fríggjadagur 28. mars 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 115 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
tíðindi
Nr. 60 - 28. mars 2008
viðmerkingar
- Vit hava havt mang-
ar góðar løtur hesi 20
árini. Ein tann størsta
var, tá vit á fyrsta
sinni høvdu yvirskot
í rakstrinum í 2005,
sigur forstjórin í
Atlantsflogi, Magni
Arge
Flúgving
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Vágoy: Nógv varð gjørt
burtur úr, tá flogfarið hjá
Atlantsflogi setti seg á
fyrsta sinni í Vágum fyri
júst 20 árum síðani.
Um hetta mundið vóru
helst mong, sum ivaðust í
um ætlanin við einum
føroyskum flogfelagi mundi
fara at bera seg. Í dag – 20
ár seinni – er neyvan nakar
í iva um, at hetta var ein røtt
avgerð.
Til tess at markera hetta,
verður skipað fyri stórari
móttøku á flogvøllinum
seinnapartin í dag, sam
stundis sum felagið hevur
staðfest at tað er valt sum
ársins lærupláss í 2007.
Forstjórin, Magni Arge er
sjálvandi fegin um gongdina
hesi árini – og serliga tey
seinastu 13 árini, ið hann
hevur verið stjóri.
Men hann ynskir ikki at
njóta tey framdu avrikini.
Fyri framman liggja stórar
avbjóðingar:
Ein tann størsta er at
menna flúgvingina til og frá
Føroyum enn meiri, soleiðis
at hon verður á sama støði
sum í øðrum londum.
Vit eru eitt føroyskt
flogfelag við stórum F og
fyri føroyingar, og tað mugu
vit til eina og hvørja tíð
taka atlit til, slær Magni
Arge fast.
Í dag hevur Atlantsflog
sjey flogfør og tríggjar tyrlur
undir sínum veingjabreiði.
Nógvir varðar
Magni tók formliga við
starvinum sum stjóri í
Atlantsflogi 1. juni í 1995,
og hevur hesi árini upplivað
bæði góðar løtur og ringar
løtur. Tann ringasta løtan
var flogvanlukkan í Stord,
men hinvegin hava tær góðu
løturnar verða nógv tær
flestu.
Tær eru so nógvar í tali,
at ilt er at velja ta størstu
burturúr, sigur Magni.
Tá
teir
fingu
næsta
flogfarið í flotan var hetta
eitt avgerandi stig á røttu
leiðini, og tá teir fóru undir
størri uppgávur uttanlanda
við flogførum og tyrlum.
At felagið enntá kundi geva
yvirskot í 2005, var somu
leiðis eitt satt bragd hjá 20
ára gamla flogfelagnum.
Fyri Magna er eingin ivi
um, at hesir varðarnir á
vegnum hava gjørt sítt til,
at fólk av álvara fingu
eyguni upp fyri týdninginum
av, at føroyingar sjálvir
høvdu sítt egna flogfelag.
Jú, eg haldi, at alt hetta
broytti rættiliga nógv í
hugsanini hjá fólki.
Nú sóu tey brádliga, at
tað bar til at reka eitt
føroyskt flogfelag, og enntá
við yvirskoti, sigur hann.
Heima og úti
Fyri stjóran og leiðsluna í
Atlantsflogi er eingin ivi
um, at nógvar stórar avbjóð
ingar liggja fyri framman
tey komandi 20 árini – hóast
føroyski marknaðurin er
avmarkaður.
Tað er púra greitt, at ein
dagføring og ein menning
av felagnum verður altíð
treytað
av
búskaparligu
gongdini og marknaðinum
her á landi.
Er lítið virksemi í Før
oyum, so sæst hetta sjálv
andi aftur í flúgvingini hjá
okkum, sigur Magni Arge.
Tí má felagið fáa sær fleiri
bein at standa á í framtíðini.
Av hesi orsøk hevur
felagið lagt stóran dent á at
koma inn í flogferðsluna
uttan fyri Føroyar, soleiðis
at felagið kann fáa eina
meiri støðuga inntøku við
hesum virkseminum. Ein
partur av hesi gongdini er
tað framhaldandi arbeiðið
at
menna
tyrluflúgving
innan frálandavinnuna.
Hinvegin eru umstøður
uttanfyri
Føroyar
og
Atlantsflog sum kunnu hava
stóra ávirkan á raksturin í
felagnum – hækkandi olju
prísur og serstaka føroyska
veðurlagið.
Sum eitt stig á hesi leiðini
hevur Atlantsflog eisini sín
leiklut
í
veðurlagsráð
stevnuni, sum verður í
Føroyum í næsta mánaði,
og ynskja fegin at meiri
verður gjørt innan gransking
av veðurlagnum.
Hetta fer at gera sítt til, at
felagið í framtíðini fer at
útvega sær meiri effektiv
flogfør.
Úrslitið fyri skatt í
2007 var 29 milli
ónir krónur og 23,8
milliónir
aftaná
skatt. Eginognin er
vaksin upp í slakar
214 milliónir, sum
er 10% hægri enn
marknaðarvirðið.
Hetta er besta
úrslit, felagið hevur
rokkið, síðan farið
varð undir virk
semið fyri 20 árum
síðani.
Úrslitið er í
roynd og veru seks
ferðir størri enn í
fjør, tá úrslitið eftir
skatt var góðar fýra
milliónir
krónur.
Helvtin av inntøk
unum
stavar
úr
útlondum og hin
helvtin úr Føroyum,
sigur felagið, sum
hevur aðalfund í
næstu viku.
Felagið
hevði
ávísar serstakar út
reiðslur í 2007, til
dømis í sambandi
við einskiljingina.
Veðrið órógvaði
eisini
flúgvingina
nógv í fjør – serliga
seinna hálvár. Út
reiðslurnar í tí sam
bandi vuksu upp í
slakar 14 milliónir
krónur, og er tað
tvífalt so nógv sum
fyri tveimum árum
síðani.
Umsetningurin
vaks úr 519 milli
ónum upp í 539
milliónir krónur, og
væntar felagið at
røkka einum úrsliti
hetta komandi árið,
sum liggur um 20
til
25
milliónir
krónur, um sam
felagsliga búskap
arstøðan heldur sær
á sama støði sum í
dag.
Ársins lærupláss
Millum 30 onnur lærupláss innan flogídnaðin í Danmark,
Føroyum, Íslandi og Grønlandi var Atlantic Airways kosið
ársins lærupláss 2007. Tað er Teknisk Erhvervs Center í
Danmark, sum stendur fyri kjósingini. Í grundgevingini fyri
heiðurinum verður dentur lagdur á, at lærlingarnir trívast
sosialt og hava góð arbeiðsviðurskifti, at teir verða virdir
fyri sítt arbeiði og sum menniskju og at teir fáa avbjóðandi
arbeiðsuppgávur og uppliva at læruplássið ger nakað serligt
fyri lærlingin. Heiðurin verður latin Atlantic Airways á
almennu móttøkuni, sum felagið hevur í samband við
20 ára føðingardagin seinnapartin í dag í Vágum.
20 ár á flogi
Í dag eru 20 ár liðin, síðan fyrsta flogfarið hjá Atlantsflog setti seg á
flogvøllin í Vágum. Í hesum sambandi verður stór móttøka í hangarinum hjá
Atlantsflog í dag. Fyrstu árini var Heri Niclasen á Tvøroyri stjóri. Í 1995
tók Magni Arge við, og hevur hann sostatt verið tann drúgvasti stjórin hig
artil. Samstundis sum føðingardagurin verður hildin, verður Atlantsflog
kosið Ársins Lærupláss 2007 innan flogídnaðin í Danmark, Føroyum, Ís
landi og Grønlandi. Tað er Teknisk Erhvervs Center í Danmark, sum stendur
fyri kjósingini. Eg eri sera fegin um hetta herðaklappið til tekniska arbeiðs
plássið hjá okkum. Hetta er eitt herðaklapp av dimensjónum til William
Smith og Remi Hansen og teirra fólk, sigur Magni Arge. Heiðurin frá TEC
verður latin á móttøkuni seinnapartin.
Atlantsflog var eingin
luftkastella
- Hóast marknaðurin í Føroyum
er avmarkaður, hava vit kortini
í dag eitt gott flogfelag, sigur
Magni Arge, stjóri í Atlantsflogi
Yvirskot
í fjør