Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-28, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. mars 2008síða 14

‹ fyrra síða allar 115 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 60 - 28. mars 2008 SAMBAND eirikur liNDeNSkov eirikur@SoSiAluriN.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin Tjúgu ár síðan fyrsta túrin Í dag eru 20 ár liðin, síðan fyrsta flogfarið hjá Atlantsflog setti seg í Vágum. Felagið varð stovnað 10. november 1987 sum eitt alment partafelag. Samstundis sum føðingardagurin verður hildin, verður Atlantsflog kosið Ársins Lærupláss 2007 innan flogídnaðin í Danmark, Føroyum, Íslandi og Grønlandi. Fyrstu árini varð samstarvað við danska felagið Cimber Air, men tá tað vísti seg, at hetta samstarv var ein løgfrøðiligur trupulleiki fyri danska felagið, kom Atlantsflog at standa á egnum beinum. Tað var eitt stórt tak, ið varð tikið í 1987, og mong mundu tá spyrja, um vit føroyingar fóru at megna slíkt ódnartak. Vit høvdu frammanundan víst, at tað bar væl til á sjógvi, men hvussu fór at vera í luftini? Føroyingar høvdu jú drúgvar royndir við skipavinnu og eitt stórt lið av vælútbúgvnum sjófólki. Men hetta at reka loftferðslu var tó nakað heilt annað og eitt øki, har vit bert høvdu nakrar fáar royndir frá fimtiárunum og sjeytiárunum, sum endaðu uttan tey stóru úrslitini. Men í dag ber til at staðfesta,at tað, sum í 1987 byrjaði sum ein sera ivasom roynd, hevur eydnast framúr, og Atlantsflog er í dag eitt vælskipað og sterkt felag, sum røkir sítt virksemi á einum høgum professionellum støði. Tað hevur eydnast at skapa eitt vælútbúgvið og tænastuhugað starvslið frá fyrsta degi, tá tann eldhugaði og dugnaligi Hans Hansen setti seg við róðurpinnin. Fyritøkan er støðugt vaksin, soleiðis at hon við einum umsetningi uppá 539 milliónir krónur í 2007 flutti 359462 ferðafólk millum lond. Tað skal ein sterk og dugnalig leiðsla og sera gott starvsfólk til at menna og bera ein slíkan vøkstur. Tað hevur Atlantsflog við tí eldhugaða og gløgga Magna Arge á odda víst ber til. Sum øll onnur flogfeløg í heiminum hevur Atlants- flog eisini fingið síni bakkøst, og sorgarleikurin á Stord fer ongantíð úr huganum á føroyingum. Men vit líta samstundis á, at felagið ger alt, ið gerast kann til tess at liva upp til sína visjón, sum er, at virksemið hjá felagnum altíð setir trygdina, stundisligheitina og kundan í fokus. Við hesum í huga halda føroyingar fram við at bakka upp um Atlantsflog. Hetta leggur eina sera stóra ábyrgd á felagið í dagliga rakstrinum eins væl og við framtíðarætlanum. Við tað, at Atlantsflog er og ivaleyst leingi verður einsamalt á marknaðinum, er brúkarin fult og heilt í hondum felagsins. Enn er Atlanstflog eitt alment partafelag og tað tykist ikki sum fulla einskiljingin verður framd í bræði. Tað er tí eisini ábyrgdin hjá tí almenna at tryggja brúkarunum bestu sømdir og maksimala trygd. Ein tann størsta avbjóðingin í so máta er spurningurin um nýggj flogfør og spurningurin um framtíðina hjá flogvøllinum. Tað ber ikki til at bíða leingi afturat eftir einari avgerð í hesum sera stóru spurningum. Vit ynskja Atlantsflog tillukku, góða eydnu og gott flog framyvir. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Marknaðarleiðari: Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Niels Petersen niels@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl­ an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Kykmyndir: Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e­post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e­post: aki@sosialurin.fo e­post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00­13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.­frí. 8­16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag­fríggjadag klokkan 1330 So sá enn ein almenn kann­ ing dagsins ljós. Hesa ferð ein kanning gjørd av útlendskum serfrøðingum, so at eingin ivi skal vera um dygd og partloysi. Kanningin vísir, hvussu nøgdir ella ónøgdir sjúklingarnir eru við sjúkrahúsini. Tey fingu øll sera gott ummæli við Klaksvíkar sjúkrahúsi á odda. Nú ágangurin á sjúkra­ húsverkið frá fjølmiðlun­ um hevur verið harður og fábroyttur, fær tú illgruna um, at kanningin er gjørd av leiðsluni fyri at bøta um umdømi hjá heilsuverki­ num. Hvat annað kann ein sjúklinganøgdsemiskann­ ing brúkast til? Hvussu í guds garði skal ein van­ ligur sjúklingur kunna meta um, um viðgerðin er hin rætta ella ikki? Ein vanligur sjúklingur torir heldur ikki at hava aðra meining enn, at sjúrahús­ verkið er vælvirkandi. Hevði tað verðið gjørd ein nøgdsemiskanning millum starvsfólkið, hevði úrslitið av henni kunna hjálpt leiðsluni til at bøtt um støðið á sjúkrahús­ unum. Misnøgd starvsfólk avrika ikki tað, tey annars kunna. Um ein slík kann­ ing hevði víst misnøgd á ávísum deildum, ella mill­ um ávísar bólkar, kundi hon givið eina ábending um, hvar ið neyðugt var við broytingum. Ella eina hagfrøðiliga kanning av dygdini av sjálvari viðgerðini. Ár eftir at liva, ella prosentpartur lektur, við ávísari sjúku­ avgerð. Gjørt undir somu fortreytum sum á sjúkra­ húsum, so at sammeting kundi verðið gjørd. Tað hevði kunna sagt okkum um sjúkrahúsini nytta nakað ella onki. At fara at nýta pening til eina kanning sum hvørki kann nýtast til eitt ella annað er átaluvert. Serliga tá eingin peningur er tøkur. Annars er mín persónliga meting av Landssjúkra­ húsinum hon, at tað riggar ótrúliga væl, hóast ein ónýt­ iligan leiðslubygnað. Tað kann so leiðslan ikki last­ ast fyri, men heldur tann landsstýrismaður, sum hevur ábyrgd av heilsu­ málum. - ella útbúgving og møguleikar til okkara eftirkomarar – vit mugu velja nú! - størsta hóttanin ímóti menningini er júst tann, at vit IKKI hava nokk at bjóða okkara eftirkomarum! Nú undan valinum kom eg ofta at sita við kensluni av, at vit hava ein veruligan trupulleika – hetta at vit ikki hava nóg góð tilboð til okkara eftirkomarar. Tað er neyvan nakar nýggjur trupulleiki, at vit ikki standa okkum serliga væl í PISA ella á øðrum økjum, og tí eiga vit at taka eitt ordiligt kjak um, hvussu vit fáa sett veruliga gongd á. Vit hava alt sum skal til, sum eg hoyrdi danska fíggjarmálaráðharran taka til í eini sending herfyri, so nú mugu vit bretta um ermar, fyri at taka fatur í tað sum skal til, so vit koma longur fram á leið. Vit mugu royna at sleppa okkum úr hesum, at “nú skal hann ella hasin ikki”, men heldur skulu vit taka nøkur munadygg tøk á leiðini, so vit koma longur fram og kunnu gera tað stuttligari at vera her á oyggjunum. Kanska eitt sindur háfloygt, men eg ynski, so sanniliga, at okkurt munagott skal vísa seg! Fáið eina tónleika- útbúgving á føtur! Sum eg havi nevnt, er tað uppá tíðina, at vit fáa skapt tónleikinum og mentanini rúmar ræsur her á oyggju­ num, so vit veruliga fáa sett hetta á dagsskrá og vit fjálga um henda týdningarmikla partin í okkara samfelag. Tøgning er neyvan nøktandi! At vit steðga kjakinum um hesi viðurskiftini tey næstu fýra árini – eitt valskeið væntandi varar – er vón­ andi ikki tekin um, at hetta ikki hevur serligan týdning. Setið orðini og málsetn­ ingin í settu valskánni um til veruleika – so koma væl longur fram á leiðini – ongin ivi um tað! Takk fyri! Nøgdsemiskanning av sjúkrahúsunum FRÍðÁLvUR JENSEN A. GUttoRMUR DJURHUUS Bara infrastruktur? Ein klókur eygleiðari hevur funnið útav, at í Føroyum eru ymisk ættarlið. Eg kann so fyri mítt viðkom­ andi siga, at eg hoyri til tað yngra ættarliðið. Tað, at Gerhard Logn­ berg sigur kortanei til, at ein Skúlamiðdepil í Marknagili skal byggjast til næsta ættarlið av føroyingum, er tað sama sum, at hann leggur vinstru hond á bíblina og sigur: “Eg, Gerhard Lognberg, góðtaki undir onga umstøðum nakra menning av tí næsta ættarliðinum, fyrr enn eg havi fingið mín Sandoyartunnil til Havnar, so at eg og konan kunnu fara til Havnar at keypa inn til húsarhaldið” punktum. Okkara fatan MEINAR oRtIND