fríggjadagur 28. mars 2008síða 12
‹ fyrra síða allar 115 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12 FÓTBÓLTUR 2008
Tú mást vísa títt virði
Mongu gullmerkini í Klaksvík eru úrslit av einum hugburði,
sum flestu onnur feløg mangla, heldur Rannvá Andreasen,
sum saman við KÍ nú fer eftir níggjunda FM-gullinum á rað
Tosar tú um føroyskan kvinnufótbólt,
so slepst illa uttan um at tosa um
KÍ. Kvinnurnar úr Klaksvík eru at
kalla føroyska svarið upp á Rosen
borg, og seinastu átta árini er FM
gullið endað í Klaksvík.
Fleiri ferðir er hetta hent uttan
nevniverda mótstøðu, og tí hevur
kappingin til tíðir verið lítið áhuga
verd. Í fjør helt spenningurin sær tó
allan vegin.
Í næst seinasta dystinum á ári
num var KÍ enntá aftanfyri 20 móti
avbjóðarunum úr B36, men meistar
anir reistust tó somikið, at nær sagt
lívsneyðugi
javnleikurin
kortini
fekst til høldar.
Stuttligt í fjør
Eins og so ofta fyrr, so var Rannvá
Andreasen tann, sum sendi avger
andi bóltarnar í meskarnar í tí dysti
num. Og tó at hon hesa ferð mátti
lata Malenu Josephsen um gylta
skógvin, so fall heiðurin sum ársins
spælari í 2007 til Rannvá.
Tá spenningur er um hvønn
dyst, er sjálvandi stuttligari at
spæla. Vit royna sjálvandi altíð at
seta okkum upp, hvørja ferð vit fara
á vøllin. Men í fjør trýsti B36 okkum
allan vegin, og tað økir sjálvandi
um stuttleikan í kappingini. Tí vit
vistu, at vit als ikki høvdu ráð at
kiksa eina tí einastu ferð, sigur
Rannvá.
Um tað verður B36, sum fer at
trýsta tær eins nógv í komandi
kappingarárinum, dugir Rannvá
ikki at siga. Og tað tykist sum so
heldur ikki vera so øgiliga áhugavert
hjá henni at meta um.
Tær hava fingið nakað av til
gongd, men tær missa so sanniliga
eisini týðandi spælarar. Tær mugu í
øllum førum spíla seg út, tí tað er
ikki tann stóra menningin, um tú
bara hevur eitt gott ár, fyri síðani at
fella niður aftur.
Og hjá okkum nyttar heldur ikki
at hugsa um árið í fjør. Vit hava
nógvar dystir, sum vit skulu spæla í
ár. Sjálvandi er spenningurin í løtuni
størstur um dystirnar móti B36.
Men vit mugu so sanniliga ikki
gloyma, at allir hinir dystirnir skulu
spælast. Ongan tíð betri, enn um
kappingin verður líka spennandi
aftur í ár, men fyri okkara viðkom
andi ræður altíð um at taka hvønn
dyst í størsta álvara, sigur Rannvá.
Besta hópin
Um KÍliðið heldur hon annars, at
tær eru púrasta til reiðar til enn
einaferð at verja FMgullið.
Vit hava mist nakrar týðandi
spælarar. Men har eru eisini nýggjar,
sum koma upp. Millum annað eru
einar fimm, sum enn hava aldur til
1417, sum heilt víst høvdu byrjað
inni hjá hinum feløgunum, men
sum nú spakuliga koma inn á liðið
hjá okkum.
Tað sigur kanska eisini nakað
um, at breiddin hjá tykkum er størri,
enn hon er hjá kappingarneytu
num?
Ja, heilt avgjørt. Eg vil siga tað
so, at har onnur hava eitt gott lið,
hava vit ein sera góðan hóp. Sum
spælari ger tað eisini, at tú ert noydd
at geva teg til hvørja tí einastu
venjing, og tað ger aftur liðið betri.
Huburðurin á muni
Og so kundi kanska verið lagt
afturat, at sterkar kvinnur ikki best
finnast á fótbóltsvøllinum í Klaksvík.
Eisini innan kvinnuhondbólt tykist
Klaksvíkin vera í flokki fyri seg.
Og spurd um hendan veruleika
heldur Rannvá, at tað kanska fyrst
og fremst er hugburðurin, sum er á
muni.
Eg kann sjálvandi ikki siga,
hvussu tað er í hinum feløgunum.
Men eg havi varhugan av, at tær
ikki leggja eins nógv fyri har. Kanska
kundi tú sagt, at fótbólturin er
meira sosialur í hinum feløgunum.
Og eg kenni tað aftur, tá vit
venja við landsliðnum. Mín hugburð
ur tá er í øllum førum, at eg SKAL á
liðið. Har haldi eg, at fleiri av
spælarunum úr hinum feløgunum
eru meira smædnar.
Og tann hugburðurin er eisini
galdandi innanhýsis á liðnum hjá
okkum. Tað ger, at tær ungu, sum
koma upp, so sanniliga mugu vísa
nakað, fyri at vera við. Sjálvandi
stuðla vit teimum og eggja teimum
til. Men har verður eingin fríbillett
givin inn á liðið.
----------------------------------------
JákupMørk
jakup@sosialurin.fo
KvinnufótbólturíFøroyumernærumatjavnmetaviðKÍ.Ífjørfingugyltukvinnurnartóharðandyst,ogRannváAndreasenvónar,atkappinginíárverðureins
spennandi
Mynd:ÁlvurHaraldsen