleiki og
guðstænasta og fyrilestur verða týsdagin og mikudagin.
Fyrilesturin verður at hoyra í Samkomuhúsinum í Sumba
1. apríl klokkan 19 og hevur heitið »Det gode liv – jagten
på lykken«. Eftir fyrilesturin verður kaffi at fáa og
Hestbech verður at hitta. Høvi verður at seta spurningar
ella bara at práta saman. Fyrilesturin er almennur.
Kvøldið eftir, 2. apríl klokkan 19, verður Guðstænasta í
Sumbiar Kirkju við Kristine S. Hestbech.
Koyrilærari bjóðar frálæru í prutli
Sum eina roynd fer ein av koyrilærarunum í Havn, Benny
Ejdesgaard, at bjóða frálæru í koyring við prutli, umframt
undirvísing í ferðsluteori. Sum er krevst eingin undirvísing í at
koyra prutl. Hetta heldur Benny Eidesgaard vera skeivt og
vandamikið, tí prutlførarar í útgangsstøðnum ikki vita nakað
sum helst um til dømis víkiskyldu. Koyrilærarin heldur, at tað
er reint hepni, at tað ikki henda fleiri vanlukkur, har prutl eru
uppií. Benny Eidesgaard vónar, at foreldur til ung, ið vilja ogna
sær prutl, fara at taka av tilboðnum um undirvísing, áðrenn tey
ungu verða slept út í ferðsluna. Undirvísingin í prutlkoyring
byrjar 16. apríl. Bæði skúlavognur og prutl fara at vera
frámerkt, meðan prutlvenjingin fer fram.
Marknaðarføringin av føroyskum bókmentum úti í heimi má fyri alt í verðini ikki verða stýrd av
tjóðskaparligum idealum, sigur Erik Skyum-Nielsen, bókmentafrøðingur, týðari og rithøvundur